Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 21 H esa vikuna hevur før­oysk vika verið á Galleri Sct. Gertrud í Keyp­mannahavn. Fram­sýn­ingar­hølið hevur gjøgnum árini javnan sýnt fram føroyska list, og hesar seinastu dagar­nar hava tey havt verk eftir Heðin Kambsdal, Amariel Norð­oy, Sofus Poulsen, Birgit Kirke, Finleif Mortensen og Lív Ejdesgaard hangandi. Sct. Gertrud liggur væl fyri í Keyp­ mannahavn. Næsta vikuskiftið verður stóra árliga listastevnan Art Herning hildin, og aftur í ár verður listamaðurin Øssur Mohr við á stevnuni. Hann hevur í 20 ár sýnt fram á básinum hjá Galleri Ras­mus, og soleiðis verður aftur í ár. Øssur Mohr hevur seinnu árini verið búsitandi í Danmark, har hann hevur sýnt alt meira fram og havt alt fleiri umbidnar upp­gávur. Mítt vikuskifti Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? – Hetta vikuskiftið fari eg á Global Leadership ráð­stevnuna í Norður­ landa­húsi­num, og eg gleði meg til góðar og gevandi fyrilestrar um leiðslu og per­són­liga menning. Har er altíð okkurt læruríkt, sum eg kann taka við mær. Fríggja­kvøldið fari eg til sjón­leikin »Kynstrið at vera eydnusamur«. Óivað fer tað eisini at seta lív í tank­ar­nar. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best? – Leygardag dámar mær væl, og hann er líkasum ein­asti frídagur í vikuni. Van­liga byrjar dagurin hjá mammu og babba, har familjan møtist til kaffi. Tað er ein deilig byrjan á degnum, og so kann eg sum oftast velja sjálv, hvat eg geri. Eisini ein góður steðgur, áðrenn farið verður víðari til eina nýggja viku. Sunnudagur er annars eisini ein frá­ lík­ur dagur, har meir er á skránni. Hvussu dámar tær januar mánað? – Januar er myrkur og langur. Havi ofta hugsað um at farið at ferðast í janu­ar. Men sum eg eldist, haldi eg, at hann tó gerst styttri og styttri. Eg royni at hugsa um, at dagurin hóast alt gerst ljósari og gleði meg til várið og ikki minst summarið. Um tú skuldi viðmælt fólki at lurta eftir einari tónleikaútgávu í nýggja árinum, hvør skuldi tað verið? – Set teg væl til rættis og lurta eftir »So mangt er mær dult«. Øssur Berg­ ham­ar eigur vøkru orðini og sorg­blíða lagið. Røddin hjá Arnvør á Torkilsheyggi rørir meg, hvørja ferð eg lurti. Innihaldsríkur, er­ ligur, eitt sindur dapur og tó lívsjáttandi. Og so hevur Hans Poulsen lagt til rættis, tá er tað gott. Føroysk list í Danmark Komandi tíðina ber til at síggja føroysk verk á donskum framsýningum U m tríggjar vikur verða kendu Oscar filmsheiðurslønirnar lat­ nar. Hetta er 92. ferðin, at Oscar hátíðarhaldið verður hild­ið í USA. Sum vera man, verður Oscar há­tíðar­ haldið í Hollywood í Los Angeles – á Dolby Theatre, tey kalla. Tey tilnevndu til tær 24 Oscar heiðurs­ lønir­nar eru kunngjørd. Toppskorari á lista­num er filmurin »Joker«, sum er øðr­ vísi – ikki sørt nýskapandi – filmur um anti-hetjuna Joker, sum mong munnu kenna sum skurk úr filmunum um Bat­ man. Hesaferð verður søgan søgd úr sjónar­horninum hjá Joker, og tað er tað komið ein sterkur filmur burturúr, sum eisini hevur skapt stórt kjak. Todd Phillips hevur leikstjórnað filmin, og hann hevur eisini verið við at skriva handritið. Leiklutin sum Joker hevur Joaquin Phoe­nix, og tann leiklutn spælir Phoenix so sann­førandi, at hann verður mettur sum favorittur at vinna heiðurin fyri besta mannaliga høvuðsleiklut –  hann skal kappast við Antonio Banderas (Pain and Glory), Leonardo DiCaprio (Once Upon a Time in Hollywood), Adam Driver (Marriage Story) og Jonathan Pryce (The Two Popes). Tær, sum eru tilnevndar fyri besta kvinnu­liga høvuðsleiklut, eru Cynthia Erivo (Harriet), Scarlett Johansson (Marriage Story), Saoirse Ronan (Little Women), Charlize Theron (Bombshell) og Renée Zellweger (Judy). Sambært Oscar tilnevningarnevndini eru hesir filmar teir bestu í farnu ári: Ford v Ferrari, The Irishman, Jojo Rabiit, Joker, Little Women, Marriage Story, 1917, Once Upon a Time in Hollywood og Parasite. Nógv verður gjørt burtur úr Oscar há­ tíðar­haldinum, sum verður sjónvarpað bein­leiðis kring allan heimin. Í fjør var eingin serstakur vertur fyri hátíðarhaldið, og tað hildu tey, sum skipa fyri, riggaði so væl, at hetta verður endurtikið í ár. Áður hevur stríð verið um persónar, sum hava verið vertir, og tí var í fjør roynt at hava há­tíðar­haldið uttan nakran vert. Oscar hátíðarhaldið verður sunnu­ kvøld­ið 9. februar, og her á okkara leiðum verður tað náttarsjónvarp orsaka av tíðar­ muni. Tóra við Keldu Filmurin »Joker« er tilnevndur 11 Oscar heiðurslønir, og høvuðsleikarin Joaquin Phoenix er favorittur at vinna heiðurin fyri besta høvuðsleiklut Joker er glóðheitur Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Joker filmurin varð tilnevdur til heili 11 Oscar heiðurslønir Verk hjá Øssur Mohr kunnu síggjast á listastevnuni Art Herning