Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 10 TEMA: Pápabarsil Pápabarsil STEINAR PATURSSON T að er einki galið við at økja um farloyvi til pápan. Men skal upp­ hæddin og talið á far­ loyvs­døgum í skipanini økjast, skal tað fyrst og fremst rætt­ ast til mammuna, heldur Arni Zachariassen. – Farloyvisskipanin reflekt­ er­ar longu tað, at børnini hava í fyrstuni nógv meira tørv á mam­ muni. Eg eri nokk so vísur í, at nógvir pápar hava upplivað tað, at tað er so nógv børnini, ið hava tørv á pápanum í byrjanini, tað er heldur mamman. Tað er so mín uppliving. Arni Zachariassen hevur trý børn og hevur eisini sjálvur verið í farloyvi. Hóast hann hevði fegin vilja verið meira í farloyvi, heldur hann, at mamm­an skuldi fyrst og fremst fing­ið fleiri vikur. – Eg hevði væl tímað meira, mær dámar væl leiklutin sum pápi. Men skulu vit broyta skipan­ina, so skulu mam­mur­ nar fáa meira, áðrenn vit fara at tosa um páparnar, sigur Arni Zachariassen. Størri fleksibilitet í skipanina Yvirhøvur heldur Arni Zach­ a­ri­as­sen, at far­loyvis­skipan­in kundi verið meira fleksi­bul, enn hon er í dag. – Eitt er at oyramerkja og siga, at hesin og hasin skulu hava so og so nógv. Men eg skilji ikki, hví vit skulu gera skipanina minni fleksibla.Hví skal tað vera antin ella? Hví kunnu vit ikki siga, at hetta tað dagatalið, sum tit fáa? Ella loyva foreldrum at verða "slúsað út" aftur, soleiðis at mamman kann vera í farloyvi hálva tíð? Skipanin hevði verið frægari, um mammurnar kundu fara út aftur á arbeiðsmarknaðin so við og við, sum umstøðurnar loyvdu, sigur Arni Zachariassen. Sam­stundis ger hann eisini greitt, at við fleksibiliteti hevði skipanin kunna hjálpt meira undan føðing. Sum er fáa mammurnar ein mánaða í farloyvi áðrenn føð­ing. Stendur illa til, kunnu tær tó sjúkrameldast, soleiðis at tíðin heima verður longri, men rættast hevði verið, at farloyvisskipanin loyvdi longri tíð heima frá arbeiði undan føð­ ing. – Eg kenni fleiri mammur, sum hava havt tað av hundan og til til arbeiðis, tí tær hava havt ein kompliseraðan graviditet. Hví kunnu vit ikki gera tað meira fleksibult at fáa meira far­loyvi áðrenn barnsburð, spyr Arni Zachariassen og leggur aftrat, at tað tilboðið kundi eisini verið til páparnar. Inntriv í frælsið hjá familjum Arni Zachariassen metir, at familjan man vera best skikkað at meta um, hvønn tørv tær hava í mun til farloyvi, og sostatt gevur tað heldur ikki mein­ing, at tað almenna skal inn at avgerða, hvussu nógva tíð foreldrini fáa hvør sær. – Hví oyramerkja yvirhøvur? Hví ikki geva familjuni so og so nógva tíð í farloyvi, og so má hon sjálv finna útav tí? Summi siga so, at so høvdu páparnir tikið enn minni farloyvi. Tað kann so væl vera, men kanska vit skulu virða avgerðirnar, ið familjurnar taka. Eg veit ikki heilt, hvat fólk eru bangin fyri í tí førinum. Metir tú, at tað er inntriv í fræls­ið hjá tí einstaka og hjá pør­um, at farið verður inn at siga, hvussu leingi tey sleppa at vera í farloyvi hvør sær? – Tað er tað. Men eg haldi ikki, at frælsið hjá tí einstaka vaksna er tað, sum er umráðandi her. Tað er tørvurin hjá børnunum. Og eg eri heilt við uppá, at børn hava tørv á pápum, men tað er ikki pápin, sum er mest um­ráðandi fyrstu tíðina í lívi­num hjá einum barni. Tað er mamman, sum er primeri um­sorganarpersónurin, bæði fysiskt og kensluligt. Javnstøðan má víkja Aðrastaðni í blaðnum vísir