Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 10 Sosialurin SEINASTA FERÐIN Lýsingatilfar Føroyskir gravsteinar - úr føroyskum basalti Á Føroya Grótvirki í Skopun merkja teir ein veksandi eftirspurning eftir gravsteinum úr føroyskum gróti Vilmund Jacobsen Eftir at brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, tóku yvir grót­ virkið í 2013, hava teir eisini sæð, at fleiri og fleiri velja grav­steinar, sum eru fram­ leidd­ir í Føroyum úr tí før­ oysku rávøruni. - Føroyska basaltið er sera vælegnað til framleiðslu av grav­steinum, og í Høvdarhaga í Skopun vísir tað seg, at ba­s­ altið er av serliga góðum slag. Brøðurnir vísa á, at tað, sum ger, at basaltið her er serliga gott, er, at tað er passaliga bleytt, og lítið er av poknum í grót­inum. - Hetta ger, at grótið er gott at arbeiða við, og tá tað verður hápolerað, fær tað ein sera vakran svartan lit, siga teir. Bora og spreingja Á Føroya Grótvirki verður eina­mest arbeitt við føroyska basalt­inum. - Vit hava egið grótbrot í Høvd­arhaga í Skopun. Her verð­ur borað og sprongt, og tað er her, at vit fáa okkara rá­ vøru. Á virkinum í Skopun verða hesir klettar, sum viga upp í eini 30 tons, skornir sundur og arbeiddir til eitt nú gravsteinar. - Hetta ger, at vit á virkinum kunnu framleiða øll hugsandi snið av gravsteinum. Her eru eisini fleiri møguleikar, tá ræð­ ur um framsíðuna á grav­stein­ inum. Framsíðan kann eitt nú verða vanligt skorin, brend, slípað ella hápolerað. Tað er tó í størstan mun tann hápoleraða framsíðan, sum verður umbiðin til grav­ steinar. Slípa og høgga Heini og Høgni Tausen vísa á, at ofta verður gravsteinurin høgd­ur til. Tað merkir, at sniðið á gravsteininum verður høgt til, soleiðis at steinurin hev­ur ein høgdan kant. - Hetta ger eisini, at sjónliga grótið kemur meira fram aftur á gravsteininum. Føroysku gravsteinarnir verða soleiðis framleiddir heilt frá grundini av. Tað merkir, at steinurin kann hava júst tað snið, sum ynskiligt er. - Ein møguleiki, sum fleiri brúka, er at fara út í kirkju­ garð­in at hyggja eftir grav­ stein­um. Er ein gravsteinur har, sum avvarðandi dáma, verð­ur mynd tikin av stein­in­ um og send saman við teksti, sum er ætlaður á gravsteinin. Heini og Høgni Tausen siga, at tá fólk hava víst á, hvørji ynsk­ini eru, tekna teir eitt upp­skot, sum vísir, hvussu grav­steinurin kann síggja út. - Síðan verður myndin send aftur saman við einum óbind­ andi og útgreinaðum tilboði, siga teir. Føroysk heildaloysn Tá gravsteinur verður keyptur frá Føroya Grótvirki, ber eisini til at fáa eina heildaloysn - heilt frá, at gravsteinurin verð­ ur teknaður, til hann er settur upp í kirkjugarðinum. - Hetta er føroysk fram­ leiðsla úr enda í annan, siga brøð­urnir, Heini og Høgni Tausen, sum leggja aftrat, at teir gera alt fyri við­skifta­fólk­ ini. Kletturin verður boraður og sprongdur í Høvdarhaga, skor­ in, tilevnaður og poleraður til ynskta sniðið á grótvirkinum, har tekstur og annað eisini verð­ur graverað í steinin, og at enda verður farið út í kirkju­ garðin at seta steinin upp. - Meira føroyskt kann tað ikki gerast, siga Heini og Høgni Tau­sen. Á heimasíðuni - www.fgv.fo - eru myndir av nøkrum av grav­steinunum, sum Føroya Grót­virki hevur gjørt. - Fleiri og fleiri velja gravsteinar, sum eru framleiddir í Føroyum úr føroyskum basalti, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen Føroyska basaltið er sera vælegnað til framleiðslu av gravsteinum Føroyski gravsteinurin verður framleiddir heilt frá grundini av. Tað merkir, at steinurin kann hava júst tað snið, sum avvarðandi ynskja