fríggjadagur 17. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 242 - 17. desember 2004
Síðan Skipaeftirlitið
varð yvirtikið, er
eftirlitið av trygdar-
útgerð umborð á
skipum vorðið dýrari.
Orsøkin er, at klassin
ger arbeiðið fyri
skipaeftirlitið
TRYGDARKANNING
Edvard Joensen
Tað kostar einar 10.000,-
krónur at fáa trygdarút-
gerðina umborð á einum
línuskipið kannaða. Hetta
er meirkostnaður, sum er
komin, síðan Skipaeftirlitið
vað yvirtikið, sigur ein
reiðari, sum Sosialurin hev-
ur tosað við.
Tað er rætt, váttar stjórin
á Skipaefirlitinum. Og tað
verður gjørt soleiðis sam-
bært løgtingslóg um trygd á
sjónum, sum er frá 2001.
Tá trygdarútgerðin um-
borð á føroyskum fiski-
skipum í dag verður kann-
að, er tað klassin, sum ger
hetta arbeiðið. Og fyri
hendan ómakin fær reiðarí-
ið so eina rokning, sum
kann liggja frá 5.000,- til
einar 10.000,- krónur, sigur
reiðarin, sum Sosialurin
hevur tosað við.
Hann vísir á, at hendan
eykaútreiðslan er rímiliga
nýggj, og var ikki, tá skipa-
eftirlitið var danskt. Tá var
tað Statens Skibstilsyn,
sum gjørdi hetta eftirlitið,
og tað varð ikki tikið eyka-
gjald fyri tað.
Óli Hans Hammer Olsen,
stjóri á skipaeftirlitinum,
váttar, at Skipaeftirlitið ikki
ger tey eftirlitini, sum talan
er um. Tað verður latið
klassanum at gera. Sam-
bært løgtingslóg um trygd á
sjónum, sum er frá 2001, er
Skipaeftirlitinum heimilað
at leggja eftirlitið við trygd-
arútgerð til persónar ella
fyritøkur, sum Skipaeftir-
litið metir hava førleika til
tess.
Grundgevingin fyri hesi
heimild er, sigur Óli Hans
Hammer Olsen, at avlasta
almennu fyrisitingina sum
mest.
Í Føroyum verður hetta
latið klassanum at gera. Tað
eru tey trý feløgini, sum
umboðað eru í Føroyum.
Tey eru Lloyds, Norske
Veritas og Bur. Veritas. Og
tey gera tað so móti brúk-
aragjaldi, sigur hann. Brúk-
aragjald er alt meira vanligt
eisni í londunum rundan
um okkum. Tað er í grund-
ini bara føroyska Skipa-
eftirlitið, sum ikki krevur
brúkaragjald, sigur stjórin.
Sum grundgeving fyri, at
Skipaeftirlitið ikki sjálvt
ger hesi eftirlit við trygdar-
útgerðini, nevnir Óli Hans
Hammer Olsen manningar-
trot.
Skipaeftirlitið er stutt og
greitt ikki nóg væl mannað
til allar tær uppgávur, sum
áliggja teimum. Tí er henda
kunngerðin, sum heimilar
at lata onnur gera vísar
uppgávur, eisni sera hent,
sigur hann. Tá skipaeftir-
litið var danskt, sýnaðu teir
skip. Og tað var so tað. Og
tað enntá við fleiri donsk-
um sýnsmonnum, sum ikki
koma hendanveg, nú eftir-
litið er yvirtikið. Í dag
verður rættiliga nógv gjørt
av at sýna smáar batar eis-
ini, sigur Óla Hans Hamm-
er Olsen.
Tað er ikki smávegis lóg-
arverk, Skipaeftirlitið skal
umsita, sigur stjórin. Ikki
færri enn 4.000 síðum
skulu tey hava skil á. Og
talan er um altjóða reglur,
sum skulu haldast. So greitt
er, at við tí manningartali,
sum er á stovninum, er
veruliga neyðugt at leggja
onkrar uppgávur til av-
greiðslu uttan fyri húsið.
Eitt nú eftirlitið við trygd-
arútgerðini.
Tað er alt ov lítið tikið
til, tá fíggjarnevndin
metir, at ein millión
skal hækkað mjólkar-
stuðulin til tað
dupulta av tí, hann er
í dag, sigur bóndi
MJÓLKARSTUÐUL
Edvard Joensen
Fíggjarnevndin siktar ov
lágt, tá hon metir, at hon
kann
hækkað
mjólkar-
studningin við 50 oyrum
fyri liturin við at seta eina
millión afturat á fíggjarlóg-
ini til tað endamálið.
Tað sigur Tróndur Nicla-
sen, bóndi í Bø, sum vísir á,
at skal hatta talið við einari
krónu fyri liturin halda,
skal hækkanin vera tríggjar
milliónir heldur enn tann
eina, sum fíggjarnevndin
hevur ásett.
Hann heldur ikki, at
nevndarlimirnir rættiliga
hava sett seg inn í málið, tá
teir siga soleiðis í álitinum
til Løgtingið:
»Nevndin hevur ynskt at
hækka játttanina við kr. 1
mió. til at hækka mjólka-
stuðulin eftir viðmerking
frá vinnunevndini, soleiðis
at
mjólkastudningurin
verður 1 kr. pr. litur.«
Tróndur Niclasen vísir á,
at framleiðslan ídag er sjey
milliónir litrar árliga, og
stuðulin er 50 oyri fyri
hvønn litur. Ein millión
gevur so 14 oyru fyri litur-
in, og aftur at teimum ver-
andi 50 oyrunum, røkka tey
ikki til eina krónu.
»Skulu vit náa hesi krón-
uni, má játtanin upp á um-
leið 3,55 miliónir krónur«,
sigur Tróndur Niclasen,
bóndi.
Men á Mjólkarvirkinum
hjá MBM eru tey ikki heilt
samd við bóndan.
Tað er rætt, verður sagt
frá MBM, at stuðulin til
framleiðaran skal hækkast
nógv
meira
enn
eina
millión fyri at náa einari
krónu fyri liturin. Men tá
flutningstuðulin
verður
tikin við, verður samlaði
mjólkarstuðulin ivaleyst at
liggja um tað einu krónuna
við hesi hækkingini, siga
tey hjá MBM.
Dýrari at kanna trygdarútgerð
Tað kostar einum skipaeigara upp til einar 10.000,- krónur at fáa trygdarútgerðina umborð á skipi kannaða. Hetta gjaldið er komið, síðan Skipaeftirlitið varð
yvirtikið
Skeiv tøl á fíggjarlógini
Skal mjólkarstuðulin náa
einari krónu fyri liturin, má
játtanin á fíggjarlógini
hækkast munandi, ella skulu
hesar og fleiri av teirra
medsystrum gevast at mjólka