hósdagur 16. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
8
bleiv brendur inni, so hevði tað
verið mín skyld, sigur Brynleif
Askildsen.
Misskiljing við Sløkkiliðið
Sløkkiliðið kemur á staðið, men
tað vísir seg, at onkur misskiljing
er komin fyri við fráboðanini um
eldin í Bilfríðkan. Brandstøðin
hevði skilt fráboðanina sum,
at tað bara var eldur í einum
bili í Bilfríðkan - og ikki í øllum
bygninginum. Tá átaksleiðarin
sær stóra bálið, sær hann,
at meira fólk má innkallast
umgangandi.
Tað gongur av góðum
grundum tí ein góð løta, áðrenn
full manning kemur á staðið.
Men tá er ov seint, tí tá stendur
alt í ljósum loga. Alt verður
kolað upp, og tað eru so at siga
bara veggirnir í bygninginum,
sum standa eftir.
Bensin lak í rennuna
Einasti tankin, sum melur í
høvdinum hjá unga Brynleifi
Askildsen allan hendan dagin,
er: "Hvat havi eg gjørt?". Hann
hugsar ikki um annað og
skilir ikki, hvussu hann við
sínum vinkulslípara gjørdi, at
eldur kom í alt verkstaðið so
knappliga.
Men dagin eftir hendir nakað,
sum setir tingini í perspektiv,
soleiðis at hann skilir støðuna
betur. Telefonin ringir. Tað er ein
annar frá verkstaðnum, og hann
fortelur, at hann dagin fyri eldin
hevði arbeitt uppá hendan bilin,
sum Brynleif skuldi skera í við
vinkulslíparanum. Viðkomandi
hevði tikið eina pumpu úr
bensintanganum uttan at lappa
fyri aftur, soleiðis at hol var í
tanganum.
Bensin var tí runnið úr
tanganum og niður í rennuna,
uttan at lærlingarnir báðir, sum
lyftu bilin upp við dynkraft,
vistu av nøkrum. Rennan var
tí full av bensini og øðrum
veskum, sum vísti seg at vera
sera eldfimt.
– Eg gav neistan
Tað var gott fyri Brynleif at fáa
greiðu á, hví eldur so knappliga
kom í. Men hann er allíkavæl
ongantíð ordiliga komin víðari
frá sjokkinum, hann fekk í
verkstaðnum fyri 32 árum
síðani. Serliga er tað ein ávís
skuldarkensla, sum hevur
plágað hann.
– Fakta var bara tað, at tað var
eg, sum gav neistan. Tað er her,
ábyrgdarkenslan kemur inn, og
hetta havi eg tugt uppá øll hesi
árini. Líka síðan handan dagin
havi eg hugsað, hvat eg kundi
havt gjørt øðrvísi, fyri at har
ikki skuldi koma eldur í, sigur
Brynleif Askildsen, sum ikki
dylir fyri, at hetta er eitt eymt
evni hjá honum at tosa um.
Brent barn ræðist eld, sigur
orðatakið - og hesum kennir
Brynleif seg aftur í.
– Um eg skal siga tað beint
út, so ræðist eg eld sum fanan
sjálvan í dag. Eldur er ikki til
at spæla við. Sjálvt um tað eru
meira enn 30 ár síðani, so kann
eg gott vakna upp um náttina og
síggja hetta stóra bálið fyri mær
enn, sigur hann.
– Tað er hetta sjokkið, sum
situr fast í mær.
"Tað er ikki tín skyld"
Starvsfelagarnir hjá Brynleifi
royndu at stuðla honum, so
hann ikki skuldi lata eldsbrunan
ávirka seg.
– Allir søgdu við meg, at
eingin okkara kundi gjørt nakað
øðrvísi. Hatta var ein óheppin
støða, hent er hent, og hatta er
farið. Og stjórin hjá mær hevur
ongantíð brígslað mær nakað
viðvíkjandi eldsbrunanum.
Hann hevur altíð sagt, at eg ikki
skuldi spekulera uppá tað, sigur
Brynleif Askildsen.
Vil bróta tøgnina
Í roynd og veru hevur Brynleif
ongantíð ordiliga tosað um
hendingina í Bilfríðkan í
smálutir áður. Tað hevur í staðin
bara verið meira yvirskipað tos.
– Tað er klassiskt føroyskt, at
vit ikki tosa um tingini, heldur
hann.
Men tað hevur stóran týdning
at seta orð á sínar traumatisku
upplivingar, meinar Brynleif.
– Tá mann tosar um tað,
so fær mann tað út, og tað
hjálpir at viðgera tað. Í dag
hevði eg ivaleyst fingið hjálp
frá sálarfrøðingi til at tosa um
tað, men tað havi eg ongantíð
fingið. Tíbetur havi eg havt gott
fólk rundan um meg, sum hava
stuðlað mær, klappað mær á
ryggin og hjálpt mær at komið
víðari, sigur Brynleif Askildsen.
Hóast bálið á Bilfríðkan var
ein ógvuslig uppliving fyri
Brynleif Askildsen, so hevur
tað ikki rætt hann burtur frá
yrkinum sum bilmekanikari.
Hann hevur í fleiri ár havt egið
verkstað, og í dag arbeiðir hann
fyri seg sjálvan.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Bilfríðkan
helt fram
Eldsbrunin var eitt øgiligt
bakkast fyritøkuna. Men
hetta var tó ikki endin á
Bilfríðkan, tí avgerð varð
beinanvegin tikin um at
byggja alt upp aftur. Har var
ein bygningur við síðuna
av, sum eldur ikki kom í, og
her koyrdu teir víðari eina
viku aftaná. Samstundis
varð gamli bygningurin
bygdur upp aftur á nýggjum,
og hesin stóð klárur eitt ár
seinni.
Bilfríðkan helt fram líka
inntil 2004, tá fyritøkan
varð seld til Nordcar.
Søgan um Bilfríðkan hevur
lært okkum nógv, og í dag
fyribyrgir mann, at slíkar
vanlukkur skulu henda. Tað
ger mann eitt nú við at hava
skúm í brandslanguni, og tað
er ikki longur loyvt at hava
so breiðar rennur, sum vóru í
Bilfríðkan tá.
Fakta var bara tað,
at tað var eg, sum
gav neistan. Tað er
her, ábyrgdarkenslan
kemur inn, og hetta
havi eg tugt uppá øll hesi árini
Brynleif Askildsen var 17
ára gamal, tá lærupláss
hansara brann í grund