Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Búnaðargrunnurin spælir hund við bóndum – Eg eri troyttur av Búnaðargrunninum, teir spæla hund við bóndum. Teir játta lán, men koma kortini ikki við pengunum, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, sum hevur umleið 6 milliónir krónur útistandandi, tí at Búnaðargrunnurin ikki vil flyta teimum pengarnar Frants Jensen frants@sosialurin.fo MBM hevur hjálpt bóndunum á Viðareiði við at veita teimum nýmótans mjólkimaskinu og aðra útgerð til nýggja stór­ fjósið á Viðareiði. MBM skal lata eina ymiska útgerð aftur­ at, men nú hava teir sagt stopp. – Trupulleikin er als ikki hjá bóndunum á Viðareiði. Vit hava váttan frá Búnaðargrunn­ in­um, at teir fíggja fjósið. Men nú vilja teir ikki gjalda. Vit kunnu ikki halda á at lata útgerð og annað, um vit ikki fáa pengarnar inn fyri tað. Vit havar rokningar útstandandi heilt aftur til 2. Oktober í fjør. 3,7 milliónir krónur eru langt síðani falnar til gjaldingar, og síðani eru aðrar rokningar komn­ar afturat, so at tað næst­ an eru 6 milliónir krónur til­ sam­ans, ið vit hava útistand­ andi, sigur Hákun Stein­gríms­- son. Kunnu endurnýggja øll fjósini upp á stutta tíð Stjórin í MBM vísir á, at Bún­ aðargrunnurin als ikki livir upp til sítt endamál. – Grunnurin var stovnaður í 2004 við tí endamáli at hjálpa undir at styrkja føroysku mjólka­framleiðsluna. Men tíverri hevur grunnurin als ikki livað upp til endamálið. Hann hevur ofta lagt seg tvør­ an og spælir hund við bóndum, sigur Hákun Steingrímsson. Hann vísir á, at hevði Bún­ að­argrunnurin gjørt sítt ar­ beiði væl, so kundu vit eftir stutt­ari tíð fingið endurnýggja øll fjósini í Føroyum, so at vit bara hava nýmótans fjós. – Grunnurin hevur stórt fæ, sum nú er umleið 300 milliónir krónur. Men teir eru sera trek­ ir at játta bóndunum lán og gjalda játtaðu pengarnar. Um peng­arnir vórðu játtaðir at end­urnýggja fjósini, so vóru øll fjósini í Føroyum endur­ nýggjað eftir stuttari tíð, sigur Eirikur Steingrímsson. Láni kom hálvt ár ov seint Hann vísir á, at Búnaðar­grunn­ urin eisini er sera trekur á annan hátt at hjálpa bónd­un­um. – Vit hava upplivað fleiri ferð­ir, at bøndur hava vent sær til okkara í MBM og spurt um lán til traktor og onnur land­búnaðaramboð, tí tað er so trekt at fáa lán frá Bún­að­ar­ grunn­inum. Nógvir bøndur hava lánt pengar frá okkum. Í ein­um føri fekk ein bóndi lán frá okkum beinanvegin. Hálvt ár seinni fekk hann játtandi svar frá Búnaðargrunninum. Men tá hevði hann longu keypt og brúkt traktorin í hálvt ár, sigur Hákun Stein­ gríms­son. Útbyggingin av stórfjósinum á Viðareiði er steðgað upp Arbeiðið í nýggja stórfjósinum á Viðareiði er steðgað upp. Búnaðargrunnurin vil ikki rinda rokningar. Teir tríggir bøndurnir siga, at Búnaðarstovan spyr eftir ymsum viðurskiftum, sum bøndurnir hava svarað uppá fyri umleið tveimum árum síðani Frants Jensen frants@sosialurin.fo Stutt fyri jól læt nýtt stórfjós upp á Viðareiði. Teir tríggir bøndurnir, Nils Absalonsen, Rói Matras Absalonsen og Esm­ar Sørensen hava í fleiri ár arbeitt við ætlanunum, og leyg­ardagin 7. desember í fjør komu fyrstu kýrnar