Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140 SEINASTA FERÐIN Lýsingatilfar JEFFRI BERG STEINHØGGARIN Á STRONDUM Í GERÐI 4 - 490 STRENDUR TLF. 22 40 75 BERGSTEINAR@BERGSTEINAR.FO WWW.BERGSTEINAR.FO Gravsteinar í øllum prísklassum FA EITT GOTT TILBOÐ VIÐ UPPSETING ´ TEMA SEINASTA FERÐIN Kirkjugarðarnir eru ein endaleys útbygging - Eg haldi, at nú alt snýr seg meira og meira um burðardygd, áttu vit avgjørt at umhugsað at brúkt kirkjugarðsplássið betur. Hetta er eitt mál, sum politikarar ikki tora at nerta við, tí hetta er ikki gott valagn. Men, tað er ein veruleiki, at kirkjugarðarnir - ikki minst her í Havn - eru ein endaleys útbygging, sigur Herman Eysturoy Vilmund Jacobsen Gravarhjálpin, sum Herman Eysturoy eig­ur og rekur, tekur sær av øllum upp­ gávum í samband við jarðarferðir - alt frá byrjan til enda. - Okkara uppgáva er at hjálpa teim­um, sum hava mist, eitt nú við at taka av­ gerðir um, hvussu tey ynskja, at jarð­ar­ ferðin verður, soleiðis at hon verður virði­lig og viðkomandi fyri júst tann per­ sónin, sum er farin. Á heimasíðuni – gravarhjalp.fo – verð­ ur ítøkiliga greitt frá øllum teim­um tæn­ ast­um, sum fyritøkan veitir. Eingin politikkur Eitt, sum leingi hevur upptikið Herman Eyst­uroy, er, at kommunalu myndug­leik­ arnir ikki í størri mun hugsa um end­ur­ nýtslu av lendinum, tá ræður um kirkju­ garðar. - Sum er, veksur kirkjugarðurin við Vel­bastaðvegin í Havn við kanska 600 fer­metrum um árið. Í tíðum, sum hes­um, nú alt snýr seg meira og meira um burð­ ardygd, áttu vit avgjørt at um­hugsað at brúkt kirkjugarðsplássið bet­ur. Herman Eysturoy vísir á, at hetta er eitt mál, sum politikarar ikki tora at nerta við, tí hetta er ikki gott valagn. Men, tað er ein veruleiki, at kirkju­garð­ar­nir - ikki minst her í Havn - eru ein enda­leys út­ bygg­ing, sum hann tekur til. - Eg haldi, at tíðin er komin, har vit í størri mun mugu seta okkum fyri at end­ ur­nýta plássið í kirkjugarðinum. Júst, hvussu hetta eigur at gerast, má ein skila­ góð loysn kunna finnast fyri, og eg haldi av­gjørt, at hetta er eitt kjak, sum vit eiga at fara í holt við nú. Herman Eysturoy vísir á, at í øðrum lond­um er gravarfriður í eitt ávíst ára­ mál, kanska eini 20-25 ár, og hann held­ur, at vit í Føroyum kundu sett okkara egna ára­mál á. - Tá tíðin so nærkast, at áramálið renn­ ur út, eiga avvarðandi at hava høvi til at leiga gravarplássið kanska í 10 ár aftr­at fyri eitt minni gjald. Tá so tey næstu 10 árini eru farin, eigur høvi eis­ini at vera at leiga gravarplássið fyri eina enn longri tíð. Herman Eysturoy heldur, at tað tó ong­antíð eigur at gerast soleiðis í Før­oy­ um, at avvarðandi skulu noyðast at lata grav­arplássið frá sær, um tey ann­ars vilja varð­veita og gjalda leigu fyri grav­staðin. - Høvdu vit havt eina tílíka skipan, hevði tað í øllum førum verið ein byrj­an. Við teirri gongd, sum nú er, veksur kirkju­ garð­urin við Velbastaðvegin, sum árini ganga, langt út í Havnardal, sigur hann. Eingin líkbrenning Herman Eysturoy vísir á, at fyritøkan hjá hon­um sendir eini fimm lík í miðal til Dan­markar til kremering um árið, og síð­ an kemur øskan upp aftur til Før­oya í ein­ari leiðurkrukku, sum at enda upp­ loys­ist í jørðini. - Vit fáa ongantíð eitt krematorium í Før­oyum, tí til tess eru Føroyar ov smá­ar til, at tað kann loysa seg. Tá lík verða send til kremeringar, er tað ofta so­leiðis, at fólk ynsktu tað sjálvi – ella høvdu borið ynskini fram fyri av­varð­andi. Herman Eysturoy vísir á, at tað er ikki kostn­aðarmikið at senda lík av land­inum til krem­eringar, men fyri komm­ununa er tað ein góð loysn, tí tað spar­ir kommununi fyri gravarpláss. - Tað kostar jú kommunum pening at byggja kirkjugarðarnar út. Tí kundi komm­unan saktans eisini stuðlað krem­ ering og harvið spart gravarpláss, legg­ur Her­man Eysturoy aftrat.