Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vikan ið fór HB setir týska Kevin Schindler, sum áður hevur spælt í Bundesliguni, í starv sum hjálparvenjara hjá besta liði felagsins. Andreas Lava Olsen ger nýggjan eitt ára sáttmála við Víking. HB-miðvallarin Brynjar Hlöðversson skiftir til íslendska Leiknir Reykjavík. Danski John "Speedy" Larsen tekur við sum venjari hjá VÍF- kvinnunum. ÍF skrivar undir sáttmálar við verjuleikaran Jens Joensen og serbiska áleyparan Uros Stojanov. Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum vinnur á Luksemburg í EM- undankapping, har teir eisini tapa ímóti Litava og Slovakia. Sarita K. Hansen, Dánjal Martin Hofgaard, Elsa Magnussen og Brandur Kjølbro gerast evropameistarar í inniróðri. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Rebekka Fuglø Føddur: 26 Yrki: Renning Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Helsingborgs IF 2. Póllandi 3. 0 4. Peter Wright 5. Gabon 6. Hávur 7. Sonni Larsen 8. Joakim Jürs 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eitur svenska felagið, sum Brandur Hendriksson nýliga er skiftur til? 2 Caroline Wozniacki er danskur statsborgari, men úr hvørjum landi eru foreldur hennara? 3 Hvussu nógvar dystir hevur Liverpool tapt í verandi Premier League-kappingarári? 4 Hvussu eitur nýklakti heimsmeistarin í dart? 5 Hvørjum landsliði spælir Arsenal-áleyparin, Pierre Emerick Aubameyang, við? 6 Hvussu eitur kurvabóltsfelagið í Klaksvík? 7 Hvør er venjari hjá føroyska mandslandsliðnum í hondbólti? 8 Hvussu eitur danski KÍF-málverjin á myndini? Hvørjar møguleikar geva tær 80.000 krónurnar í úrvalsstuðli tær sum rennara? - Tær geva mær millum ann­að møguleika til at fara á venj­ing­ar­ legur og til kapp­ing­ar uttanlands, sum eg annars ikki hevði farið til. Hetta kann vera við til at menna meg enn meiri sum rennara, tí tað er vigtigt at fáa venjing og kapping í góðum umstøðum. Harumframt er hetta eitt herðaklapp, sum motiverar meg til at gera mær enn størri tankar um renningina. Eru tað nakrar serligar kappingar uttanlands, tú kundi hugsað tær at farið til? - Ætlanin er at finna nakrar kappingar, sum geva hóskandi mótstøðu. Júst hvørjar nýggjar kappingar koma á skránna, er ikki endaliga avgjørt enn, men t.d. Tårnby games og Copenhagen Open eru tveir møguleikar. Nú er 2019 júst farið afturum, hvussu vart tú nøgd við tað árið ítróttarliga? - Renniárið 2019 var fyri meg bæði sera gott og minni gott. Sera gott, tí innandurasesongin bleiv einastandandi, m.a. tí eg, so tíðliga sum í februar, rann meg til besta úrslitið higartil á 1500m. Minni gott, tí eg var darvað av skaða móti sumri og tískil bleiv summarsesongin heldur stutt og ikki tann besta. Kortini rann eg trý heiðursmerki heim á oyggjaleikum. Hvat krevur tað av venjing og øðrum at vera rennari á tínum støði? - Tað fyrsta eg hugsi um er gleði. At gleðast í prosessini. Gleðast í tí dagligu venjingini. Duga at njóta tað, og vera takksom fyri tað. Fyri meg, hugsi eg, at renningin er blivin ein partur av mínum lívi, sum ikki bara krevur nógv, men sum gevur mær so ótrúliga nógv. At vera rennari á høgum støði krevur sjálvsagt nógva venjing. Men tað eru eisini nógvir aðrir faktorar sum spæla inn, so sum matur, hvíld, og at raðfesta rætt, sum til tíðir kann vera hart, tí tá eg velji eitt, kann tað onkuntíð merkja at eg má velja okkurt annað frá. Hevur tú sett tær nakran málsetning fyri 2020? - Málsetningurin fyri 2020 er sjálvsagt at forbetra meg so nógv sum gjørligt og fáa nakrar góðar kappingar. So fáa vit at síggja hvørjar hurðar vera latnar upp og hvørjir møguleikar gera seg galdandi. "Teir hava bannarar, har tað stendur "Stop killing whales". Eg veit ikki um tað var tað, sum tendraði okkum." Rói Berg Hansen um góðu dystarbyrjanina ímóti Luksemburg "Vit vilja heldur doyggja á vøllinum enn at geva upp." Guðmundur Guðmundsson, íslendskur landsliðsvenjari í hondbólti, áðrenn dystin ímóti Danmark Haiti og Dominikanska Lýðveldi dystast í kappingini "Tvær høkjur - ein bóltur"