fríggjadagur 17. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 17. desember 2004
5
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út fýra
nýggjar bøkur. Talan er um
smábarnabøkurnar Glitr-
andi, skróvandi talbókin
hjá Malju eftir L. Cousins,
og Jólini hjá Flekk eftir
Eric Hill. Ein barnabók, ið
eitur Ein hundur, ein ketta
og ein mús eftir Bárð
Jákupsson, og kenda ævin-
týrið Aladdin og ganda-
lampan, ið Philip Pullman
hevur endursagt.
Hetta er tíðin, tá ið nógv-
ar nýggjar bøkur koma á
marknaðin. Heldur ikki í ár
er nakað undantak í so
máta, og nú hevur Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
útgivið ikki minni enn fýra
barnabøkur.
Aladdin á fyrsta sinni
á føroyskum
Bókin um glitrandi, skróv-
andi talbólkina hjá Malju er
ein upplivingarbók til tey
smáu. Øll børn, sum eru
góð við Malju, fara at gleð-
ast um hesa litføgru talbók-
ina. Bókin er best egnað til
tey 2-3 ára gomlu, hon
kostar 80 krónur í bókabúð-
unum. Tað er Niels Jákup
Thomsen, sum hevur týtt úr
enskum.
Jólini hjá Flekk er fitt
bók til tey heilt smáu. Hon
hevur litfagrar myndir og er
prentað á haldgott papp.
Hon kostar 50 krónur í
bókabúðunum, og tað er
Eyðna Magnussen, ið hev-
ur týtt úr enskum.
Bókin ein hundur, ein
ketta og ein mús er fyrsta
royndin hjá Bárði Jákups-
syni sum barnabókahøv-
undur. Bárður hevur í mong
ár teknað til barnabøkur,
men hesaferð eigur hann so
eisini orðini. Bókin er væl
egnað til tey 4-7 ára gomlu
og kostar 95 krónur í bóka-
búðunum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
er klassiska ævintýrið um
Aladdin og gandalampuna
týtt til føroyskt. Tað er
Gunnar Hoydal, ið hevur
týtt. Bókin er í serstakliga
vakrari útgávu. Hon er 68
síður til støddar, sera vakurt
innbundin og kostar 150
krónur í bókabúðunum.
tn
Fýra nýggjar barnabøkur
Um vikuskiftið skipar
Fornminnissavnið
fyri jólahugna heima
á Garði í Hoyvík
Tíðindaskriv
frá Føroya
Fornminnissavni
Í hesum myrku døgum upp
undir jól er skundur á fólki.
Runnið verður úr einum
handli aftur í annan. Tað er
so mangt, ein skal náa
undan jólum.
Tí kann tað hugnaliga
umhvørvið kring útisavnið
hjá Fornminnissavninum
við Hoyvíkina hava eina
øðrvísi meira friðsæla upp-
living at bjóða foreldrum
og børnum, ommum og
abbum og øðrum við, nú vit
fjórða árið á rað skipa fyri
jólahugna heima á Garði í
Hoyvík hetta seinasta viku-
skiftið fyri jól.
Inni í roykstovuni í Hoy-
víksgarði er kynt við torvi í
komfýrinum, bakaður verð-
ur onkur forkunnugur jóla-
bakstur, borðreitt er við sið-
bundnum føroyskum mati,
og blíðar konur stákast inn-
andura.
Ávísar tíðir hoyrist ser-
merktur tónleikur úr stov-
uni. Hetta eru 6 tónleikarar,
sum spæla nakað av tí, sum
Jens Christian Svabo skriv-
aði í nótabók sína einaferð
síðst í 1700-talinum. Henda
nótabók varð í 1928 funnin
á loftinum í Pætursastovu í
Havn. Nú royna vit at fanga
og endurskapa eitt sindur
av tí dámi, sum valdaði á
døgum Svabos í eini stovu í
Havn fyri umleið 200 árum
síðani.
Úti í stovu verða jólabrøv
skrivað, sjálvandi við fjøð-
urpenni og blekki.
Aðrar tíðir hoyrast onnur
ljóð úr stovuni. Nú eru tað
tvær, sum syngja gomul
skjaldur úr Funningi.
Uttandura hava børnini
úr at gera. Summi tuska
runt á granskingarferð at
leita eftir vættrum ella
royna at gera bond og tog í
hoyggjhúsinum.
Onnur
standa í bíðirøð fyri at
royna nakað so spennandi
sum at sleppa at ríða á
teimum sermerktu og fittu
føroyskum rossunum.
Kiwanis selur jólatrø í
túninum og skapar á tann
hátt aftur í ár jólahugna í
útisavninum.
Roykur
kemur
úr
skorsteinum á smiðjuni, tí
smiðurin hevur kynt í ess-
uni og er farin at smíða tað
gløðandi jarnið til ein-
hvønn prýðiligan lut.
Um kalt er úti, er gott at
koma innum í turkihúsinum
og keypa sær ein kaffi- ella
temunn ella saft og okkurt
jólaligt og gott afturvið.
Heimavirkaðir lutir eru
eisini at fáa í turkihúsinum.
Fornminnissavnið loyvir
sær at taka 20 kr frá teim-
um vaksnu til alt tiltakið.
Atgongumerkið inniheldur
samstundis skránna, kort-
mynd yvir útisavnið og
upplýsingar um føroysk
ross og um Svabotónleikin.
Jólahugni sum í gomlum døgum
Talan verður um »gamaldags« jólahugna á Hoyíksgarði um
vikuskiftið