hósdagur 16. januar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
19
Simmi Arge
Jacobsen fekk
Heiðursgávu
landsins
Forlagið Leirkerið
fekk serstaka
virðisløn
H
eiðursgáva landsins 2019 varð
latin Simma Arge Jacobsen
við hesi grundgeving:
»Simme Arge Jacobsen
slóðaði fyri innan føroyskan popp
tónleik og var millum tey fremstu í
strembanini eftir at seta orð og ljóð á
føroyskan popptónleik – á føroyskum.
Við løgunum hjá Simma og teimum fekk
okkara samtíðar populertónleikur eitt
hevdbundið orða- og tónalag, ið ikki
var til frammanundan. Hesin tónleikur
var við til at mynda tónleikaúrvalið í
Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt
hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið
eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti
tíðarinnar tonn. Løgini hjá Simma og
teimum eru partur av grundarlagnum
í modernaðum føroyskum populertón
leiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Ver
aldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey
verða sungin í felagsskapi og veitslulagi.
Simme hevur verið ein drívmegi í
føroyska tónleikalívinum líka síðani
fimmtiárini. Hann hevur verið tón
listamaður og sangskrivari, hevur sett
á stovn tónleikaklubba og tónleika
felag, og eisini læt hann í 1959 upp tón
leikahandil, sum enn í dag er til undir
sama navni, “Simme Musikkhús.” Við
handilsvirkseminum vísti Simme á, at
tað ber til at gera tónleik og geva út
á føroyskum, og við Simma gjørdist
tónleikur eisini ein møguligur vinnu
vegur. Simme hevur av sonnum gingið
undan og hevur verið ein fyrimyndar
ligur stuðul og kveikjari í føroyska tón
leikaumhvørvinum.
Fyri slóðbrótandi tónleikastarvið
verður Heiðursgáva landsins 2019 latin
Simma Arge Jacobsen.«
Í
ár valdi Jenis av Rana, landsstýris
maður í uttanríkis- og menta
málum, at lata eina serstaka
virðisløn. Forlagið Leirkerið í Gøtu
fær serstøku virðisløn landsins 2019 við
hesi grundgeving:
»Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið
fyri týdningarmiklum og mennandi
starvi innan útgávu av andaligum til
fari: bókum, sálmum og bløðum.
Brøðurnir Zacharias Zachariassen og
Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri
Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar
í tali, og dentur hevur alla tíðina verið
lagdur á góðan og vakran málsligan
búna.
Í áratíggju hevur Leirkerið staðið
fyri einum vælumtóktum bókaringi,
og skipað hevur verið fyri einum
stórum savni av talgildum sangum,
sálmum og tónum. Menninir aftan
fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og
skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði
fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur
eisini skipað fyri einum vælvirkandi
nethandli og hevur í mong ár staðið
fyri blaðútgávu.
Miðvísa og stillføra virksemið brøðr
anna handan Leirkerið hevur birt
uppundir, lívgað og ríkað stóra og týð
andi partin av føroysku mentanini, ið
trívist í kirkjum og samkomum runt
landið. Tað hevur verið ein týdningar
mikil íblástur og eggjan hjá mongum,
og innihaldið í rúgvismikla tilfari
num, íroknað granskingar, ið lagt er
úr hondum teirra, stendur og verður
standandi sum ein týðandi varði í før
oyska bókmentaheiminum.«
Simmi
Simmi slóðaði fyri
slóðaði fyri
Leirkerið lagt dent á
Leirkerið lagt dent á góðan málsligan búna
góðan málsligan búna