hósdagur 16. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
20
Prei!
Prei!
SO SIGA TEY!
KONSERT
VIÐ HANUSI
Mikukvøldið fekk Hanus
G. Johansen Mentanar
virðisløn Landsins, og
fríggjakvøldið ber til at
síggja konsert við Hanusi
í Kringvarpi Føroya. Hanus
G. Johansen hevur havt
eina langa yrkisleið sum
tónleikari, og hann telist
millum okkara fólkakær
astu sangarar og sang
skrivarar. Hann hevur
skrivað sangir og løg, og
hann er meistari at fram
føra vísur og fólkatónleik.
Konsertin er upptikin í
SALT og kann síggjast í KvF
frá kl. 23:50 fríggjakvøldið.
STRÍÐAST Í
HAVSNEYÐ
Á miðjum vetri í 1956 fer
síðutrolarin »Mávurin« á
veiðu undir Nýfundna
landi. Um borð eru tvey
og tretivu menn. Teir
hava rokfiskiskap og fylla
skipið, men tá ið teir skulu
sigla heim, brestur illveður
á. Sjógvurin er ísakaldur,
sjórokið er javnt og samt
um hetta tunga farið, sum
skjótt er avtakið við gleri og
er um at missa stabilitetin.
Í bókini »Stormfuglar«
skrivar Einar Kárason
skakandi søguna um bar
dagan, sum íslendskir sjó
menn høvdu við himmal
sins ódnarveður í tríggjar
dagar. Hetta er skaldsøga,
ið byggir á
veruligar
tilburðir.
Carl Johan
J e n s e n
týddi til
føroyskt,
og Sport
in hevur
givið út.
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG, NÚ KJAKIÐ UM ÚTLENDSKA
ARBEIÐSMEGI Í FØROYUM ER KYKNAÐ AFTUR.
BJARNI HAMMER, LØGTINGSMAÐUR
BERGUN KASS, LIMUR Í TÓRSHAVNAR BÝRÁÐI
Vit hava ikki fingið nakra
klagu um, at arbeiðs
gevarar fara illa við út
lendskari arbeiðsmegi í
Føroyum.
Eg fari at halda fram við at
berja niður álopini á Heilsu
skúla Føroya, og eg fari
ongantíð at góðtaka, at
grundarlagið verður tikið
undan Heilsuskúlanum í
Suðuroy.
Staðsetingin av
Heilsuskúlanum í
Suðuroy hevur havt
beinleiðis ávirkan á, at so
fá í okkara øki tóku hesa
útbúgving.
F
yrrverandi danski for
sætisráðharrin Lars
Løkke Rasmussen og
skemtarin Anders Lund
Madsen hava nú funnið saman í
nýtt samstarv. »Lund & Løkke«
kallast nýggja podcast-røðini,
sum er framleidd av felagnum
Egmont til teirra podcasttæn
astu, tey kalla »Talk Town«.
Fyrstu tveir partarnir av røðini
eru leysgivnir, og fleiri eru á veg.
Løkke og Madsen hava verið
á ferð í Danmark, og burtur úr
tí hava teir gjørt fjølbroyttar
podcast-sendingar.
Teir báðir kennast frá gamlari
tíð, tí fyri 35 árum síðan hittust
teir undir løgfrøðilesnaði.
– Tað var av tilvild, at vit end
aðu í sama lesibólki, men mær
dámdi beinanvegin Anders við
hansara fynd og stóru vitan um
alt. Vit høvdu nógv góð fríkorter
og kaffiløtur saman. Nú hevur
lívið lagað tað soleiðis, at vit báð
ir aftur kunnu njóta nøkur frí
korter saman, sigur Lars Løkke
Rasmussen, sum til í fjør var for
sætisráðharri í Danmark
Á ferðini kring Danmark fara
teir at siga søgur og hugleiða um
samfelagið og lívið. Innihaldið
verður bæði seriøst og lætt.
– Lars er so nógv. Hann er
fyrst og fremst ein maður. Har
afturat er hann ein góður vinur.
Hann er eisini pápi, sonur og
húsbóndi. Hann er fyrrverandi
forsætisráðharri, og hansara
framtíð tykist duldarfull. Nú eru
vit so á ferð kring Danmark, og
tað eri eg púra tryggur við, sigur
Anders Lund Madsen.
Teir báðir hava krossast fleiri
ferðir seinnu árini. Fyri nøkrum
árum síðan vóru teir báðir gestir
á Rás2, og tá tosaðu teir júst um,
hvussu teir kendastu á yngru ár
um, og hvussu lívsleiðin síðan
sendi teir í ymiskar ættir. Í fjør
vóru teir eisini við, tá ið Norðoya
Sparikassi hevði stórt 100 ára
føðingardagshald í Klaksvík.
Anders Lund Madsen hevur
eisini gjørt sjónvarpssendingar
úr Føroyum. Tann seinasta er
»Den Yderste Ø«, har Madsen í
eina tíð búleikaðist í Fugloynni
og gjørdi sjónvarpsrøð til DR
haðani.
LARS LØKKE FER Á
FERÐ VIÐ MADSEN
Anders Lund Madsen og Lars Løkke Rasmussen fara nú at gera útvarpssendingar saman
Lars Løkke Rasmussen og Anders Lund Madsen
fara nú at gera podcast saman