hósdagur 16. januar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
24
VILMUND JACOBSEN
T
ey smáu plássini í
Føroyum eru av og á
í fokus, og soleiðis var
eisini mikudagin í hesi
vikuni, tá KvF hevði eina sending
um útoyggjar og smápláss, har
fólkatalið minkar.
Við í sendingini vóru eitt nú
Helgi Abrahamsen, landsstýris
maður í útoyggjamálum og
Jørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum.
Millum tey, sum halda, at
politiski viljin at fremja átøk er
lítil - fyri ikki at siga eingin - er
Sjúrður Jacobsen, sum er gingin
ímóti rákinum og er fluttur úr
høvuðsstaðarøkinum og út til
Svínoyar at búgva.
Sjúrður Jacobsen hevur
drúgvar royndir í vinnulívi,
bæði her heima í Føroyum og
uttanlands, og í Svínoy hevur
hann saman við góðum kreftum
lagt lunnar undir aling av
rognkelsum sum reinsifiski til
føroysku alivinnuna, ið dregist
við lúsaplágu.
Heimastýri til Svínoy
Eftir at hava hoyrt sendingina
í KvF mikudagin, setti hann seg
ikki sørt fortørnaður við telduna
og skrivaði ein sonevndan status
á sína Facebook-síðu:
- Nú hoyri eg enn einaferð
Útvarpið tosa um, hvørjir møgu
leikar eru at menna útoyggjar
nar. Møguleikarnir eru nógvir,
men politiski viljin at leggja
nakrar karmar er slettis ikki til
steðar. Hettar er ikki grenj, men
fakta.
Soleiðis orðar maðurin seg,
sum hevur skapt vinnu í Svínoy,
og hann heldur fram:
- Tað er bara at hyggja yvir til
Noregs. Har býr fólk allastaðni
- í útjaðaranum og á oyggjum.
Tey leggja karmarnar politiskt,
soleiðis at tað ber til at trívast
har. Hetta hava tey gjørt í nógv,
nógv ár - og langt áðrenn nakran
oljupening, sum hann tekur til.
Sjúrður Jacobsen leggur aftr
at, at fyri Svínoynna sær hann
tveir møguleikar.
- Antin taka politikararnir seg
um reiggj og skapa nakrar veru
ligar karmar fyri oynna, ella fáa
vit okkum eitt stýri av einum
ella øðrum slag sjálvi - eitt stýri,
sum kann smíða mennandi lógir
og reglur.
Hann heldur fyri, at tá eingin
politikari vísir oynni áhuga,
heldur hann ikki, at nakar kann
hava nakað ímóti at geva Svín
oynni eitt heimastýri.
- Tá Helgi Abrahamsen sigur,
at tað er gongdin víða um, at fólk
flyta av smáplássum og mið
savna seg á størru plássunum, so
er tað ikki nakað nýtt. Tað er ikki
hetta, sum tað heila snýr seg um.
Tað er lættasta sak av verðini at
sentralisera eitt samfelag, tí tað
hendir av sær sjálvum, um eingi
verulig átøk verða framd. Men,
eg haldi ikki, at ein slík gongd er
burðardygg. Eftir mínum tykki
eiga vit í mest møguligan mun at
lata samfelagið aftur til okkara
eftirkomarar í sama standi,
sum vit fingu tað, sigur Sjúrður
Jacobsen.
Alt verður negativt
Hann viðgongur, at slíkar út
sagnir, sum tær, ið landsstýris
maðurin legði fyri dagin, skapa
eina ávísa øsing í hansara sinni.
- Tað er nógv, sum ber til, tó
at politikarar ofta vilja vera við,
at einki ber til. Tá tey í sínum út
gangsstøði hava henda hugburð
allan vegin í gjøgnum, verður alt
bara negativt.
Hann heldur, at størsti
trupulleikin í slíkum føri ofta
er, at politikarar sjálvir ongar
royndir hava gjørt sær.
- Tú kennur typurnar, sum
vilja vera við, at einki ber til í
hesi verð, men tað er bara ikki
rætt, tí tað er nevniliga nógv,
sum ber til. Tað er bara at síggja
møguleikarnar. Men, tað er
tann politiski myndugleikin,
sum situr við bukt og báðum
endum, ið má skapa fyritreytir
- Hevði eg lív og heilsu og slapp
at skipa viðurskiftini øðrvísi,
kundu 100 fólk búð í Svínoy um
15 ár. Tað ræður um at skaffa
kapital, og kapitalur er soleiðis,
at hann trívist, har hann hevur
tað gott. Tað er eingin sum
helst framdrift at hóma hjá
okkara politisku myndugleikum,
tá ræður um útoyggjarnar,
staðfestir Sjúrður Jacobsen,
sum nú alir rognkelsi í Svínoy
- Politikarar kunnu snakka um undirsjóvartunnil ella rennistrong
til Svínoyar, men øll vita, at tað kemur ongantíð. So leingi, sum
tosað verður um slíkt, hendir einki, og tað vita myndugleikarnir
eisini, sigur Sjúrður Jacobsen, sum nú alir rognkelsi í Svínoy
TAÐ ER IKKI BURÐAR
TAÐ ER IKKI BURÐAR
DYGT
DYGT AT LATA
AT LATA
ÚTOYGGJAR DOYGGJA
ÚTOYGGJAR DOYGGJA