Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 11 STEINAR PATURSSON P ápar eru foreldur eins og mammunar, og tí skuldi tað verið sjálv­ sagt, at teir hava eins nógvan rætt at vera heima í barns­burðarfarloyvi, og mam­ mur­nar hava. Tað sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini. Tá spurdur, um tað yvirhøvur er neyðugt, at pápar fara í farloyvi, vendir Ólavur Ellefsen spurn­ingingum á høvdið. – So kanst tú akkurát tað sama spyrja um, er tað neyðugt at mammur fara í barsil. Eitt barn hevur tvey foreldur - eina mammu og ein pápa. Og barnið hevur brúk fyri báðum foreldrunum. Barnið hevur brúk fyri mammuni, og barnið hevur brúk fyri pápanum. – Spyrt tú javnstøðunevndina, so skal ikki gerast munur vegna kyn. Tað vil siga, at tú skalt ikki vera fyri vanbýti, tí at tú hevur skeivt kyn. Ein pápi er eins nógv foreldur sum mamman. Men av tí, at tú hevur skeivt kyn, so hevur tú minni rætt at vera saman við barninum, sigur Ólavur Ellefsen. Setir foreldur upp móti hvørjum øðrum Ein av vansunum við far­loyvis­ skipan­ini, sum hon er í løtuni, er at hon setir foreldur upp móti hvørjum øðrum. Pápar hava í løtuni rætt til fýra vikur av farloyvi, meðan mamman hevur rætt til 44 vikur. For­eldrini kunnu tó semjast um, at pápin fær ein part av tí farloyvinum, ið mamman ann­ ars eigur at hava. – Pápin kann sannføra mam­ mu­na um, at hann skal fáa ein part av hennara farloyvi. Men hví skulu tey semjast? Hvat er tað, sum er so serligt við hesum, at tey skulu semjast um tað? Tað er ikki so nógv, sum fólk eru samd um annars, sigur Ólavur Ellef­sen. Hetta elvir til trupulleikar, tí tað merkir í grundini, at pápin tekur av farloyvinum hjá mam­ muni. – Nógvar mammur siga so: "Tað er virkuliga ónt av tær at taka farloyvi frá mær." Tað er jú heilt absurd, at foreldur verða noydd út í hesa støðuna, at pápar mugu stjala farloyvi frá mammuni. Tað burdi verið eins nógv til pápan, sum til mammuna, sigur Ólavur Ellef­ sen og vísir samstundis á, at hann metir hetta vera eina av or­søk­unum til, at tað eru so fáir pápar í longdum farloyvi. Skeivur retorikkur Ólavur Ellefsen heldur sam­ stundis, at tað er rættiliga løgið at tosa um oyramerkt farloyvi til pápan, samstundis sum at far­ loyvið til mammuna ikki verður umtalað sum oyramerkt. Talan er í grundini um oyramerking til bæði foreldur, tó at munurin á oyramerkingini er stórur. – Eg haldi, at tað er skeivur retorikk­ur at siga, at farloyvi er oyramerkt til pápan, tí far­loyvi er eisini oyramerkt til mam­ muna. Tað er bara ein spurn­ ing­ur um, hvussu stór oyra­ merk­ingin er. Tað er eingin, sum hevur ilt í reyvini av, at 44 vikur eru oyramerktar til mammuna. Mamman hevur so møguleika at fráskriva sær tann rættin, um foreldrini eru samd. Men tað vil samstundis siga, at mamman hevur vetorætt. Løgin konstruktión Føroyska farloyvisskipanin er sam­stundis eisini einasta skipan á arbeiðsmarknaðinum, ið krev­ ur, at tvey fólk skulu semjast um ein ágóða, sigur Ólavur Ellef­sen og vísir á, at so skjótt tú saman­ ber farloyvisskipanina við aðrar skipanir, sæst, hvussu høpis­ leyst tað er at krevja semju um far­loyvi. – Um vit taka summarfrí sum dømi, so kundi tú sagt, at menn ar­beiða meira