Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 22 NØVN Kanska ert tú í holt við at gera tína miðnámsútbúgving lidna ella hevur tú eitt sabbatár við ferðum ella arbeiði. Uttan mun til, hvat tú ert í holt við, skalt tú taka støðu til, hvat skal henda framyvir. Er tað nú, at tú skal søkja inn á eina útbúgving, og um so er, hvørja útbúgving skalt tú so velja? Fyri nógv er lestrarvalið eitt av teim­um torføru valunum. Men í roynd og veru er stórur munur á, hvussu vit menniskju taka støðu til slíkt. Summi hugsa leingi um, hvat tey skulu velja. Tey samanbera, og gera listar við fyrimunum og vans­ um. Onnur líta eitt sindur meira á búk­kensluna. Hvat vilt tú fegin vera? Búskaparfrøðingur, verk­frøð­ing­ ur, journalistur, elektrikari ella okk­urt heilt annað. Kanska veitst tú ikki enn, men tú veitst, hvørjum tú hevur áhuga fyri. Her eru 6 góð ráð: Tey eru góð at hava í huga, tá tú vel­ur útbúgving. 1. Vel eftir áhuga Tað ljóðar einfalt, men tað kann av sonnum vera eitt kynstur. Hvat dámar tær best at ar­ beiða við? Eru fak, sum tú kennir frá aðr­ari skúlagongd, sum tær dám­ar væl? Kanska eru útbúgvingar til, sum tú als ikki kennir, ið hóska best til tíni áhugamál. Kanna tær útbúgvingarnar, sum tú kennir. Kanna tó eisini út­búgvingar, ið minna um tær. Finn tína útbúgving og ver opin og forvitin, og spyr teg sjálva/n spurn­ingar sum: • Hvørjum havi eg áhuga fyri? • Hvat dugi eg væl? • Hvat motiverar meg? • Hvussu vil eg lesa og læra? (skulu tað vera fyrilestrar, lestrarbólkar, starvslæra o.s.fr.) • Hvørjum útbúgvingum havi eg áður hugt eftir? 2. Kom nærri tíni útbúgving Opið hús, lesandi í ein dag. Tað eru nógvir hættir at hitta tína út­búgving og møguligar lestr­ ar­felagar. Ein týdn­ingar­mik­ il partur av tíni fyrireiking og fyri at fáa greiðu á tínum vali, er at hitta tína útbúgving í veru­leikanum. Tak av teimum møgu­leikunum, sum eru og spyr spurn­ingar sum: • Hvussu er bygnaðurin á útbúgvingini? • Hvussu er lestrarumhvørvið á útbúgvingini? Hóskar tað væl til tín? • Hvussu er fakliga støðið? • Hvussu verður undirvíst og hvørjir eru próvtøkuhættirnir? 3. Tú hevur fleiri møguleikar undir tínum lestri Tað eru fleiri vegir at ganga, tá tú ert í farin í holt við tína út­ búgv­ing. Tað er ein rúgva av møgu­ leik­um. Tú kanst taka val­læru­ grein­ar á øðrum útbúgvingum og val­lærugreinar á tíni egnu út­ búgv­ing, og tú kanst ofta byggja ein annan kandidat (FO: master) oman á tína bachelorútbúgving. Tú kanst sostatt skipa tína út­búgving, so hon fer eina ávísa leið, tá tú veitst, hvørjum tú hev­ ur serligan áhuga fyri. Nýt tíð til at kanna teir mongu møguleikarnar fyri sam­an­seting og spyr røttu spurn­ing­ar­nar. • Hvørjar valmøguleikar havi eg undir útbúgvingini? • Eru møguleikar fyri skiftislestri í útbúgvingini? • Hvørjar førleikar skal tín útbúgving geva tær - er tað ein serlig leið, ið tú vilt ganga? 