hósdagur 16. januar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
12
TEMA: Pápabarsil
Pápabarsil
ANNIKA KUNOY IM
T
á ið Bjørk, yngsta dóttir
Rógva Laksáfoss og
Sannu á Borg, í august
mánaði í 2018 varð
átta mánaðir gomul, fór Rógvi
í barsil.
– Eg og Sanna høvdu snakkað
saman um avgerðina, og í ávísan
mun var avgerðin egoistisk. Eg
vildi fegin sleppa at royna at
vera heima hjá Bjørk í longri
tíð, og Sanna, ið var í gongd við
at skriva p.hd, var klár og spent
upp á at fara aftur til arbeiðis.
Sanna hevði eisini frið við, at eg
var heima hjá Bjørk, sigur 37 ára
gamli pápin.
– Vit eiga trý børn saman,
og vit hava altíð býtt praktisku
uppgávurnar millum okkum, og
tí kendi eg, at eg var førur fyri at
vera heima við henni. Eg var ikki
nervøsur, sigur hann.
Tíðin heima saman við Bjørk
var ómetaliga góð, men dagarnir
verða eisini einsháttaðir og
keðiligir viðhvørt.
– Tú liggur á gólvinum og
spælir umaftur og umaftur. Man
tað er eisini ein partur av tí, og
eg hevði ikki viljað verið tað fyri
uttan. Tað ger meg til eitt betri
menniskja at arrangera meg í
livinum hjá dóttur míni, sigur
hann bart út.
Tá Rógvi var heima saman við
Bjørk, vóru eisini onnur vinfólk
hjá honum og Sannu, ið júst
høvdu fingið børn, í farloyvi.
– Tað var serliga ein annar
pápi og tvær mammur, sum
vit vóru nógv saman við. Tað
er ikki heilt óvanligt, at pápar
eru heima. Og eygleiðir tú
býarmyndina, so sært tú heilt
víst onkrar, sum eisini eru í
barsil. Men eg gekk til dømis
til vøggusang við Bjørk, og í tí
stóra bólkinum var eg einasti
pápin. Eg spurdi einaferð, um
tað plagdu at vera fleiri, og eg
fekk tá at vita, at tað hava verið
ein ella tveir aðrir øll tey árini,
vøggusangur hevur verið.
Hóast valið hjá Rógva og
Sannu kann tykjast umstrítt
ella í minsta lagi óvanligt í
føroyskum høpi, so greiðir Rógvi
frá, at flestu reaktiónirnar og
viðmerkingarnar hann fekk
vóru positivar.
– Eg fekk eisini onkrar
speiskar viðmerkingar, men
ikki nakað, ið eg gjørdist firtin
av, sigur hann.
Hann leggur tó dent á, at tá
hann fór í farloyvi, var Bjørk
longu vorðin átta mánaðir.
– Tá hevði Sanna jú gjørt tað
harðasta arbeiði, og eg royndi at
hjálpa til, sigur hann.
Eiga børnini saman
Saman eiga Rógvi og Sanna sjey
ára gamla Bjarta, skjótt fýra ára
gomlu Báru og tvey ára gomlu
Bjørk. Tá tey vórðu foreldur fyri
fyrstu ferð, vóru tey í Danmark
í lestrarørindum.
– Arbeiðs- og lestrartíðirnar
vóru fleksiblar, og tí vóru vit
bæði nógv heima við Bjarta
tá. Teir fyrstu mánaðirnar
hevur ein nýføðingur tó serliga
stóran tørv á mammuni, og tá er
leikluturin hjá pápanum meir
stuðlandi. Men vit vóru bæði til
staðar. Tá miðlingurin Bára varð
fødd, var eg heima fyrstu fýra
vikurnar, og so tók Sanna restina
av barnsburðarfarloyvinum.
Eftir tað føldi eg, at eg hevði
mist okkurt. Tað er ein munur
á tilknýtinum, sum ein pápi
fær til barnið, um hann er tætt
at tí fyrsta liviárið, sigur Rógvi
Laksáfoss.
– Fremsta uppgávan hjá
pápanum er at knýta sterkt
kærleiksband við lítla barnið,
og man skal læra tað at kenna.
Hjá kvinnuni er øðrvísi, tí hon
gongur við barninum og byggir
tilknýti tá. Tað sama er ikki
galdandi fyri pápan, sigur hann.
– Tá ið Bjørk varð fødd, vildi
eg vera har. Tað er ein sosial-,
samleiks-, og sálarlig kollvelting
at gerast foreldur. Samstundis
sum tað er áhugavert at eygleiða
lítla menniskja, so lærur man
eisini um seg sjálvan. Man
verður meir vaksin, setur seg
sjalvan til viks og letur meir
av sær sjálvum fyri eitt lítið
menniskja. Eg hevði smakkað
tað við Bjarta og Báru, og vildi
veruliga royna tað við Bjørt,
sigur hann avgjørdur.
– Eisini er tað gott fyri ein
pápa at eiga árbyrgdina av
einum lítlum barni einsamallur.
Samstundis er tað gott fyri
parlagið, tí foreldrini eiga
børnini saman. Tað er ein
stórbroyting at fáa børn. Skal
tað rigga, so má man tosa um
tingini og taka lut í øllum, sigur
Rógvi Laksáfoss.
Tað skaðar ikki
kjarnufamiljuna,
at maðurin tekur
størri lut í heima
lívinum og barna
uppælingini. Tað
er einki ómansligt í
tí. Tvørturímóti
TAÐ ER IKKI
TAÐ ER IKKI
ÓMANSLIGT
ÓMANSLIGT AT
AT
FARA Í BARSIL
FARA Í BARSIL
– Føroyskir pápar í barnsburðarfarloyvi eru ein undirmettur partur av føroysku
samfelagsmyndini, og eg vóni, at vit klára at grundfesta eina sunna mentan,
har hetta mynstrið broytist á natúrligan hátt, so tað í framtíðini ikki verður
ónatúrligt hjá pápum at taka avgerð um at vera heima hjá børnunum. Hendir
tað ikki natúrliga, so mugu inntriv gerast, og ofta síggja vit, at ein slíkur
hugburður ikki broytist av sær sjálvum. Serliga ikki í einum siðbundnum
samfelagi, sum tað føroyska jú er, heldur 36 ára gamli Rógvi Laksáfoss, sum
sjálvur var heima í farloyvi við yngstu dóttur síni í góðar fýra mánaðir