hósdagur 16. januar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
23
200.000
afturat
til Pæsa
stovu
– kostar
eina
millión
Sosialurin skrivaði soleiðis
16. januar í 1980: 200.000 kr.
afturat til yvirtrekk og lið
ugtgerð av Pætursarstovu í
Bringbsagøtu.
Tórshavnar býráð skal í
annaðkvøld taka støðu til,
um peningurin skal játtast.
Tað er ein tilráðing frá
fíggjarnevndini, býráðið
skal taka støðu til.
Vi hesum 200.000 kr.
kemur kostnaðurin av at
umvæla – ella endurbyggja
Pætursarstovu – at liggja
um eina millión kr.
Byggi- og býarskipanar
deildin skrivaði beint fyri
jól til fíggjarnevndina og
vísti á at arbeiðið við at
gera Pætursarstovu lidna
er steðgað, tí peningurin á
kontoini er brútur. Byggi-
og býarskipanarnevndin
bað um 30.000 kr afturat.
Men fíggjarnendin meinti,
at minni enn 200.000 kr
kundu ikki gera tað.
Fólk vilja heldur
síggja sjónvarp
Afturhvarv úr SOSIALINNUM 1980
Sosialurin 23. januar 1980: Í annaðkvøld spælir Havnar Sjónleikarfrelag skemtileikin »Øll
verða góð við Opal« fyri seinastu ferð. Orsøkin til at tey longu nú gevast við at spæla er
tann, at alt ov fá fólk koma til sýningarnar.
L
eikurin hevur veirð spæld
ur 21 ferðir. Umleið 1100 fólk
hava verið til sýningarnar.
Bert einaferð hevur verið spælt
fyri fullum húsum, annars hevur
belegningurin verið lítil. Í miðal
hava 70 fólk verið til hvørja sýn
ing í sjónleikarhúsinum. Hetta er
stór broyting í mun til í fjør. Tá
var miðalbelegningurin um 120
fólk hvørt kvøldið.
Áhugin minaður
Vit hava spurt formannin í
Havnar Sjónleikarfelag, hví teir
gevast longu nú. Hann sigur, at
tað kann als ikki loysa seg at
spæla oftari og nevnir í hesum
sambandi, at okkurt kvøldið
hava bert verið nøkur 20 fólk til
sýningina.
– Áhugin fyri sjónleiki tykist
at vera minkaður nógv, skulu vit
sammeta við undanfarin ár, sig
ur Oskar Hermansson
Tá »Seymistovan« varð fram
førd seinasta leikár vóru tilsam
ans 31 sýningar. Í miðal 120 fólk
til hvørja sýning. Eisini barna
leikurin »Hási drekin«, sum hev
ur verið framførdur í seinastuni,
hevur veirð lítið vitjaður. Herfyri
var tó spælt í Vági, og tá varð
nógv fólk til sýningnarnar.
Sjónvarpið ein orsøkin
Uppá fyrispuring um sjónvarpið
kann vera atvoldin til, at so fá
fólk nú leita sær til sjónleik í
Havn, sigur Oskar Hermanson,
at tað kann vera ein orsøkin.
Hann vísir á, at vanliga hava
fríggjakvøld og sunnudagar ver
ið væl vitjaðir sjónleikardagar.
So var fyrr, men ikki longur.
Hetta leikárið hevur tað víst seg,
at bert fá fólk koma til sýningar
nar hesi kvøldini. Sjónvarpið
sendir annars bæði hesi kvøldini
Annars heldur Oskar Her
mansson, at teir vóru nakað
seinir á sjóvarfallinum við leiki
num í heyst. Sýningarnar byrj
aðu seinast í november, júst sum
fólk byrjaðu at stákast til jóla.
Tað kann hava gjørt, at nógv fólk
hava ikki givið sær stundir til at
fara til sjónleik.
Januar eins ringur
– Vit høvdu so vónað, at úrslitið
fór at verða øðrvísi eftir nýggjár.
Men tað vísti seg, at heldur ikki í
januar mánað hevur verið nógv
fólk til leikirnar, sigur Oskar víð
ari.
Sjálvur heldur Oskar, sum
hevur verið uppi í sjónleiki síð
ani 1948, at ongantið fyrr hevur
áhugin verið so lítil fyri sjónleiki
í Havn sum nú.
Nýtt leikár –
spennandi leik
Annars er Havnar Sjónleikarfel
ag við at fyrireika skránna fyri
næsta ár. Ætlanin er at leggja
fyri við einum speennandi álv
arsleiki til heystar. Tað er ein am
erikanskur leikur, sum í løtuni
verður framførdur í nærum øll
um grannalondum okkara.
Evnið er um »hvør ræður yvir
lívinum. Leikarin snýr seg um
ein sjúkling, ið liggur í respirat
ori á sjúkrahúsi. Hvør skal av
gera lagnu hanasra, er reyði tráð
urin í leikinum. Tað er Ásmundur
Johannesen, sum hevur týtt
leikin til føroyskt.
– Vit høvdu vónað, at »Øll
verða góð við Opal« ið jú er ein
skemtileikur, for at vera eitt
kassastykki. Tað vísti seg at vera
beint tvørturímóti. Hann fer at
geva okkum eitt dundrandi und
irskot, men so er bert at vóna, at
næsta leikár fer at eydnast betri,
endar formaðurin í Havnar Sjon
leikarfelag Oskar Hermansson.
Pætursarstova í
Bringsnagøtu
Tey, ið skulu síggja »Øll verða góð við Opal«, mugu skunda sær
Vestmannavegurin liðugur í summar
S
osialurin skrivaði soleiðis
23. januar í 1980:
Arbeiði upp á landsvegin
oman til Vestmanna er fyribils
steðgað. 15 mans hava arbeitt
upp á vegagerðina til á jólum.
Ætlanin er at taka arbeiðið upp
aftur til várs og gera vegin heilt
lidnan til í summar.
Tá nýggi vegurin verður liðug
ur, slepst undan teimum báðum
vegsneiðingunum og tí heldur
vánaliga og smala vegastrekki
num gjøgnum Vál og Vestmanna.
Vegarebiðið umfatar leingjan
og breiðkan av landsvegnum.
Higartil hava teir lagt rørleiðigar
í áirnar Breiuðá og Heljareyga
og fylt upp við tilfari. eisini hava
teir stoypt eina brúgv yvir sjálva
vatnleiðingina oman til Heljar
eygaverkið.
Nú er so eftir at fylla upp báðu
megin rørleiðingina og gera sjálv
an vegin lidnan. Vegurin oman
fyri Vál verður breiðkaur og
nýggja vegastrekkið yvir Breiða
og Heljareyga oman á Fjørð í
Vestmanna er umleið 500 metrar
langt.
Tað er Landsverksfrøðingurin,
sum ger arbeiðið , og tað er mett
at kosta millum 4 og 5 milliónir
krónur.