Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal – Luksemborg Tað vóru vónríkir leikarar, ið fóru undir ferðina til Luksem­ borg mikudagin. Avrikini í sein­ astu EM-undankapping høvdu prógvað, at Føroyar hava eitt gott landslið í manshondbólti. Á pappírinum var mótstøðan eitt vet lægri styrkismett enn tjóðir sum Montenegro og Ukraina, sum Føroyar høvdu spælt fult upp við seinasta hálvt­annað árið. Vónirnar hjá fjepparum og miðlum vóru eisini stórar, men tað snúði seg eisini um at kenna veruleikan. Fyrsta stigið var at vinna Eftir eina landsliðsvenjing áðrenn fráferð, fingu vit orð­ið á Trónd Kragesteen, sum fyri fyrstu ferð síðani 2004, ikki var ein partur av lands­liðs­hópi­ num, um vónirnar fyri at Før­ oy­ar kundu røkka einum enda­ spælið tey næstu árini. Royndi landsliðsskiparin, sum fyrst boðaði frá einum fyribils lands­ liðssteðgi og síðani gjørdist skaddur hugsaði eina løtu. - Tað hevur sæð gott út, men kanska vit fyrst skulu hugsa um at vinna ein undan­ kapp­ingardyst, segði hann við einum smíli. Raktu ikki støðið fríggjadagin Tað mundi eisini vera fyrsta kravið til hesa kappingina. Liðið var gorhungrað eftir ein­ um sigri. Fyrst ímóti favoritt­ un­um úr Litava. Litava er seinastu árini kom­ ið á hondboltsheimskortið við stórum avrikum, og Føroyar vóru útspældar í dystinum fríggja­dagin. Eingin sigur hesa ferð. Tíðindafólki hjá Ítrottar­sosiali­num vildi vera við, at mót­støðan rætt og slætt var ov sterk, men hetta vildu leikar­ar­ nir ikki hoyra talan um eftir dystin. - Vit raka ikki rætta støðið, var endurtikið í hópinum eftir dystin. Einki var at ivast í, at hetta var eitt risastórt vónbrot fyri leikararnar. Teir vistu at teir kundu avrika nógv betri. Lagið var heldur einki serligt fríggjakvøldið. Og leygar­ morg­un kendist vónbrotið framvegis á leikarunum. Vit á Ítrottarsosialinum fóru at óttast um misjavna lagið í hópinum mundi spilla spæli­ num, men so hvørt sum dyst­u­ r­in nærkaðist sóu vit aftur eyð­ kendu eygnabráðini, sum vóru til reiðar til dyst. Reistu seg við framúr avriki – men eingin sigur Avrikið var nógv betri leygar­ dag­in, tá ið Slovakia var mót­ støðuliðið. Eftir slaka føroyska byrjan, fann liðið endiliga rútmu­na, og fór nú veruliga at loypa hvøkk á risastóru slovak­ sku leikararnar. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki komu Føroyar á odda við tveim­ um málum, men minstu mis­tøk vóru revsaði, og hepnið var ikki við føroyingunum seinastu tíggju minuttirnar, har fyrst eitt hart dømt reytt kort og so eitt slovakst álop sum slapp at spæla í óendaliga tíð gjørdu føroysku umstøðurnar truplar, og Føroyar taptu við einum máli. Seinasta støðan var um­ rødd alt kvøldið eftir dystin. Slovakar høvdu spælt bóltin sjey ferðir eftir at hondin hjá dómaranum var komin á loft. Tú hevur bert loyvi til seks. Enn ein ósigur eftir gott avrik – helst tað besta hetta vikuskiftið tá ið saman um kom - og tað var einki at ivast í, at leikararnir vóru vorðnir troyttir av hesi søguni. Men avrikið hjálpti kortini upp á hugin í hópinum. Ein tíma eftir dystin gingu leikar­ ar­nir og flentu saman, tá ið teir prátaðu um ymsu støðurnar í dystinum. Teir løgdu dent á tað góða, og stuðlaðu hvørjum øðrum, tá ið prátið fall á mis­nýttar møgu­ leikar ella reyða kortið. Vinnarahugurin í hásæti Sunnumorgun kendu vit hugin í luftini. Lagið millum leikar­ar­ nar var nógv lættari. Teir bros­ aðu og flentu hart í bæði leysa prátinum – og eisini tí taktiska. Allir vóru við ein munn: - Nú skuldi sigurin endiliga vinnast. Taktikk­fundurin var væl og virðiliga hin stytsti hetta viku­ skiftið. Venjararnir tóku stutt saman um nakrar støður, sum skuldu fínpussast í mun til Slovakia-dystin, og so var stutt hugt eftir hvussu Luksemborg skipaði seg. Annað var ikki neyðugt. Leikararnir vóru til reiðar. Umstøðurnar vóru eitt sindur øðrvísi til hendan dystin. Før­oyar, Litava og Slovakia búðu á sama gistingarhúsið, ótu saman og ferðaðust saman til dystirnar. Sunnudagin vóru føroyingarnir einsamallir, tí HONDBÓLTUR Endiliga eydnaðist tað føroyska A-landsliðnum í manshondbólti at vinna ein undankappingardyst, tá ið Føroyar vunnu 24-22 á vertstjóðini Luksemborg í HM-undankappingini, ið var leikt um vikuskiftið. Fyrsti sigurin í HM- ella EM-høpi síðani C-HM í 1988 er veruleiki, men leikararnir ætla sær nógv meira enn hetta ENDILIGA ENDILIGA EIN SIGUR! EIN SIGUR!