Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Hondbóltur í sjónvarpinum er fram­úr undirhald, tá ið tað eru tey bestu, sum kappast. Tað verður aftur staðfest í hesum døgum, nú tað er EM endaspæl fyri menn í Norra, Svøríki og Eysturríki. Kappingarleisturin er so­ leið­is, at tað eru bara tvey tey bestu í hvørjum bólki við fýra liðum, sum spæla seg víð­ari í millumumfarið. Tað ber aftur við sær, at onkur av teim­um, sum plaga at standa seg væl, eru noydd at stinga í sekkin og fara til hús, tá ið teir tríggir dystirnir í innleiðandi um­fari­ num eru av. Fyrsta dømið um hetta var í gjár. Tá dystaðust Norra og Frakland í Tróndheimi, sum man vera ein tann ítróttar­ glaðasti býurin í Norra. Eftir at fraklendingar fríggja­kvøldið óvæntað taptu ímóti Portugal, bar tapið ímóti Norra í gjár við sær, at frak­ lendingar fara til hús í annað­ kvøld. Uttan mun til hvussu tað fer at laga seg ímóti Bosnia Herse­govina. Hetta er heilt ókend støða hjá Fraklandi, sum vann EM í 2014, HM í 2015, OL í 2016 og HM í 2017, og sum í tíðarskeiðnum 2008 – 2010 átti allar tær tríggj­ ar stóru gullkrónurnar – í OL, HM og EM. Í Fraklandi er talan um stór­ an skelk, og miðlarnir stað­festa, at vónbrotið hevur ikki verið so stórt í 42 ár. Tá verður sipað til HM endaspælið, sum eftir ársskiftið í 1978 var í Danmark. Ta ferðina varð Frakland varp­ að úr kappingini longu í inn­ leið­andi bólkaspælinum. Tá var vónbrotið í HM enda­ spælinum inngangurin til solt­ ið tíðarskeið, sum endaði, tá ið Frakland noyddist at luttaka í C HM kappingini, sum fyri 40 árum síðani – fyrstu dagarnar í februar 1980 – var í Føroyum. Frakland vann kappingina í Før­oyum, og so peikaðu pílarnir aftur rætta vegin. Frakland megnaði aftur at vera við í kappingini millum tey bestu, og í 1995 vann Frakland fyrsta HM gullið. Í 2001 vann Frakland aftur gull, og síðani EM gullið í 2006 hevur einki land vunnið so nógv gullheiðursmerki sum Frakland. Merkisvert er tað, at tá ið Frakland vann C HM kapp­ ing­ina í Føroyum fyri 40 árum síðani, var tað við 19 – 17 finalu­ sigri ímóti Norra. Í gjár varpaði Norra Frak­ land úr kappingini við at vinna 28 – 26. Stóra norska stjørnan er Sander Sagosen, sum fær sína løn fyri at spæla hondbólt við PSG í París. Hann skoraði tíggju mál og er eftir tvey um­ før EM toppskjútti við 22 mál­ um. At fraklendingar vita, at teir longu týskvøldið skulu til hús kemst av, at teir fríggja­ kvøldið taptu 28 – 25 ímóti Portugal, sum ongantíð hevur talst millum stóru hond­bólts­ tjóðirnar. Í gjár vann Portu­gal 27 – 24 ímóti Bosnia Herse­ govina. Í annaðkvøld fara Norra og Portugal at spæla um, hvat av hesum báð­um liðunum skal hava tvey stig við í millumumfari. Tá hitt­ ast Frakland og Bosnia Herse­ govina. Tað er greitt, at hetta verður síðsti dystur hjá báð­um liðunum í hesum EM enda­ spælinum. Tað prutlar og boblar í Íslandi Tá ið Danmark í 2016 vann OL gull fyri fyrstu og higartil einastu ferð í kapp­ingini millum menn, var ís­lend­ ingurin Guðmundur Gud­ munds­son venjari. Tá var hann fyrrverandi venjari hjá íslendska landsliðnum, sum í olympisku leikunum í Bej­ing í 2012 tapti OL finaluna ímóti Fraklandi. At tapa gull­dystin var vónbrot, men silvur­krón­ urnar í Bejing fyri knapp­liga átta árum síðani verða rokn­ að­ar sum størsta hond­bólts­ bragd­ið yvirhøvur hjá Íslandi. Eftir OL gullið í 2016 varð Guðmundur Gudmundsson vrakaður sum venjari hjá Dan­ mark. Nikolaj Jacobsen varð valdur framum íslendingin. Leygarkvøldið vóru teir báðir venjarar í uppgerðini mill­um Danmark og Ísland, sum vann 31 – 30. Tá ið síðsta bríks­lið ljóðaði, var tað týðu­ ligt, at hetta ikki bara var stór­ ur og kærkomin sigur fyri Ís­land, men at Guðmundur Gud­mundssen kendi sigurin at vera serliga søtan. 11000 danir og 1000 ís­lend­ ingar vóru eygnavitni í Malm­ø Arena leygarkvøldið. Hóast danir vóru vónbrotnir, so megnaðu teir at vísa íslend­ing­ um virðing og fegnast saman við teimum. At 350 túsund ís­ lendingar megna at eiga hond­ bóltslandslið, sum vinnur ímóti tí hjá 5,5 milliónum dønum, er eitt stórt bragd. Fyrrverandi danski gull­ venj­arin hjá bæði kvinnunum og monnunum, Ulrik Wilbek, sum nú er borgarstjóri í Viborg, var leygarkvøldið viðmerkjari í danska sjónvarpinum. Hann vísti á, at ofta plaga íslendingar tíðliga í kappingum at vísa bestu avrikini. Av tí at teir somu eru á vøllinum mest sum alla tíðina, verða teir moyrir og smáskaddir, tí tað er stutt millum dystirnar, og so megna teir ikki at avrika so sann­før­ andi. Tí helt Ulrik Wilbek, at tað var betri, at Danmark í fyrsta umfari tapti ímóti Íslandi, enn tað hevði verið, um Danmark hevði tapt ímóti Svøríki ella Norra, sum fyri einum ári síðani tapti HM finaluna ímóti Dan­mark. Men tað er trýst á dønum, sum í kvøld hitta Ungarn og miku­kvøldið skulu spæla ímóti Russlandi. Íslendingar hava í kvøld møgu­leika við sigri ímóti Russ­ landi at spæla seg víðari í kapp­ ingini. Ungarn vann ímóti Russ­ landi, og um Ungarn í kvøld vinnur ímóti Danmark, so fara donsku OL og HM vinnararnir til hús longu mikukvøldið. Íslendingar eru av álvara raktir av hondbóltsfepri. Eisi­ni tí talan er um lutfalsliga nýtt lið. Fleiri spælarar eiga ikki so nógvar royndir á hes­um støðinum. Men onkrir veter­ an­ar eiga lyklaleiklutir. Fyrst og fremst 29 ára gamli Aron Pálmarsson, sum ímóti Dan­ mark skoraði 10 mál og var støðug hóttan. Hann er ættaður av Hafnafirði og spælir nú við HONDBÓLTUR Eftir at hava vunnið meiri enn nakar annar í hesi øldini, varð Frakland í gjár varpað úr EM endaspælinum, og harvið eru fraklendingar í somu støðu, sum fyri 42 árum síðani bar við sær, at teir noyddust til Føroya at kappast FRAKLAND FRAKLAND ER ER Í FRÍUM FALLI Í FRÍUM FALLI Stjørnuspælarar og liðfelagar í PSG í París takka fyri dystin. Sander Sagosen og Nikola Karabatic