Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 9 T að er nú greitt, at tað verður stríðsval um, hvør skal verða for­ maður í Starvs­manna­ felag­num hesi næstu fýra árini. Aðalfundurin verður 7. mars og tá ið freistin at stilla upp til formansvalið var úti á midnátt mikukvøldið, varð greitt, at tað vera tvey valevni til formanssessin.  Verandi formaður, Súni Selfoss, stillar upp aftur, men hesa ferð fær hann kapping frá Gunnari Hjelm, sum eisini stillar upp, og sum sostatt bjóðar hon­ um av. Gunnar Hjelm er varaleiðari á ambulansutænastuni. Hann er 55 ára gamal, hann er úr Vági, men hevur nú búð í Havn í fleiri ár. Hann hevur fyrr verið álitis­ maður og felags álitis­maður í Dan­mark. Súni Selfoss er eisini 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvs­ mannafelagnum síðani 2000 og tey seinastu fýra árini hevur hann verið formaður í felagnum. Súni Selfoss hevur verið út­ vaps­teknikari og savnsvørður í Kring­varpi Føroya. Tað skulu eisini veljast tveir nevnd­ar­limir á aðalfundinum 7. mars. Freistin at stilla upp til nevndarvalið er 1. februar. Tað verður stríðsval um formansessein í einum av teimum heilt stóru fakfeløgunum Eyðkennið fyri filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir ÁKI BERTHOLDSEN L eygarkvøldið 15. februar verður stórt tiltøk í Norð­ur­landahúsinum, har átta føroyskir film­ ar fara at kappast um at fáa virðis­lønir. Talan er um virðislønina, Geyt­an, og áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu, sum verða lætnar bestu føroysku stutt­filmunum.  Norðurlandahúsið sigur, at 20 filmar komu inn til kappingina og av teimum eru átta filmar í upp­skoti til at fáa virðislønirnar. – Eyðkennið fyri filmarnar, sum vóru við í kappingini, er dirvi, fjølbroytni og hug­ur­in at ganga nýggjar eksperi­ment­ er­andi leiðir, sigur Norð­ur­ landahúsið. –  Nú sæst skilliga at films­ vinnan hevur fingið betri um­ støður, og at hon nú hevur nøkur ár á baki, leggja tey afturat. Geytakvøldið byrjar við, at filmurin, Pápar mugu ikki for­ stýrast, hjá Jónfinn Stenberg, verð­ur vístur Hinir átta filmarnir eru hesir: 1. Við fyrsta eygnabrá hjá Esther á Fjallinum sum er ein song­filmur um Hannu. Hon elskar sítt lív og øll hon hevur rundan um seg. Men tað er eitt hon manglar - tann stóra kær­ leikan í sínum lívi. 2. Verkir hjá Theresu & Kar­ inu Jákupsdøtur, sum er um broyt­ingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar Átta føroyskir filmar kappast um virðislønir vórðu fluttar inn á sjúkrahús. Vit hitta kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundan um føðingina. 3. Hví eru vit her? Hjá Búa Dam & Dánjali á Neystabø, sum er ein barnasendirøð um lívsins stóru spurningarnar, bæði deyða, sorg, kærleika, einsemi og vinalag. Í sendirøðini fylgja vit teimum báðum Dánjali og Búa, sum búgva saman í einum risa stórum húsum við nógvum rúm­um. 4. Ósøgd orð, sum er gjørdur á Nóllywood, ið er filmsskúli í Nóls­oy fyri ung. Hann er um Trygva, sum er fluttur í stórbý, men vendir snútan aftur móti lítlu oynni, har hann fyrr búði, fyri at vitja Hjalmar og systir sína, Ragnhild. Trygvi leggur tó til merkis, at Ragnhild, ið fyrr var ein smæðin bygdargenta, nú er blivin til eina djarva kvinnu. 5. Trøllabeiggi hjá Gudmundi Helms­dal. Filmurin fer fram sein­ast í 1800 talinum. Røkt­ing­ ar­mennirnar Jákup og Pætur, ið eru brøður, hava, lívið á tamb, bú­leikast á einum garði í einum fjarskotnum dali, langt frá grannabygdini. Eitt myrkt skíggj hongur tó yvir teirra sambandi, og ósøgdu orðini kunnu fáa van­ lukkuligar fylgjur. 6. The River hjá Atla Brix Kam­ban. Tað er ein ferð gjøgn­ um málningar hjá millum annað William Blake, Gustave Doré, Salva­dor Dali og Francisco Goya.  7. Smoothie Baby, sum er gjørd­ur á Nóllywood. Eitt barn fer at gráta. Í fruktskálini eru tríggj­ar fruktir, ein pera, ein lime og ein súr sitrón. Tey undrast yvir hvat ljóðið er, tí tey hava ikki hoyrt barnið gráta fyrr. So kemur mamman og uggar barnið, so sigur hon, at hon fer at gera ein leskiligan frukt smoothie. 8. Vit/Kenslur, sum er gjørdur á Nóllywood. Hetta er er ein roynd um, hvussu tað er, at tosa um kenslur millum ung í Før­oy­um. Tað er ein roynd við heilt fýrakantaðum rammum, ið gongur út uppá at seta fýra fremm­and ung saman í eitt rúm og kanna, hvussu tey hava tað við at tosa um kenslur. Hesir átta filmarnir kappast um virðislønina, Geytan, men harumframt fara áskoðararnir hetta kvøldið eisini at velja tann film­in, tey halda vera tann besta. Geytin verður nú latin fyri áttandu ferð Suni Selfoss og Gunnar Hjelm bjóða seg fram til formanssessin í Starvsmannafelagnum GUNNAR BJÓÐAR GUNNAR BJÓÐAR SUNA AV SUNA AV