Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Føroyska hondbóltslandsliðið hevur verið í Luksemborg í hesum døgum og spælt HM-undankapping. Føroyska liðið vann triðja og seinasta dystin. Tað er fyrstu ferð, at Føroyar hevur vunnið ein HM ella EM-undankappingardyst. Føroyar vunnu á vertunum úr Luksemborg. Úrslitið bleiv 24-22, eftir at hava verið á odda 11-10 í hálvleikinum. Tað er tó dysturin frammanundan, sum eg hefti meg við. Føroyar tapa 26-25 móti Slovakia. Vit hava eisini spælt móti Ukraina í EM-undankappingini og bara tapt við einum, og hartil ótrúligi javnleikurin móti Montenegro. Føroyskur manshondbóltur hevur nú fingið tað landsliðsarbeiði, sum vit hava saknað so nógv. Nú spælir liðið javnan og luttekur í teimum stóru kappingunum. Vónin er, at framstigini halda fram. U21 í Algeria, U17 í Svøríki og fleiri útisetar, sum gera um seg í størri landskappingum. Nú skal hondbóltslandsliðið koma upp á sama stig sum A-landsliðið hjá monnum í fótbólti. Vanligi føroyingurin skal venja seg við at fylgja Føroyum, og teimum treytunum, ið fylgja við. Eitt nú, at vit fáa torført við at klára okkum eins væl og Danmark ger á TV2. Tað setur eisini krøv við fjølmiðlarnar, um at fáa fortalt søgurnar. Her er ÍtróttarSosialurin í serstøðu, tí vit í Sjúrði H. Hoydal hava ein frásøgumann, sum fylgir landsliðnum fyri ÍtróttarSosialin, In.fo og sigur frá á FM1. Okkara dreymur er at fortelja søguna um føroyska avrikið. Hesaferð fortelja vit søguna um fyrsta sigurin í eini HM-undankapping. Vónandi koma fleiri av slíkum slag. Tað er eisini av stórum týdningin at politiska skipanin er við. trondur@sosialurin.fo Skaðar gera at Teit Jacobsen nú gevst í Sønderjyske Tróndur Arge SønderjyskE boðar í dag frá, at Teit Jacobsen gevst í felagnum eitt hálvt ár fyri tíð. Orsøkin er skaðar, sum hava gjørt at orkuríki vongurin ikki hevur kunna spælt í longri tíð. -Tá vit heintaðu Teit Jacobsen spældi hann fast fyri sítt felag og var á U21-landsliðnum. Hann gjørdi tað væl, tá vit hødu hann til royndarvenjing í síni tíð. Vit høvdu tí stórar vónir, men skaðar hava gjørt at hann ikki hevur havt møguleikan at vísa sítt sanna virðið, sigur ítróttarstjórin í felag­ num, Hans Jørgen Haysen og leggur afturat: -Hann hevur kempa við at koma fyri seg í fleiri førum, og vit vóna at tað fer at eydnast honum hesaferð. Vit takka honum fyri tíðina í SønderjyskE og ynskja honum bestu eydnu í framtíðini, sigur Hans Jørgen Haysen. Teit Jacobsen er uppvaksin í HB og tað er ongin ivi um, at HB hevur áhuga at knýta 21 ára gamla vong­in til felagið. Sum skilst, so er møguleiki fyri at Teit Jacobsen kann spæla aftur um góðar tveir mán­aðir. trondur@sosialurin.fo TEIT JACOBSEN GEVST Í SØNDERJYSKE Søguligur sigur í Luksemborg VFF-Kup: Um vikuskiftið hava tríggir dystir verið í kappingini hjá venjarafelagnum. Veðrið hevur ávirkað, meðan TB hevur tikið úr kappingini. B68 tekur við. Mikukvøldið spæla EB/Streymur og B36, meðan dysturin millum KÍ og ÍF er fyribils útsettur til komandi mánað. Úrslit í 1. umfari: HB - AB 2-0 0-1 Adrian Justinussen 0-2 Øssur Dalbúð, br. Skála-Víkingur 3-5 0-1 Sølvi Vatnhamar 0-2 Gunnar Vatnhamar 1-2 Andreas E. Jacobsen 1-3 Gunnar Vatnhamar 1-4 Ari Olsen 2-4 Lukas Sólheim 3-4 Karl Martin Johansen 3-5 Rani Hansen NSÍ-B68 5-1 1-0 Aron Knudsen 2-0 Pætur Skipanes 2-1 Jannik Olsen 3-1 Betuel Hansen 4-1 Petur Knudsen 5-1 Jann Benjaminsen