Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 15 hevur tørv á so nógvum øðrum um­framt hesum, so er tað tó eisini umráðandi fyri sekundera um­sorganarpersónin, at hann sleppur at menna sítt tilknýti til barnið, tí hann tekur lut og hevur ábyrgd. – Um pápin til dømis fær ein part av barnsburðafarloyvinum, so hevur hann møguleikan at menna eitt sterkt tilknýti til barnið og sleppa longur upp í hierarkii hjá barninum. Við­merkj­ast skal tó, at pápar sagtans kunnu menna eitt gott tilknýti til sítt barn, hóast teir arbeiða, tí sum áður nevnt, so hevur orkan, sum pápin leggur í samspæli við barnið alt at siga, greiðir Maria Hanusson Joensen frá Gott fyri bæði pápa og barn Royndir vísa, at eru bæði for­ eldrini við í tí, sum hevur við børn­ini at gera, so eru børnini ofta betri fyri kensluliga. Or­ søkirnar til tað kunnu vera fleiri, men góð harmoni í familjuni, gott álit millum foreldur og fleiri hjálpandi hendur eru nakrar av teimum. – Tað er gott fyri barnið, at for­eldrini gera íløgu í tað. Og tað er enn betri, tá bæði foreldrini gera tað. Tað er tó eisini minst líka umráðandi fyri foreldini, sum hava ábyrgd av at menna til­knýti til barnið. Eitt sterkt til­knýti millum foreldur og barn er eitt sterkt kensluligt funda­ment hjá barninum. Jú fyrr fundamentið verður bygt, jú lættari verður tað at byggja víðari á tað seinni í lívinum, sigur hon frá. Ávirkar sálarheilsuna Eisini er tað umráðani fyri sálar­heilsuna hjá primera um­ sorganar­persóninum – sum ofta er mamman – at pápin sleppur framat. – Gransking vísir, at sálar­ heilsan hjá mammuni kemur í javn­vág, tá uppgávurnar verða býttar millum bæði mammu og pápa, sigur Maria Hanusson Joensen. Sjálvsagt eru slíkar støður ein­stak­lingsbundnar, og tað er individuelt, hvørjir før­leik­ ar ella viðbrekin øki eru í eini familju. Er mamman lut­fals­ liga sárbar, er tað ein styrki, at pápin hevur ein størri leiklut. Tað er tó umráðandi, at til­ knýtis­persónarnir eru stabilir. Tað nyttar ikki, um mamman er heima eina tíð, har pápin als ikki er nærverandi, og at tey síðani býta um, greiðir hon frá. – Tað ber ikki til, um pápin hevur verið úr myndini fyrstu tíð­ina, og síðani tekur yvir og so er mamman úr myndini, sigur sálarfrøðingurin. – Er talan um eina væl­funger­ andi familju, og hevur barnið trygt tilknýti til bæði foreldrini, so er tað gott fyri barnið, at farloyvið verður býtt millum bæði foreldrini. Tá hevur pápin verið til staðar sum sekunderur umsorganarpersónur fyrstu tíðina og síðani tekur hann størri ábyrgd. Ein slíka støða kann verða sera gevandi fyri allar partar. Tað krevur tó, at bæði foreldrini eisini duga at síggja týdningin av samspæli, sigur hon. – Barnið sær tá bæði foreldrini sum líkar, og bæði foreldrini føla, at tey hava investerað nógv í barnið. – Ein meginregla er at vera til­vitaður um trygga tilknýti, sigur hon. – Børn føla tá foreldur leggja orkuna í tey. Tey eru tiltrekt av fólki, sum tíma at vera um tey. Soleiðis eru vit vaksnu eisini. Vit fara har, sum ta stemningurin er góður, og fáa hug rýma, tá hann er keðiligur, staðfestir hon. Tað er ikki uttan orsøk, at orð sum tilknýti, fundament og samspæl verða nevnd aftur og aftur. Hóast eitt pinkubarn gev­ ur ógvuliga lítið aftur í mun til tað, sum foreldrini leggja eftir seg, so er alneyðugt, at tann íløgan verður gjørd. Tað styrkir kenslu­liga fundamentað hjá barni­num og ávirkar barnið rest­ina av lívinum. Hevur barn­ið fingið hetta fyrstu livi­ tíð­ina, so er lættari at knýta bond við onnur menniskju sein­ni í lívinum. Er pápin við í ella hevur ein størri leiklut í hesi tilgongdini, so styrkir tað sjálvsagt eisini sambandið mill­ um pápa og barn seinni í lívi­ num. – Hetta er sum eitt rokni­ stykki. Hyggja vit til dømis at trauma-teoriini, so vita vit, at jú fyrr í lívinum ein hevur upplivað trauma, jú verri er at rætta upp á tað, tí tað situr so djúpt og verð­ur meir fløkt. Er tilknýti til um­sorganarpersónin sterkt - líka­mikið um tað er mamma ella pápi – so verður barnið betri fyri kensluliga. Eru bæði mamm­an og pápin til staðar, so er tað eitt stórt bonus, sigur sálar­frøðingurin. Upp til hvønn einstakan – Var ein frymil, sum passaði til øll, so var nógv lættari at taka eina støðu, sigur Maria Hanus­ son Joenssen í niðurstøðu síni. Hon heldur tó, at sam­felags­ gongdin er soleiðis, at fleiri før­ oyskir pápar fara at taka longri farloyvi í framtíðini. –Í síðsta enda er tað ein spurn­ingur um, hvat riggar til hvørja einstaka familju. Eg haldi tó ikki, at pápar, sum vilja í farloyvi við børnum sínum, skulu aftra seg. Pápabarsil er sera gott fyri faðirsamleikan og til­knýti millum barn og pápa, sigur hon. – Hetta er eisini eitt val, sum al­samt fleiri velja, og eg vænti, at hetta verður normurin um ikki so langa tíð. Men tað snýr seg um, hvat riggar til einstøku familju­na tí tað, sum er mest um­ráð­andi er, at barnið sleppur at menna trygt tilknýti til ein primer­an persón, sigur hon til end­ans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Børn føla tá foreldur leggja orkuna í tey. Tey eru tiltrekt av fólki, sum tíma at vera um tey. Soleiðis eru vit vaksnu eisini. Vit fara har, sum ta stemningurin er góður, og vit fáa hug at rýma, tá hann er keðiligur