Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 7 sær sjálvum og tí flýggja allir út gjøgnum neyðdyrnar og út í kavan, haðani teir síggja sítt arbeiðspláss umforma seg til eitt eldhav. – Vit hugdu inn og sóðu bilarnar brenna og bensintangarnar bresta. Tað var ræðuliga ógvusligt fyri okkum, sum vóru ungir tá, sigur Brynleif. Sproytikabinan Men ein maður er ikki komin út úr verkstaðnum enn. Hesin stendur inni í sproytikabinuni og lakkerar, og hann hvørki hoyrir ella sær nakað til nakran eld, tí tað larmar so illa í kabinuni. Knappliga sløknar ljósið, og tá hann vendir sær móti rútinum til verkstaðið, raknar hann við. Ein neyðhurð er í kabinuni, men hon er stongd. Lukkutíð hevur hann fingið lykil nakrar dagar frammanundan, og tí sleppur hann út gjøgnum neyðhurðina. – Eg hugsaði nógv um hetta tá, og hetta er nakað, sum eg havi havt á samvitskuni. Tí um hann ikki hevði fingið lykilin og Brynleif Askildsen stendur her við Velbastaðvegin og hyggar at tí, sum einaferð var Bilfríðkan. Í dag heldur Nordcar til í bygninginum 17 bilar kolaðust upp og allur bygningurin oyðilegðist 21. januar 1988