hósdagur 16. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
14
ANNIKA KUNOY IM
L
ongu í viðgongutíðini
hevur sálarliga heilsan
hjá eini mammu ávirkan
á barnið, sum hon gong
ur við. Gransking vísir, at millum
annað langtíðarstrongd hjá
mammuni í viðgongutíðini økir
um sárbærheitina hjá barni
num mótvegis angist og tung
lyndi, og samspælsevnini hjá
barninum kunnu eisini skakast,
um mamman ikki hevur tað gott
í viðgongutíðini. Og hon kann tí
longu tá – áðrenn barnið er borið
í heim – arbeiða við tilknýtinum
til barnið.
– Mamman berur og føðir
barnið. Tá barnið er føtt, er tað
eisini mest natúrligt, at mamm
an er um barnið, tað er jú eisini
mamman sum hevur mjólkina,
um barnið fær bróst. Tað er
bara natúrligt. Tað skilja vit øll,
sigur Maria Hanusson Joensen,
sálarfrøðingur.
Hon greiðir frá, at fyrstu
vikurnar hevur barnið grund
leggjandi tørvir so sum mati,
kroppsligum hita, tryggleika,
kærleika, umsorgan og friði.
– Um tað er mamman ella
pápin, ið nøkta tørv barnsins
hesar fyrstu vikurnar er líka
mikið, um bæði gera tað nóg væl,
sigur sálarfrøðingurin, men hon
leggur afturat, at tað, sum er av
alstórum týdningi er tilknýtið,
ið verður bygt hesa fyrstu tíðina
- bæði fyri foreldrini og fyri
barnið.
– Barnið er treytaleyst bundið
at sínum foreldrum. Tað yvirlivir
ikki, um foreldrini ikki ansa tí
og grundleggjandi eru um tað.
Hinvegin, so mennist tilknýti
millum foreldur og børn alt eftir,
hvør orka verður løgd í tað, sigur
Maria Hanusson Joensen.
– Tilknýti er ein lívfrøðilig
skipan, sum altíð er frá hjá barni
num, men kensluligu førleikar
nir hjá primeru umsorganar
persóninum/unum avgera um
barnið mennir trygt ella ótrygt
tilknýtið. Trygt tilknýti verður
ment við gjøllum samspæli, sum
bert ber til, um foreldur duga at
síggja og lesa tørvin av og síðani
møta tørvinum við at vera um
barnið. Við tí samspælinum fær
barnið stimbran og umsorgan.
Tað vil siga, at tað er kvaliteturin
av samveruni og nærveruni, ið
avgerð tilknýti millum foreldur
og barn, leggur hon afturat.
Førleikin natúrligur
Eru foreldrini íleggin og moti
veraði, er ein avgerð um javnari
býtta barsilstíð góð fyri bæði
pápan og barnið. Ein slík avgerð
styrkir eisini um sambandið
millum pápa og barn.
– Tað er tó altíð umráðandi at
hugsa um, at barnið mennir ikki
trygt tilknýti av sær sjálvum
men útdýpandi samspæl verður
bygt upp, tá menniskju hava
veruligt samband sínamillum.
Tá snýr gerandisdagurin seg ikki
bert um praktisk viðurskifti, so
sum mat, svøvn, túrar og annað.
Innihaldið má vera ríkt og ein
førleiki vera handan avgerðir
nar. Ein førleiki, sum tey allar
flestu hava natúrliga, sigur hon.
– Við hesum uppmerksemi
num kunnu foreldrini tulka
signalini, sum barnið sendur
og sum tey hava ábyrgd av at
reagera uppá, leggur hon aftrat.
Hon greiðir frá, at eru foreldur
ov strongd, ókonsentreraði
ella hava ov nógv at gera, so
fær barnið ikki hendan tørvin
fyltan.
Barnið kann menna
eitt tilknýtishierarki
Fyri at menna trygt tilknýti
má eitt pinkubarn sleppa at
knýta seg trygt til ein primer
an umsorganarpersón. Og tað
er umráðandi, at tað er konti
nuert. Siðbundið er leiklut
urin hjá mammuni primeri
umsorganarpersónurin og
hjá pápanum sekunderi um
sorganarpersónurin. Men um
pápin eisini er nógv um barnið, so
koma bæði undir at vera primeru
u m s o r g a n a r p e r s ó n a r n i r
hjá barninum. Barnið kann
menna eitt tilknýtishierarki,
har teir tættastu umsorgan
arpersónarnir
eru
ovast.
Barnið kann tá eisini hava
tað fínt saman við einum
kompetentum sekunderum
umsorganarpersóni í tryggum
og kendum umhvørvi.
Fyrstu livitíðina hjá barninum
er tað serliga umráðandi, at
grundleggjandi tørvirnir verða
møttir, men hóast barnið ikki
TEMA: Pápabarsil
Pápabarsil
Eru foreldrini íleggin og motiveraði, er ein avgerð um javnari býtta
barsilstíð góð fyri bæði pápan og barnið, tí tað er líka mikið, um tað
er mamman ella pápin, ið nøkta tørv barnsins, um bæði gera tað nóg
væl, men tað, sum er av alstórum týdningi er tilknýtið, ið verður bygt
hesa fyrstu tíðina, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur
Er talan um eina
vælfungerandi
familju, og hevur
barnið trygt
tilknýti til bæði
foreldrini, so er tað
gott fyri barnið, at
farloyvið verður
býtt millum bæði
foreldrini
Ein meginregla er
at vera tilvitaður
um trygga tilknýti
GOTT FYRI
BÆÐI PÁPA
OG BARN