Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 Ert tú okkara nýggi frískúlaleiðari? Les meira um starvið á friskulin.fo Starvslýsing - umsóknarfreist 15. februar Frískúlin leitar eftir nýggjum skúlaleiðara at standa á odda fyri eini spennandi og øðrvísi undirvísing og skúlahugsjón. Brennir tú fyri at fremja námsfrøði í verki, hevur tú lærara- ella tilsvarandi útbúgving umframt starvsroyndir sum lærari og møguliga leiðsluroyndir, er eitt leiðarastarv í Frískúlanum í Havn kanska rætta valið fyri teg. Frískúlin er eitt stað, har næmingar læra og mennast. Uppgáva skúlans er at virka fyri, at hvør einstakur næmingur lærir og mennist, og í so stóran mun, sum til ber, fær brúkt øll síni evni. MIÐSTOVUGARÐUR á Sandi · tlf. 220203 MIÐSTOVUGARÐURIN Í VÁGSBÓTNI OG KLAKSVÍK EPLI KR. 300 Folva og Oleva. 15kg sekkir NEYTAKJØT KR. 1.500 15kg eskir blandað. GRØNMETI KR. 30 PR. KG. Gularøtur-Reyðrøtur-Kálrabi- Garðakál-Grønkál-Purrir SEYÐAKJØT KR. 1.500-2.000 Nøkur røst lambskrov + bøgir við síðu. Føroyskt seyðakjøt er heimsins besta Vit selja í Vágsbotni mikudagin 15. jan. frá kl 13.30 til 16.30 og í Klaksvík við Magnstøðina leygardagin 18. jan. frá kl 11. til 15. RING ELLA SMS OG BÍLEGG KJØT KUNNGERÐ Útskifting av Syðraseyði matr.nr. 373c í Sandavági Samb. lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting, seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, §§ 9 og 79, verður boðað til útskiftingarfund Hósdagin 23. jan. 2020 kl. 19.00 í kommunuskrivstovuni í Sandavági. Til viðgerðar verður býti av Syðraseyði. Nevndarlimir: Inger Merete í Brekkunum, Hósvík Olaf í Garði Joensen, Eiði Nevndinar vegna. Arnold Thomassen, útskiftingarformaður MÁLNINGAR TIL SØLU Málningar av Sigmund Petersen og Waagstein til sølu. Tel. 58 62 43 Endurlýsing Søkt verður eftir fólki at gera reint í fimleikahøllini í Tofta skúla at byrja skjótast møguligt. Reingerðin er umleið 20 tímar um vikuna, sum verður at fremja um kvøldið eftir, at høllin er stongd ella tíðliga á morgni, áðrenn skúlatíð. Løn verður goldin samb. sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir ella við telduposti nes@nes.fo, í seinasta lagið 18.01.2020. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla tlf. 565003. Nes kommuna 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo VINDMYLLUR NORÐAN FYRI EIÐISVATN Elfelagið SEV ætlar at seta seks vindmyllur upp norðan fyri Eiðisvatn. Vindmyllurnar eru 3 MW hvør. Í hesum sambandi hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið. Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringsfreistin er 4 vikur. Møgulig hoyringarsvar skulu í seinasta lagi mikudagin 12. februar 2020 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.