Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 242 - 17. desember 2004 Beint áðrenn 13 fakfeløg skuldi taka avgerð um at stevna landsstýrinum, komu boð úr Tinganesi um, at landsstýrið slakaði LÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrið hevur nú tryggjað sær, at tað sleppur undan at verða stevnt. Men gongst ikki sum ætlað, er tað bara fyribils, at landsstýrið hevur tryggj- að sær eitt andarhol, Tað er lagnan hjá trygg- ingarfelagnum, LÍV, sum spøkir. Trettan fakfeløg ætlaðu mikudagin at stevna lands- stýrinum fyri at fáa rættin at avgerða, hvør hevur ogn- arrættin til LÌV. Men nakrar fáar tímar áðrenn avgerðin um stevn- ing skuldi takast, komu boð frá landsstýrinum um, at tað slakaði fyri krøvunum frá fakfeløgunum. Sostatt er líkt til, at tær samráðingar, sum nú hava vart í fýra ár, fara at vara nakrar mánaðir afturat. Alt byrjaði við, tá ið Løg- tingið síðst í 1999 gjørdi LÌV til eitt alment partafel- ag. Hetta mótmæltu trygg- ingartakarar, tí teir ivaðust ikki í, at LÌV er ein sjálv- ognarstovnur, sum trygg- ingartakararnir eiga og at Løgtingið sostatt ikki hevði ognarrættin yvir LÍV tískil heldur ikki kundi gera tað til eitt alment partafelag. Ætlanin var beinanvegin at stevna landsstýrinum. Men kortini varð avgjørt at royna at finna eina polit- iska semju fyrst. Tað endaði við, at 13 fak- feløg, sum hava limir, ið hava eftirløn hjá LÌV, átóku sær at røkja áhugamálini hjá tryggingartakarunum. Tey 13 feløgini gjørdu eitt samtak, sum síðani valdi ein samráðingarbólk, ið skuldi samráðast við landsstýrið um at fáa ognarrættin til LÌV aftur, har sum tey søgdu, hann átti at vera, nevniliga hjá tryggingartakarunum. Tær samráðingarnar hava nú verið í meiri enn fýra ár. Herfyri helt samráðingar- bólkurin seg hava fingið eina semju sum var, at tryggingartakararnir skuldi fáa 50% av partabrøvunum í LÍV. Samstundis skuldi lands- stýrið vátta, at tað vildi víkja frá fyrningarfreistini, soleiðis at tryggingartakar- arnir framvegis kundi stevna, gekk ikki eftir vild. Men tá ið ætlanin var at fáa landsstýrið at staðfesta semjuna skrivliga, kom aftur kinkur í, tí landsstýr- ið vildi ikki skriva undir semjuna, soleiðis sum sam- ráðingarbólkurin vildi. Tvørturímóti boðar landsstýrið frá, at tað ger ikki serligar semjur um LÍV og fyrningarfreistini vildi landsstýrið ikki víkja fra. Og tá ið málið er fyrnað 21. desember í ár, er ikki nógv tíð at geva av. Tað fekk samráðingar- bólkin hjá fakfeløgunum at staðfesta, at tað slepst ikki longur við samráðingum. Tí var bólkurin eisini til reiðar at sleppa samráð- ingunum. Ístaðin kallaði bólkurin tey 13 fakfeløgini á fund mikudagin. Har skuldu fakfeløgini taka støðu til at stevna landsstýrinum. Samstundis hevur ar- beiðsbólkurin mælt til at roynt verður at finna trygg- ingartakarunum aðrar møguleikar fyri at stovna eftirlønartryggingar enn ígjøgnum LÍV. Hetta kundi antin gerast við at flyta eftirlønirnar úr LÌV í eitt annað eftirlønar- felag, antin í Føroyum ella uttanlands. Ella kundi tað gerast við at stovna eitt nýggjan eftir- lønargrunn. Eisini hetta skuldi fakfel- øgini taka støðu til á fund- inum mikudagin. Landsstýrið slakaði Men nakrar fáar tímar áðr- enn fundurin skuldi vera, tók málið eina nýggja vend. Landsstýrið boðaði fakfel- øgunum frá, at tað varð sinnað at víkja frá fyrning- arfreistini, so at tað ikki er neyðugt at stevna lands- stýrinum nú fyri ikki at missa øll krøv. Ístaðin fyri at fyrningar- freistin gongur út 21. des- ember í ár, gongur hon nú út 21. desember næsta ár ístaðin. Jógvan Mørkøre, sum hevur verið ein talsmaður hjá samráðingarbólkinum sigur, at landsstýrið hevur eisini boðað fakfeløgunum frá, at tað beinanvegin fer at skipa fyri at skipa eitt slag av umboðsráði fyri LÍV. Sostatt hava fakfeløgini gjørt av at tey stevna ikki landsstýrinum enn. Á fundinum mikudagin heittu feløgini í samtakin- um annars á samráðingar- bólkin um at halda fram, til málið alt var í pottinum. Sum skilst skulu 35 limir vera í umboðsráðnum. Men heldur enn at velja eitt stórt umboðsráð, sum krevur umfatandi, umsit- ingarligt arbeiði, gjørdu feløgini sostatt ístaðin av at mæla landsstýrinum til at velja velja Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska í nevnd- ina fyri LÌV, so at fakfeløg- ini tann vegin kunnu fylgja við í málinum og vera við í tilgongdini. Annars skulu allir trygg- ingartakararnir velja fólk í umboðsráðið, har hvør tryggingartakari fær at- kvøður eftir, hvussu nógv hann ella hon eigur. Feløgini vísa á, at um- boðsráðið kemur bara at sita útvið eitt ár og tey halda ikki at tað er nøkur orsøk til at fara undir eitt so umfatandi arbeiði, sum bara skal vara í so stutta tíð. Men tá ið LÍV verður ein- skilt, verður so aftur talan um at skipa eina nevnd við fimm fólkum, har trygging- artakararnir skulu hava tveir limir fyri tann helm- ingin, sum teir fáa av LÌV. Tann, sum so fær hina helvtina, fær eisini tveir nevndarlimir. Landsstýrið skal so velja fimta limin. À fundinum mikudagin hava fakfeløgini sostatt hel- dur ikki tikið støðu til at út- vega limunum aðrar trygg- ingarmøguleikar ella at stovna nýggjan eftirlønar- grunn, sigur Jógvan Mørk- øre. Sluppu undan at stevna landsstýrinum Fyribils hava tryggingartakararnir og landsstýrið fingið sær eitt andarhol í stríðnum um LÌV. Tað hendi tá ið landsstýrið slakaði í evstu løtu