Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Millum stórmálini, sum lógu eftir uttan endaliga við­gerð undan seinasta vali, var uppskotið um ein nýggja vælferðarlóg. Táverandi lands­stýris­ kvinnan við al­manna­mál­ um, Eyðgunn Samuel­sen, legði uppskotið fyri tingið, men málið datt burtur, tí tað var ikki liðugt viðgjørt, tá ið løg­ maður á ólavsøku skriv­ aði út nýval. Nú hevur lands­stýris­ kvinan við al­manna­mál­ um í nýggja lands­stýri­ num, Else­beth Mercedes Gunn­leygs­dóttur, sent upp­skotið aftur til hoyr­ ingar við smærri broyt­ ing­um. Freistin at koma við við­merkingum er longd frá fríggjadegnum til týs­ dagin í næstu viku. Uppskotið hevur til endamáls at laga væl­ ferðar­skipanina til før­ oysk viðurskifti. Forsorgarlógin hevur í góða hálva øld verið hornasteinurin í før­ oysk­um sosialpolitikki og undir føroysku væl­ ferðar­skipanini. Hetta er upprunaliga donsk lóg, og var sett í gildi fyri Føroyar í 1967. Fyrstu ferð heitið “forsorgarlóg” varð nýtt fyri sosiallóg, galdandi í Før­oyum, var í 1960, men nýggj lóg kom í 1967, og síðan er lógin vorðin broytt munandi í fleiri um­før­um. Í 1988 vórðu allar broytingarnar savnaðar í eini sokallaða lógar­kunn­ gerð, men framhaldandi er tað lógin frá 1967 við seinni broytingum, sum er heimildargrundarlagið. Forsorgarlógin er smíðað í eini tíð, har væl­ferðar­tænasturnar vórðu skipaðar á annan hátt enn í dag, og sum í stóran mun bygdu á eina stovnsgerð (institutionalisering) av borgarum, ið bóru brek. Broytingar Tað tykist at vera breið politisk semja um, at vit skulu hava eina føroyska vælferðarlóg, sum byggir á føroysk viðurskifti eisi­ ni. Tá ið nýggja sam­gong­ an tók við, segði lands­ stýriskvinnan beinan­ vegin, at uppskotið fór at verða lagt framaftur og tað verður tað so eftir øll­ um at døma seinni í vár. Landsstýriskvinnan hevur gjørt nakrar broyt­ ing­ar í lógar­upp­skoti­ num. Tað mesta er til­lag­ ing­ar. Kortini er ein broyt­ing, sum hevur prinsippiell­an týdning. Eftir broyt­ingini verður ásett í lógini, at tey sum fáa fyri­bils og varandi uppi­halds­ veitingar kunnu fáa tær óheftar av, hvat hjúna­ felagin hevur av inn­ tøkum. Kortini verða treyt­ ir setar fyri at fáa uppi­ haldsveiting. Viðkomandi skal ikki hava ognir, sum kunnu brúkast til uppi­ haldið Sambært gamla upp­ skotinum var ásett eitt bagatellmark á inni­ stand­andi peningi á 10.000 kr. Hjá giftum persóni var markið 15.000 kr. Upphæddirnar kunnu geva umsitingarligar av­ bjóðingar, tí flestu per­ són­ar hava hægri upp­ hædd innistandandi fyrst í mánaðinum og við end­an mánaðinum kann upp­hæddin so vera lægri. Nú er bagatellmarkið hækkað til 30.000 kr. (bæði gift og ógift). Hetta er sama upphædd, sum verður brúkt í sambandi við játtan av familju­í­ skoyti. Politiskar broytingar Hesar broytingarnar eru gjørdar av lands­stýris­ kvinnuni og al­manna­ ráðnum. Tá ið um­mælini eru komin frá teim­um, sum hava fingið upp­ skotið til ummælis, verða tey gjøgnumgingin og møgu­liga løgd inn í sjálvt upp­skotið. Men so skal ein politisk við­gerð til. Málið skal fyri á landsstýrisfundi, har allir flokkarnir í samgonguni so skulu semjast um broyt­inganar. Tað kann hava fylgjur við sær, so aðrar broytingar eisini verða gjørdat, áðrenn sjálvt lógaruppskotið verður borið aftur í Løg­ ting­ið. Tá ið lógin verður sam­tykt, so verður hetta fyrstu ferð, at før­oy­ingar fáa eina føroyska væl­ ferðarlóg ella sosiallóg. Higartil hevur alt verið bygt á gomlu donsku lóg­ ina, hóast stórur part­ur av al­manna­verki­num hevur verið stýrdur við kunn­gerðum, sum altso hava heimild í gomli donsku lógini. Vælferðarlógin verður nú løgd fram aftur Uppskotið um nýggja føroyska sosiallóg er sent til ummælis við smærri broytingum, sum nýggja landsstýriskvinnan við almannamálum hevur gjørt Elsebeth M. Gunnleygsdóttur arbeiðir við at gera uppskotið til vælferðarlóg klárt at leggja fram aftur Eyðgunn Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna, legði uppskotið fram í farna valskeiði, men uppskotið datt burtur Almannaverkið brúkar ein stóran part av fíggjarlógini