Ólavur Ellefsen, formaður í Javn­støðunevndini, á, at far­ loyvis­skipanin hevur vansar fyri bæði kynini, og kann í so máta vera ein bági fyri javn­ støðuarbeiðið. Skipanin revsar kvinnur á tann hátt, at hon ger seg inn á lívsinntøku og arbeiðsmøguleikar, og hon ger seg inn á menn á tann hátt, at teir hava minni tíð saman við børnum sínum, um­framt at hon ger støðu teir í for­eldra­rættar­ málum truplari. Tað er kortini ikki hugtakið um javnstøðu, ið skal stýra kjakinum, heldur Arni Zacharias­sen, sum eisini metir, at skipanin kann bjarga starvs- og inntøkumissi á ann­ an hátt enn at stýra talið á farloyvisdøgum millum for­ eldrini. – Eg eri øgiliga lítið við upp á javnstøðu sum eitt abstrakt hug­tak - at tað skal vera so stýr­ andi. Tað er upp á onkran máta órættvíst, at mammur taka meira farloyvi enn pápar, men eg haldi, at tað er púra náttúrligt. Og um eitt abstrakt hugtak sum javn­støða er í andstøðu við tað, so má javnstøðan í mínari verð fara. Tað, sum er umráðandi, er barnið, og ikki í hvønn mun vit liva upp til hugtakið javnstøða. Arni Zachariassen ásannar tó, at tað er ein trupulleiki, at rættarskipanin á ein hátt dúvar upp á farloyvi fyri at áseta for­ eldrarætt. – Tað er ein trupulleiki, og tað virkar sum ein heiladeyður máti at fara fram. At siga, at vit síggja, at barnið er meira saman við mammuni, samstundis sum lógin sigur, at barnið skal vera meira saman við mammuni, tað gevur onga meining, sigur Arni Zachariassen, sum tó leggur aftrat, tað eru børnini, ið skulu hava rætt foreldrini heldur enn um­vent. STEINAR PATURSSON S oleiðis sum far­loyvis­ skipanin er snikk­að saman, frem­ur hon mismun móti báð­um foreldrum. Ólav­ur Ellef­sen, formaður í Javn­støðu­nevndini, vísir á, at fyri mammuna gongur skipan­in út yvir karrieruna, lívs­inn­tøku­na og pensiónina, meðan páp­in verður fyri sviðusoð, bæði tí hann fær minni tíð heima við barninum, um­framt at tað gongur út yvir møguleikarnar hjá pápanum at fáa foreldrarætt, skuldi parið farið hvør til sítt. – Størsta orsøkin til mis­ mun millum kynini er tað, at mammurnar taka barsil og eru burtur av arbeiðsmarknaðinum tey árini. Hyggja vit eftir teim­ um kvinnunum, sum fara av arbeiðsmarknaðinum, hava tær munandi lægri lívs­inn­tøku enn tær, sum ikki gera. Lívs­ inn­tøkan er um 20-30 pro­sent lægri, sigur Ólavur Ellef­sen. – Lønin verður lægri, pen­ sjónin verður lægri, og møgu­ leik­ar­nir á arbeiðs­mark­naði­ num verða verri. Tað, at mamman hevur rætt til nógv meira farloyvi enn pápin, hevur eisini ávirk­an á møguleikanum hjá pápa­num at fáa foreldrarætt, skuldi eitt par farið hvør til sítt. – Rætturin hyggur eft­ir, hvør hevur tikið sær av børnunum, og so gev­ur rætturin mammuni for­eldra­rættin av teirri einastu grund at hon hevur tikið sær av teimum, sigur Ólavur Ellef­sen og ger greitt, at farið verður inn við lóg at geva mammuni fyrimun í for­eldra­ rættarmálum, tí at lógin sigur, at mamman fær 44 vikur í far­ loyvi, meðan pápin bert fær fýra. Størsta orsøk til mismun millum kynini - LATIÐ FAMILJURNAR RÁÐA Tað er altíð gott, at pápar fara í farloyvi. Men barnið hevur fyrst og fremst tørv á mammuni ta fyrstu tíðina, og tað eigur farloyvisskipanin eisini at reflektera. Farloyvisskipanin eigur fyrst og fremst at taka atlit til barnsins tørv, og tí skal farloyvi til mammuna leingjast, áðrenn páparnir fáa meira, heldur Arni Zachariassen, kjakari