hósdagur 16. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Tað verður stríðsval um,
hvør skal verða formaður
í Starvsmannafelagnum
hesi næstu fýra árini.
Gunnari Hjelm bjóðar
verandi formanni, Súna
Selfoss, av
Jóhan á Plógv Hansen
fekk nógva spælitíð
mikukvøldið, tá danska
hondboltslandsliðið
vann á Russlandi, og
føroyingurin kláraði
seg stak væl
Nú verður gongd sett á
arbeiðið við at byggja
ein nýggjan dagstovn við
Gøtugjógv. 12 milliónir
krónur eru settar av á
fíggjarætlanina fyri í ár
til hetta
Hotellið í Havn, Hilton
Garden Inn, er komið
á ein fínan lista hjá
amerikanska miðlinum
Forbes. Tey meta, at
hetta hotellið er millum
tey mest spennandi,
sum lata upp í 2020
77.863 tons í kruvdari
vekt av alilaksi vórðu
tikin í fjør. Hetta er væl
meir enn í 2018, tá ið
framleiðslan var umleið
65 túsund tons og eisini
meira enn í 2017, tá ið
framleiðslan var umleið
71 túsund tons
Heilsuskúli Føroya
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Mikudagin 15. januar vóru
tað 120 ár síðan, at William
Heinensen, rithøvundur og
fjøllistamaður, varð borðin í
heim í Havn – í árinum 1900
120
120
Tað hevur verið nógv kjak hesa
vikuna um Heilsuskúla Føroya,
sum er staðsettur í Hovi. Bergun
Kass, býráðslimur í Havn, bar í
lesarabrævi fram, at tað er ein
trupulleiki, at Heilsuskúlin er í
Suðuroynni. Hetta hevur fingið øði
í nógvar suðuroyingar, sum ikki
skilja, hví alt skal vera í Havn. Tí
suðuroyingar eru vanir við at ferðast
tvørtur um fjørðin til skúla og
annað fleiri ferðir um vikuna. Men
Bergun Kass vísti á trupulleikan, at
fólk í røktini norðanfjørs ikki hava
neyðugu útbúgvingina. Jenis av Rana,
landsstýrismaður, hevur gjørt greitt,
at skúlin verður verandi í Suðuroynni
"Skulu vit spæla
kommunukontór?
Tann fyrsti, sum
rørir seg, hevur
tapt!"
"Nú hoyra vit ikki so
nógv til Gretu Thunberg.
Er hon farin í hi, ella eru
miðlarnir blivnir troyttir
av henni?"
Vit fegnaðust í heyst um veðrið.
Tað regnaði illa, ja, men vit høvdu
ómetaliga gott heyst og vetrarveður
undan jólum.
Men síðani hava vit fingið av at vita.
Lágtrýstini stóðu í flokki vestanfyri og
tey hava givið okkum nógvan vind og
regn, so hvørt tey eru komin eysturyvir.
Strandferðslan hevur síðan á
jólum havt úr at gera við avlýsingum
og broytingum í ferðaæltanunum
hjá strandfararskpunum og hjá
bussunum. Skúlar hava verið stongdir
um morgunin og samfelagið hevur
partvísi verið lamið hesar dagarnar.
Tað sær út sum tað mest ógvusliga
er yvirstaðið á hesum sinni, men skal
kortini minna á, at veturin er ikki farin
afturum enn.
Ája!
Politiskt hevur ikki verið so nógv
ferð á. Eftir at fíggjarlógin var samtykt
eins og broytingarnar í lógini um fyri
siting v sjófeingi, er tað sum øll skipan
in hevur brúk fyri at stedðga á. Sjálv
andi eru tað framvegis ósemjur um
fiskivinnuna, sum vit eisini fara at
hoyra um í komandi tíðum.
Tosið um breiðar semjur, sum vit
ofta hoyra, , síggja vit lítið og onki til.
Hetta tí at politiska støðan millum
andstøðu og samgongu er løst fast.
Vit eru komin inn í eina gongd, har vit
meira ella minni hava fingið tað, sum
nevnt verður blokkpolitikk.
Onkur heldur tað er smart, men fyri
borgarar og vinnulív er tað ikki altíð
gott. Hvørja ferð eftir væl, og vit fáa
valdsskiftið, verða stórar broytingar
gjørdar í samfelagsviðurskiftunum,
so lógargrundarlagið í samfelagnum
hóskar til sitandi blokksamgongu.
Ája!
Friður hevur eisini verið um viður
skiftini millum Føroyar og Kina.
Ein ikki tilætlaður lekii frá einum
fundi skapti annars rumbul í, men tá ið
avtornað er, sær hetta ikki út til at hava
fingið nakrar álvarsligar fylgjur. Tosið
hevur verið um, hvørt eitt kinesiskt
telefelag skal sleppa at lata útgerð til
nýggja 5G samskiftistøknina.
Føroya Tele situr formliga við av
gerðini, men man ikki vera, at almenna
fyritøkan verður ráðgivin av politisku
eigarunum, um hvata gerast skal.
Ája!
Mikudagin vóru mentannarheiðurs
lønir landsins handaðar í Sjónleikar
húsinum í Havn. Má siga, at sjáldan
havi eg verði so samdur við tey, sum
avgørdu hvør skuldi hava heiðurs
lønirnar.
Hanus G.Johansen er trubadourur
og lagsmiður og hevur glett okkum her
á landi við sínum tulkingum av yrk
ingum hjá mongum – fyrst og fremst
hjá Poul F.
Simma sleppa vit heldur ikki
uttanum. Sum nevnt var í grundgev
ingunum, so var hann ein teirra, sum
legði grundina undir nýggju føroysku
popmentanina .
At so forlagið Leirkerið eisini fekk
eina viðurkenning, var gott.
Tað arbeiðið, sum Zakaris
og Flóvin í Mortansstovu
hava gjørt fyri føroyskt
mál og føroyskar bók
mentir. kann ikki yvir
metast.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At tað tann fyrsta
desember í fjør búðu 52.067
fólk í Føroyum? Tað merkir, at
vit eru 807 fleiri, enn vit vóru
í desember í 2018. Hetta
er ein vøkstur upp á 1,6
prosent
FRÍGGJADAGIN
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri
8 til 13 m/s. Út á dagin strúkur í
vindi upp í skrið av vestri, 13 til
20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og
regn. Hitin alt samdøgrið millum
3 og 7 stig.
LEYGARDAGIN
Strúkur í vindi upp í skrið av
útnyrðingi og vestri, 13 til 20 m/s.
Seinni gul til stívt andøvsgul av
útsynningi, 5 til 10 m/s. Nakað
av regni, um kvøldið turt. Hitin
um dagin millum 4 og 7 stig, um
náttina um frostmarkið.
SUNNUDAGIN
Strúkur í vindi upp í skrið av út-
synningi, 13 til 20 m/s. Skýggjað
og nakað av regni. Hitin millum 5
og 8 stig.
13-20 m/s
13-20 m/s
8-13 m/s