hósdagur 16. januar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
13
Samfelagið broytt
– Hyggja vit eitt ella tvey ættarlið
aftur í tiðina, so síggja vit, at pør
tá ofta livdu paralell lív, tí soleiðis
var tíðin tá. Tað er øðrvísi í dag,
tí nógvar modernaðar kvinnur
eru á arbeiðsmarknaðinum
og í tungum sessum. Tí er
tað skilagott hjá pápum
at taka ábyrgdina á seg og
luttaka í familjulívinum á
jøvnum føti við kvinnuna, og
barnsburðarfarloyvi er upplagt
høvi til júst hetta. Tað skapar
grundalag fyri at snakka
saman og leggja lívið skynsamt
til rættis, tí tað hevur kraftiga
ávirkan á lívið hjá báðum
foreldrunum, sigur hann.
Rógvi Laksáfoss er av ta
sannføring, at fleiri menn áttu
at tikið størri ábyrgd og harvið
eisini verið størri partur av
lívinum hjá børnunum, sum
teir eiga. Hann vísir á, at tað eru
ómetaliga nógvar kanningar
gjørdar, sum vísa positivar
avleiðingar av, at pápin er til
staðar í lívinum hjá børnunum.
– Eitt stabilt forhold við bæði
foreldrini skapar sterk børn,
sigur hann og leggur aftrat, at
ynskja vit sum samfelag, at fleiri
pápar taka longri barsil, so má
inntriv gerast.
– Ger man einki við tað, so
taka mennirnir ikki barsil,
leggur hann aftrat.
Ávirkar javnstøðu
Grundirnar til, at føroyskir
men aftra seg við at taka meir
av barsilstíðini enn oyramerkt
er til teirra eru fleiri, heldur
hann. Fleiri velja barsil frá, tí
tað fær fíggjarligar avleiðingar
fyri familjuna. Eisini er føroyska
samfelagið sera siðbundið í mun
til grannalondini.
– Eg haldi tó, at vit eiga at vera
varin við at lóggeva á økinum.
Tað hugsjónarliga hevði verið,
at slíkar avgerðir vórðu tiknar
í einstøku familjunum, men tað
tykist, sum letur man standa til,
so broytist einki. Maðurin fer
til arbeiðis, og kvinnan tekur
barnið, staðfestir hann.
Hann heldur tó, at fær
samfelagið varpað ljós á
gransking á økinum og ger
átøk, so kjak verður um evnið,
so verður tað meir freistandi
hjá monnum at velja at taka
longur barsil. Eisini liggur
tað í arbeiðsmentanini á
arbeiðsplássunum, heldur hann.
– Tekur ein mannligur
stjóri eitt longri enn vanligt
barnsburðarfarloyvi, so sendir
tað eitt tekin um, at tað er
legitimt. Tað broytir hugburðin
á staðnum.
Tað ávirkar javnstøðuna
millum kynini, at pápar í stóran
mun velja, ikki at fara í barsil
longur enn tær fýra vikurnar,
ið eru oyramerktar pápanum.
– Tað er gott fyri samfelagið,
at mennirnir eisini stuðla
kvinnunum, ið ynskja at menna
yrkisleiðina. Tað skaðar ikki
kjarnufamiljuna, at maðurin
tekur størri lut í heimalívinum
og barnauppælingini. Tað er
einki ómansligt í tí. Tvørturímóti,
staðfestir hann.
– Flest foreldur tosa næstan
ikki um annað enn síni egnu
børn. Eisini tá tey tosa saman.
Tað ber vitni um, hvussu
stóran part av lívinum børnini
ræna. Eg sakni bønini, tá eg
ikki eri saman við teimum.
Soleiðis er tað. Tey verða eitt
lím, sum límar mammuna og
pápan saman. Hyggur man at
tí sjónarhorninum, so er tað
positivt at hava okkurt til felags,
sum er meir umráðandi enn ein
sjálvur, sigur hann.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tað er øðrvísi í dag, tí
nógvar modernaðar
kvinnur eru á arbeiðs
marknaðinum og í tung
um sessum. Tí er tað
skilagott hjá pápum at taka ábyrgdina
á seg og luttaka í familjulívinum á jøvn
um føti við kvinnuna, og barnsburðar
farloyvi er upplagt høvi til júst hetta
Ger man einki
við tað, so taka
mennirnir ikki
barsil
Rógvi saman við yngstu dóttur síni, Bjørt, sum hann tók barsil við í fýra mánaðir