4. Hugsa langskygt Hvat kundi tú hugsað tær, at tín út­búgving skal leiða til? Hvat droymir tú um at arbeiða við? Kanska er tað ein annar vegur til títt dreymastarv enn tann, sum tú ímyndar tær. Brúka títt net­verk og tosa við tínar vinir og fam­ilju. Kanska kunnu tey geva tær góð hugskot og spyrja teg spurn­ingar sum: • Hvørjir eru dreymarnir fyri tína yrkisleið? • Hvørjar arbeiðsuppgávur vilt tú helst loysa í tínum starvi? • Er tað ein ávís fyritøka ella vinnugrein, sum tú serliga fegin vilt arbeiða í? • Hvat slagi av gerandisdegi trívist tú best við? 5. Er tað realistiskt? Minst til at kanna upp­tøku­treyt­ ir­nar, so tú veitst, um tú skalt suppl­era við nøkrum fakum áðrenn lestrarbyrjan. Tú sært upptøkutreytirnar fyri donsku útbúgvingarnar á ug.dk. Um tú ert í iva, kanst tú altíð spyrja ein vegleiðara. 6. Minst til at raðfesta • Søk endiliga inn á fleiri útbúgvingar - á fleiri ymiskum útbúgvingarstøðum • Skal eg hugsað um standby? – og er tað eitt hugskot, at eg seti tann krossin í mína umsókn? • Havi eg hugsað um eina plan B – og kanska eina plan C? Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tínar FRAMTÍÐARÆTLANIR? Hvussu er støðan við vaksna­mannalæru í Føroyum ? Her hugsi eg serliga um tann fíggj­ arliga partin; bæði í arbeiðstíð og skúlatíðini! Støðan við vaksnamannalæru í Føroyum er, at vit ikki hava eina tílíka skipan. Vit hava vanligu lærlinga­skip­ anina, sum vaksin fólk eisini fara ígjøgnum. Sambært sáttmála skal lær­ lingurin hava eina ávísa minsta­ løn, men tað er onki sum forðar fyri, at hann ella hon fær meira í løn. Í summum førum avtala meist­arin og lærlingurin eina hægri løn sínámillum. Hugskotið um vaksna­manna­ læru hevur stundum verið uppi og vent, men sum nú er, er ongin ítøki­lig ætlan á breddanum. Vinarliga Maiken Skarðenni Vegleiðari YRKISDEPILIN BROYTT MANNAGONGD Í MUN TIL FØROYAFRÁDRÁTT Skattestyrelsen hevur broytt manna­gongd á einum øki í mun til føroyafrádrátt. Skattestyrelsen í DK hevur boðað frá, at tey framyvir minka føroyafrádráttin við møguligum skattafríum veitingum, sum tann lesandi fær. Hetta er til dømis børne- og ungeydelse og boligsikring. Skattastyrelsen vísir á løg­- frøðiligu vegleiðingina C.F.8.2.2.20.2 Beskatningsretten til studerendes indkomst, har tað stendur, at ”Gæste­stud­er­ endefradraget reduceres med beløb, der modtages fra ud­ landet til den studerendes und­ erhold eller uddannelse, samt med beløb, der er skattefri her i landet, fx skattefri rejse­godt­ gør­else efter LL § 9 A. Fradraget reduceres også med indkomst, som er skattefri her i landet i hen­hold til en DBO.” Hetta hevur ikki verið manna­ gongdin áður, men Skatte­ styrelsen greiðir frá, at teirra løg­frøðiliga deild hevur boðað frá, at vegleiðingin skal tulkast soleiðis. Um tú til dømis móttekur børne- og familieydelse til barn undir 3 ár, kr. 18.228,- ár­liga og boligstøtte kr. 18.000,- árliga, so verður føroya­frá­drátt­urin (kr. 46.000,-) og ríkis­felags­skaps­ frádrátturin (kr. 36.000,-), mink­ aður við kr. 36.228,-. www.radgevingin.dk SET TÆR NÝGGJ MÁL FYRI FRAMTÍÐINA