Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 5 FRANTS JENSEN S tjórin í MBM vísir á, at Bún­aðar­grunnurin í fleiri ár hevur verið sera trekur at veitt lán og á annan hátt at hjálpt bóndum kring landið. – Vit hava í fleiri ár upplivað, at Búnaðargrunnurin hevur verið sera trekur at veita lán. Fleiri bøndur hava tí vent sær til okkara í MBM at fáa lán. Av tí sama fíggja vit til dømis nógvar av traktorunum í Føroyum. Um vit høvdu teir pengarnar, sum Búnaðargrunnurin hevur at ráða yvir, so kundu vit eisini fíggja øll tey nýmótans fjós­ini í Føroyum, sigur Hákun Steingrímsson. Politikarar eiga at hyggja eftir skipanini Hann vísir á, at Bún­aðar­grunn­ urin næstan flýtur yvir í peng­ um. Teir hava eitt fæ, sum er á umleið 300 milliónir krónur. Tá ið grunnurin varð stovnaður í 2004, vórðu 30 milliónir settar í grunninum. Síðani er pen­ing­ur­ in bara vaksin. Hann heldur, at tað ber ikki til, at tað skal taka so drúgva tíð at endurnýggja øll fjósini í landinum, tá ið grunnurin, ið hevur sum endamál at stuðla undir føroyskari mjólka­fram­ leiðslu, bólgnar í pengum. – Tað riggar tíverri illa í dag. Eg haldi, at politiska skipanini má hyggja eftir, um grunnurin livir upp til endamálið, ella um tað má gerast á annan hátt, sigur Hákun Steingrímsson. Spæla hund Mikudagin skrivaðu vit í Sosial­ in­um, at bæði bøndur og stjórin í MBM, Hákun Steingrímsson, komu við grovum atfinningum móti Búnaðargrunninum. Millum annað segði Hákun Stei­ngrímsson soleiðis: – Eg eri troyttur av Bún­aðar­ grunninum, teir spæla hund við bóndum. Teir játta lán, men koma kortini ikki við peng­unum, segði hann. Hava ikki tíð at bíða Ein av bóndunum, ið hev­ur merkt sviðan av, at Bún­aðar­ grunnurin hevur verið trekur at gjalda rokningar, er Nils Absalon­sen á Viðareiði. – Vit hava fyri langari tíð síðani fingið lán frá Bún­að­ar­ grunninum, og vit hava váttan frá teimum, at alt er í lagi. Men tá ið rokningarnar skulu gjaldast, vilja teir ikki gjalda, segði Nils Absalonsen við mikudagsblaðið. Nils Absalonsen hevur saman við tveimum øðrum bóndum á Viðareiði, Esmari Sørensen og Róa Matras Absalonsen, júst byrjað eitt stórfjós á Viðareiði, har teir ætla at hava 120 neyt. Fyri­bils hava teir fingið 59 neyt í fjósið. Ætlanin var at gera restina av fjósinum liðugt í hesum mánaðinum, so at um­ leið 50 neyt skulu koma inn aftur­at. Men nú er vandi fyri, at ætlan­in dregur út, tí at fyritøkur og onnur, ið skulu gera arbeiði og veita tilfar og annað, hava sagt stopp, at tær ikki vilja gera meira, fyrr enn tær fáa pening gold­nan fyri tað arbeiði, ið tær hava gjørt ella fyri tær vørur, tær hava latið. Fund á Viðareiði Sosialurin hevur frætt, at starvs­fólk frá Bún­aðar­grunni­ num mikudagin vóru norðuri á Viðareiði á fundi við bøndurnar har. Bøndurnir siga, at fundurin var góður, og teir vóna, at málið skjótt verður loyst. FRANTS@SOSIALURIN.FO Í greinini, sum stóð í Sosialinum mikudagin, høvdu vit tvær ferðir skrivað Búnaðarstovan, tá ið tað skuldi standa Búnaðargrunnurin. Vit biðja orsaka mistakið. RÆTTING ØLL FJÓSINI KUNDU ØLL FJÓSINI KUNDU VERIÐ ENDURNÝGGJAÐ VERIÐ ENDURNÝGGJAÐ EFTIR FÁUM ÁRUM EFTIR FÁUM ÁRUM – Um tær 300 milliónirnar hjá Búnaðargrunninum vórðu játtaðar og nýttar at endurnýggja fjósini í Føroyum, so vórðu øll fjósini endurnýggjað eftir nøkrum heilt fáum árum, og vit høvdu bara nýmótans fjós í Føroyum. Men tíverri gongur tað sera trekt við tí, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM MYND: ÁLVUR HARALDSEN Búnaðargrunnurin hevur onga viðmerking FRANTS JENSEN Sosialurin tosaði við virkandi stjóran mánadagin og týsdagin, men hann vildi onga viðmerking gera. Hann fekk aftur møguleika at gera viðmerkingar til grovu skuldsetingarnar mikudagin og hósdagin, men vit høvdu onga viðmerking fingið, áðrenn blaðið fór til prentingar. Sosialurin hevur eisini verið í sambandi við starvsfólk í Búnaðargrunninum, men tey vilja heldur onga viðmerking gera og vísa til virkandi stjóran. Við mikudagsblaðið segði Símun Gullaksen soleiðis: – Eg má kanna hatta málið nærri hjá umsitingini. Vit viðgera eitt tílíkt mál innanhýsis og ikki í almenninginum. Annars havi eg onga viðmerking, segði Símun Gullaksen. FRANTS@SOSIALURIN.FO Virkandi stjóri í Búnaðargrunninum, Símun Gullaksen, sum eisini er formaður í stýrinum fyri grunnin, hevur enn onga viðmerking til grovu ákærurnar, ið eru førdar fram móti grunninum