enn kvinnur, og tí burdu menn havt longri summarfrí enn kvinnur. Og hjá pørum, sum eru gift, burdi tað verið soleiðis, at hava tey 12 vikur í summarfrí tilsamans, so skuldi pápin havt 10 vikur í sum­ marfrí, meðan mamman hevur tvær vikur. So kundi pápin giv­ ið mammuni eina viku ella fleiri. Tað er líka absurd sum barsils­ skipanin, sum vit hava. – Barsilsskipanin er tann ein­ asta skipanin, har tú skalt vera samdur við ein annan persón um fordeiling av onkrum ágóða, sigur Ólavur Ellefsen og leggur aftrat, at skulu eginkvotur vera part­ur av farloyvisskipanini - sum Ólavur Ellefsen eisini metur er rætt - so skulu kvoturnar til pápan og mammuna vera eins stór­ar. Dagar Tal av pápum Dagar í miðal 2001 4481 204 21,9 2002 7137 390 18,3 2003 8242 434 18,9 2004 8830 426 20,7 2005 7245 412 17,5 2006 7333 410 17,8 2007 7021 395 17,7 2008 11379 423 26,9 2009 9994 368 27,1 2010 9715 365 26,6 2011 8106 285 28,4 2012 8197 331 24,7 2013 8961 339 26,4 2014 10255 355 28,8 2015 11148 370 30,1 2016 14619 436 33,5 2017 15415 439 45,4 2018 13230 417 31,7 Farloyvi oyramerkt til pápar í vikum Svøríki 12 Danmark 2 Finland 9 Norra 15 Ísland 20 Føroyar 4 Pápafarloyvi í Norður­londum Føroyskir menn verða raskari at fara í farloyvi Fyri Javnstøðunevndina er málið fyrst og fremst, at pápar fáa eins nógv farloyvi og mamman ger. Núverandi skipan, har mamman fær 44 vikur meðan pápin fær bert fýra, hevur vansar fyri bæði kyn. - Skipanin er absurd, sigur Ólavur Ellfsen, formaður í Javnstøðunevndini Pápar skulu hava eins stóra kvotu Í Norðurlondum er rættiliga ymiskt, hvussu nógv pápar fáa tillutað í farloyvi. Ísland letur 20 vikur til pápan og er sostatt eisini tað norðurlandið, ið letur mest. Næst kemur Norra við 15 vikum, Svøríki letur 12 vikur , og Finland letur níggju vikur. Føroyar eru næstaftast við fýra vikum, ið eru oyramerktar pápanum, meðan Danmark er á aftasta plássi. Bert tvær vikur verða oyramerktar pápanum í Danmark. Tað skal tó viðmerkjast, at tað er eisini ymiskt, hvussu restin av farloyvinum verður lutað út. Í Danmark, til dømis, eru 32 vikur, ið eru felags millum bæði foreldrini, í Finlandi er tað 26 vikur, meðan tað í Norra er 15 vikur. Hóast pápar í Føroyum kunnu fáa burturav farloyvinum hjá mammu, so er tað í grundini ikki at rokna sum felags farloyvi, tí sum útgangsstøði eigur mamman hinar 44 vikurnar, ið ikki eru tillutaðar pápanum. F øroyskir menn hava seinastu árini verið raskari at taka farloyvi. Hóast Barsilsskipanin ikki hevur nágreinilig hagtøl til taks fyri, júst hvussu býtið er út á vikur, so eru hagtøl fyri, hvussu nógvir pápar hava verið í farloyvi á hvørjum ári, og hvussu nógvar dagar páparnir hava verið í farloyvi tilsamans. Sostatt ber eisini til at siga, hvussu nógv páparnir hava verið í farloyvi í miðal. Og tað talið er munandi hægri í dag, enn tað var, tá pápafarloyvi varð veruleiki í 2001. Fyrstu árini lá miðaltalið á farloyvisdøgum hjá pápum undir 20, men í 2008 hækkaði tað munandi, og hevur síðani ongantíð verið undir 20. Yvirhøvur hevur trendurin verið uppeftirgangandi, og tølini vísa, at seinastu trý árini eru páparnir farnir at nýta meira farloyvi enn bert tær fýra vikurnar, ið eru oyramerktar teimum.