inn í fjósið. Í fyrstu syftu valdu teir at taka helvtina av fjósinum í nýtslu. Teir høvdu sostatt 59 kýr í fjósinum, tá ið Sosialurin skrivaði stóra grein um nýggja fjósið og ætlanirnar hjá teimum trimum bóndun­ um hálvan desember í fjør. Ætlanin var, at teir skuldu taka restina av fjósinum í nýtslu í januar í ár. Tá skuldi talið á neytum koma upp ímóti 120. Men nú er arbeiðið steðgað. Veitararnir fáa ikki sínar pengar, og teir vilja ikki gera meira, fyrr enn teir fáa sítt. Avgreiða ikki rokningarnar – Vit hava fyri langari tíð síðani fingið lán frá Búnað­ar­ grunn­inum, og vit hava vátt­ an frá teimum, at alt er í lagi. Men tá ið rokningarnar skulu gjaldast, so vilja teir ikki gjalda, sigur Nils Absalonsen, ein av teimum trimum bónd­ un­um. Rokningarnar eru komnar til bøndurnar á Viðareiði, og so hevur avtalan verið, at tær verða sendar víðari til Bún­að­ argrunnin, sum síðani rindar. Men tað er her, tað er steðgað upp. – Búnaðarstovan liggur om­an á rokningunum og av­ greið­ir tær ikki. Ístaðin fyri at avgreiða viðurskiftini, gera teir seg tvørar og seta spurn­ ing­ar við, um alt eru í lagi við treytunum hjá okkum. Og hetta eru spurningar, ið vit hava svarað fyri umleið tveim­ um árum síðani, sigur Nils Abs­alonsen. Millum annað eru spurn­ ing­ar settir við, um bøndurnir á Viðareiði hava nóg mikið av bøi at velta, og spurningar viðvíkjandi nú 30 ára gamla fjósinum við síðuna av nýggja fjósinum og umbyggingarnar av tí. – Vit hava tosað við teir fleiri ferðir, og nú senda vit teimum svarini umaftur. Vón­ andi lesa teir svarini hesaferð, sigur Nils Absalonsen. Sálarligur yvirgangur Avleiðingarnar, at rokning­ arn­ar ikki verða goldnar, eru, at tað dregur út at fáa nýggja fjósið liðugt. – Vit hava als ikki tíð at bíða. Teir, sum skulu seta mjólki­maskinuna upp, eru bí­ lagd­ir langt fram í tíðina. Koma teir ikki nú, kunnu teir í fyrsta lagi koma í mars, sigur Nils Absalonsen. – Búnaðargrunnurin koyrir sálarligan yvirgang móti okk­ um. Teir hava játtað okkum lán, men teir vilja ikki gjalda út, sigur Nils Absalonsen. Tilsamans kostar nýggja stórfjósið á Viðareiði umleið 20 milliónir krónur. Búnaðar­ grunnurin hevur goldið nógv­ar av rokningum, men her­fyri steðgaði upp. Eingin viðmerking Búnaðargrunnurin søkir í hes­um døgum eftir nýggjum stjóra. Freistin er úti í dag. Fyrrverandi stjórin, Regin I. Jakobsen, er farin í starv sum stjóri í Vága Floghavn. Virk­andi stjóri í Búnaðar­ grunn­inum er Símun Gullak­ sen, formaður í stýrinum fyri grunnin. – Eg má kanna hatta málið nærri hjá umsitingini. Eg fari eftir ætlan til Havnar í morgin (blaðm: í dag). Annars havi eg onga viðmerking til málið, sigur Símun Gullaksen. Sosialurin hevur tvær ferð­ ir tosað við Símun Gullaksen og givið honum møguleika at svara skuldsetingunum aftur, men hann vil ikki koma við aðrari viðmerking enn hesi: – Vit viðgera eitt tílíkt mál innanhýsis og ikki í almenn­ inginum, sigur Símun Gullak­ sen. Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM Teir tríggir bøndurnir á Viðareiði: Esmar Sørensen, Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen í nýggja fjósinum (Mynd: Frants Jensen)