Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 18 TÍ VÓRÐU TEY HEIÐRAÐ Hanus G. Johansen, Simme Arge Jacobsen og Forlagið Leirkerið vóru heiðra, tá ið Mentanarvirðislønir Landsins vóru latnar mikukvøldið. Her ber til at lesa grundgevingarnar fyri at lata hesar heiðurslønir Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn landsins M entanarvirðisløn landsins 2019 varð latin Hanusi G. Johansen við hesi grund­ geving: »Úrmælingurin og originali tru­ba­dur­ ur­in Hanus G. Johansen hevur gjøgn­um eina hálva øld spælt seg inn í hjørtu­ni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og før­oysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísu­tulk­ari á hægsta stigi.Hanus G. skapar við sín­um tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjarta­nemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramat­iskar. Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættar­lið, t.d. yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bern­hardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt ser­liga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fing­ið gjøgnum tulkingar Hanusar.Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini. Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tóna­smíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen.« Hanus er Hanus er originalur originalur úrmælingur úrmælingur