hósdagur 16. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
16
ÁRNI GREGERSEN
– Hetta er tað størsta, sum ein
kann fáa frá landinum, og eg eri
ómetaliga glaður fyri hetta.
Hanus G. Johansen, 69 ár, er
ógvuliga fegin, her dagin eftir
at mentanarvirðislønirnar hjá
landinum eru latnar.
Sjálvur fekk hann høvuðs
virðislønina, sum er Mentanar
virðisløn landsins og 150.000
krónur.
– Heiðurin er tað størsta, tí
hetta er tað størsta, sum ein
kann fáa frá landinum, sigur
hann.
Virðislønin var handað í
einum fullsettum Sjónleikarhúsi,
og tað var landsstýrismaðurin
við mentamálum, Jenis av Rana,
sum handaði virðislønina.
– Úrmælingurin og originali
trubadururin, Hanus G. Johan
sen, hevur gjøgnum eina hálva
øld spælt seg inn í hjørtuni á
flestu føroyingum. Hanus G. er
framúr vísutulkari, viðurkendur
og høgt í metum langt út um
landoddarnar. Hann er partur
av teirri ríku norðurlendsku
og føroysku fólkatónleika
siðvenjuni og er ein vísutulkari
á hægsta stigi, segði lands
stýrismaðurin millum annað,
tá ið hann handaði virðislønina.
Á tónleikapallinum
Hanus G hevur verið á føroyska
tónleikapallinum í fleiri ára
tíggir. Hann hevði sína fyrstu
konsert í 1972, og síðani hevur
hann verið ein fastur partur av
føroyska tónleikapallinum.
Tá ið ein sigur Hanus G, so
sigur ein eisini Poul F, tí yrkjarin
Poul F hevur verið ein stórur
partur av tónlistalívinum hjá
Hanus G.
– Ja, tað hevur hann og longu,
tá ið eg spældi mína konsert
í 1972 hevði eg yrkingina “Tú
dregur meg sum ein magnetur”
við á skránni, sigur Hanus G.
Síðani tá hevur Hanus G.
Johansen arbeitt nógv við
yrkingum hjá Poul F. Heilar
tríggjar plátur eru komnar við
yrkingum hjá Poul F, sum Hanus
G hevur gjørt løg til.
– Eg havi gjørt løg til einar 90
yrkingar hjá honum, men fleiri
eru ikki komnar út, sigur hann.
Seinasta útgávan í 2015
Seinasta útgávan við Hanus G.
Johansen kom út í 2015.
– Faktisk fór eg undir at gera
klárt til meira enn eina útgávu
afturat, men tað vísti seg ikki at
vera møguligt at geva tær út.
Sølan av fløgum er mestsum
dottin burtur, og í veruleikanum
er ikki nakar annar miðiil komin
í staðin fyri, sum ger, at tað
loysir seg at geva út longur, sigur
hann.
Tær inntøkur, sum standast
av tónleiki, koma fyrst og
fremst av live-spælingum og
konsertum. Eitt sindur kemur
gjøgnum KODA, meðan tað er
lítið, sum kemur gjøgnum sølu.
Tónleikarar eiga eisini at
fáa pening, tá ið teir spæla
alment, men tað er ikki altíð,
at fyriskipararnir minnast til
at boða KODA frá – og so fáa
tonleikararnir heldur ikki teir
pengarnar frá KODA.
Tí hevur hann framvegis nógv
tilfar liggjandi, sum ongantíð er
givið út. Millum annað hevur
hann løg, sum hann hevur gjørt
til Poul F-yrkingar – eini 50, sum
ikki eru útgivin.
Hanus G. Johansen spælir
alment, men ikki so nógv sum
hann hevur gjørt, einar tvær-
tríggjar ferðir um mánaðin er
hann úti og syngur og spælir.
Hanus G. Johansen hevur
seinastu mongu árini búð í Hós
vík, har hann framvegis býr.
– Hesa heiðurslønina eri eg
sera glaður fyri. Tað eru nakrir
dagar síðani, at eg fekk at vita, at
eg fekk eina av heiðurslønunum,
men tað var loyniligt tá. Tað er
gptt, at tað nú er alment, sigur
sangarin, her dagin eftir at hann
fekk stóru virðislønina.
HANUS G. JOHANSEN:
HETTA
ER TANN
STØRSTI
HEIÐURIN
Sangarin og lagasmiðurin úr Klaksvík
fekk Mentanarvirðisløn landsins
Hanus G. Johansen hevur
umleið 50 løg til yrkingar hjá
Pól F., sum ikki eru útgivin