Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 17 Longu í fimti-árunum, og tá ið Útvarp Føroya var sett á stovn, gjørdist Simme Arge Jacobsen eitt kent tón­leika­ navn í Føroyum. Og tað hevur hann verið síðani. Neyvan nakað mansbarn í Føroyum kennir ikki okkurt av løgunum hjá Simma. Vit kunnu bara nevna “Eitt sunnukvøld í plantasjuni” og “ Ras­mus”. Tað er fyri hesa fólkaognin umframt nógv onnur løg, at Simme fekk Heiðursgávu landsins, men so sanniliga eisini fyri hansara slóð­brót­ andi arbeiðið innan populer­ tón­leikin í Havn og í Føroyum. Sjálvur hevur Simme sagt, at hann ikki vildi læra eitt vanligt handverk, sum skó­ makari til dømis, tá ið hann gavst í skúlanum. Hann vildi heldur sleppa at arbeiða við tón­leiki. Hetta var fyrst í fimti- árunum í farnu øld. Tíðirnar vóru ikki serlgia góðar, og tað var ikki serliga lætt at finna nakað at gera. Ungi havnarmaðurin fann tó upp á ráð og fór at læra yngri fólk at spæla upp­ á ymisk instrument. Hetta hevði við sær, at hann eisini fór at selja tónleika-instru­ ment, og seinni byrjaði Simme Musikhús, sum selur alt slag av ljóðførum og øðrum, sum hoyrir til tónleikaverðina. Í vikuni fekk hann so viður­kenning frá landinum fyri sítt stóra arbeiðið innan tón­leikin, sum hann í stóran mun hevur framt saman við konuni Connie Jacobsen. Tað var forlagið Leirkerið í Gøtu, sum fekk serstøku virðisløn landsins, tá ið Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, lat land­ sins heiðurslønir í Sjón­leikar­ húsinum í Havn. Leirkerið er eitt forlag, sum helt til í Norðargøtu, men nú er í Klaksvik. Tað vóru brøðurnir úr Mortan­stovu, Zarkarias Zakarias­sen og Flóvin Tyril, sum róku forlagið. Forlagið hevur í stóran mun givið tilfar út við andaligum innihaldi. Jenis av Rana, lands­stýris­ maður við mentamálum, segði millum annað, tá ið hann handaði heiðursgávuna: – Miðvísa og stillføra virk­ semið brøðranna handan Leirkerið hevur birt upp­ undir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av før­ oysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið. Tað hevur ver­ ið ein týdningarmikil íblást­ ur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað gransk­ ingar, ið lagt er úr hond­um teirra, stendur og verður standandi sum ein týð­andi varði í føroyska bók­menta­ heiminum. Leirkerið hevur virkað síðani 1982. Zakarias Zakariassen var ógvuliga virkin, bæði sum yrkjari, týðari og rithøvundur, meðan Flóvin Tyril meira var bakkurin í teirra samstarvi. Hann tók sær av rættlestri og at greiða alt til prentingar. Einar 124 bøkur hev ur forlagið givið út umframt mangt annað. Eisini hevur forlagið ein bókaklubba við eini 600 limum. Flóvin Tyril tók ímóti heiðrinum í Sjón­leikar­húsin­ um í Havn Forlag fekk serstøku virðisløn landsins Leirkerið hevur givið stórthundrað bøkur út umframt ymiskt annað Longst virkandi og kendasti tónleikarin í Føroyum var heiðraður við Heiðursgávu landsins Simme heiðraður við Heiðursgávu landsins