Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 6 PÆTUR HJALMAR EVENSSON N ógvir føroyingar antin minnast ella hava hoyrt um, tá bilasølan Bilfríðkan brann ein vetrardag í 1988. Allur bygningurin kolaðist upp, og tað sama gjørdi verkstaðið og eykalutagoymslan, umframt 17 bilar. Talan var um skaða fyri eitt virði á umleið 10 milliónir. Hetta var ein dagur, sum 48 ára gamli havnarmaðurin Brynleif Askildsen ongantíð fer at gloyma. Tað var nevniliga hann, ið átti neistan, sum elvdi til stóra eldsbrunan. Minnið frá hesum degnum hevur plágað hann líka síðan, men nú hevur hann valt at bróta tøgnina við at fortelja sína søgu um óhepnu misskiljingina, sum ikki kundi verið øðrvísi. – Tað hevur tikið mær langa tíð at gera av, um eg skal fortelja mína søgu ella ikki. Men eg føli ein stóran tørv á at fortelja um hesi tingini, sum eg havi sitið innibrendur við øll hesi árini. Eg ivist ikki í, at mínir gomlu arbeiðskammeratar føla tað sama og hugsa: “Ja, hetta er okkara søga”, tá teir lesa hesa greinina. Tí hatta var eitt stórt sjokk fyri allar, sigur ein avgjørdur Brynleif Askildsen, sum nú er til reiðar at taka okkum 32 ár aftur í tíðina til óhugnaliga dagin á Velbastaðvegnum. Ein neisti verður til stóran eld Tað er 21. januar 1988, og kavin hevur lagt seg um alla Havnina hendan hósmorgun. 17 ára gamli Brynleif Askildsen fer við góðum treysti til arbeiðis í framkomna verkstaðnum hjá Bilfríðkan, har hann hevur verið í læru sum bilmekanikari í gott og væl eitt ár. Fyrsta uppgávan hjá Brynleifi í dag er at skera ein skerm av einum bili við vinkulslípara. Bilurin stendur mitt á einari breiðari rennu, sum gongur gjøgnum alt verkstaðið. Brynleif fer í gongd, men aftaná eina løtu spyr hann ein eldri lærling um vegleiðing. Gamaní, og teir lyfta so bilin upp við einari dynkraft, so royndi lærlingurin betur kann greiða Brynleifi frá, hvussu hann skal bera seg at. Nú er klárt hjá Brynleifi at fara og skera, og hann letur seg í trygdarhjálmin. Í tí sama hann byrjar, gevur vinkulslíparin ein neista frá sær, og áðrenn hann veit av, logar ein flamma í einari mannshædd í ristini tvørtur um alt verkstaðið. – Eg fekk eitt ekstremt sjokk. Eg kundi beinanvegin staðfesta, at tað var mín skyld, minnist Brynleif Askildsen aftur á. Flýggja frá eldinum Brynleif og eldri lærlingurin renna eftir brandslanguni, sum hongur á vegginum. Har er ikki skúm í, men vatn. Teir royna at spula, men finna skjótt út av, at teir ikki eru harrar yvir eldinum. Ógvusliga flamman letur ikki við seg koma, men breiðir seg bara fyri hvørt sekund. Fyri at bjarga bilunum, sum standa inni í verkstaðnum, verður avgerð tikin um at lata garasjuhurðina upp fyri so at koyra bilarnar út. Tað skuldu teir ikki havt gjørt. Tí tað at hurðin fer upp ger, at ilt kemur til, soleiðis at eldurin sleppur at breiða seg enn meira. Nú eru góð ráð dýr, og arbeiðsmenninir ásanna, at verkstaðið ikki stendur til at bjarga. Teir mugu heldur bjarga 32 ÁR AFTANÁ BILFRÍÐKAN BRANN: – Líka síðan tá havi eg hugsað, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi, so har ikki kom eldur í, sigur 48 ára gamli Brynleif Askildsen, sum fyri 32 árum síðani kom í eina óhepna støðu, sum endaði við, at bilasølan Bilfríðkan brann í grund – EG VAKNI ENN UM – EG VAKNI ENN UM NÁTTINA NÁTTINA OG SÍGGI OG SÍGGI ELDIN FYRI MÆR ELDIN FYRI MÆR Gamla Bilfríðkan helt til á Velbastaðvegi 78 Um eg skal siga tað beint út, so ræðist eg eld sum fanan sjálvan í dag