hósdagur 16. januar 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
25
og karmar, men her er alt
steindeytt, leggur Sjúrður
Jacobsen aftrat.
Fólk býr allastaðni
Í samband við fyrireikingarnar
til verkætlanina at ala rognkelsi
í Svínoy, gjørdu teir ein túr upp
gjøgnum Noreg, har teir byrjaðu
har suðuri í landinum og koyrdu
allan vegin upp til Lofoten.
- Eg havi verið nokso nógv í
Noregi, og eg havi eisini arbeitt
har. Tað, sum eg serliga hefti
meg við á júst hesum túrinum,
var, at fólk býr allastaðni upp
eftir næstan óendaligu langu
strondini og djúpu firðunum í
Noregi. Sjálvur havi eg eisini ein
vinmann í Båtsfjørðinum heilt
har norðuri í landinum.
Sjúrður Jacobsen vísir á, at
har norðuri eru skipanir gald
andi, sum eru øðrvísi og meira
attraktivar - fyri bæði fólk og
vinnulív - enn tær generellu
skipaninar í Noregi annars eru.
- Í tí stóra og heila snýr tað
nógva seg um krónur og oyru, og
hetta verður gjørt fyri at eggja
fólki til at búseta seg og virka í
økinum. Í Noregi er politiskur
vilji til at gera nakað, og tað sæst
týðiliga á einari slíkari ferð har
norðuri í landinum, at hetta
hevur givið úrslit.
Hann vísir á, at Føroyar eru
so smáar í mun til velduga stóra
norska meginlandið, at tað bæði
er synd og skomm, heldur hann,
at vit ikki skulu duga betur at
fáa fólk at støðast á útoyggj og
á smáu plássunum annars.
- Henda gongd, at oyggjar
og smápláss í Føroyum gerast
alsamt fámentari, samstundis
sum eingi verulig politisk átøk
verða sett í verk, sum kunnu
gera nakran mun, er ikki nýggj.
Sjúrður Jacobsen staðfestir,
at hetta hevur verið gongdin
seinastu fimmti árini ella so.
Tað skal meira til
Nú so nógv fokus er á Føroyar
sum ferðamannaland, vístu báð
ir landsstýrismenninir, Helgi
Abrahamsen og Jørgen Niclasen,
í sendingini í KvF eisini á hesa
veksandi vinnu, sum kanska
serliga merkist í útjaðaranum í
Føroyum.
- Einki ringt um hetta. Men,
álvaratos - er tað nøkur framtíð
fyri okkara útoyggjar og smáu
bygdir kring landið at vísa fram
nakrar seyðir og tóm sethús?
spyr Sjúrður Jacobsen, sum
heldur, at tað skal eitt sindur
meira til enn hetta at geva lívi
num á smáu plássunum eitt
innihald.
Síðan hann flutti út til Svín
oyar at búgva, er eisini gongd
komin á alingina av rognkelsum.
- Longu nú eru eini 5-6 fólk
knýtt at virkseminum, og eg
vænti, at brúk verður fyri 8-10
fólkum seinni í ár, tá virksemið
verður størri. Talan er um
miljónaíløgur, og vit fara at økja
virksemið á alistøðini so líðandi.
Sjúrður Jacobsen vísir á, at í
alingini í Svínoy verður dentur
lagdur á, at alt skal gerast for
svarliga, bæði lívfrøðiliga og
tekniskt.
- Aliroyndir av rognkelsum á
royndarstigi eru gjørdar í Nes
vík, og nú verður so bygt víðari á
tær royndirnar í Svínoy. Vit hava
bæði tikið fisk og hava avskipað,
og fiskurin er farin av oynni í
góðkendum tanga, sum Ritan
hevur tikið við sær, sigur hann.
Svínoy stórt uppland
Svínoyggin er nógv størri, enn
mong duga at ímynda sær.
Øll, sum búgva í miðstaðar
økinum, síggja dagliga út á Nóls
oynna, men tað eru ikki øll, sum
vita - og enn minni vilja trúgva
- at Svínoyggin í ferkilometrum
er næstan tríggjar ferðir so stór
sum Nólsoyggin.
Svínoy hevur tvær lendingar,
harav lendingin á Víkini liggur
út til opið hav, meðan lendingin
á Eiðinum - ella Yviri í Havn, tey
rópa - er kyrrupláss burtur av,
tí hon liggur inn móti Svínoyar
firði.
- Politikarar kunnu snakka
um undirsjóvartunnil ella
rennistrong til Svínoyar, men
øll vita, at tað kemur ongantíð.
So leingi, sum tosað verður um
slíkt, hendir einki, og tað vita
myndugleikarnir eisini.
Sjúrður Jacobsen vísir á, at
ein skilagóð íløga fyri Svínoynna
hevði verið ein tunnil í oynni á
umleið 1500 metrar, soleiðis at
lendingin á Eiðinum gjørdist
permanent.
- Her er altíð kyrt, og hetta
hevði eisini stytt siglingarleiðina
í oynna munandi, leggur hann
aftrat.
100 fólk um 15 ár
Nú útoyggjar og smápláss
minka í fólkatali, og fólk savnast
í miðstaðarøkinum og á størru
plássunum kring landið, heldur
hann, at Svínoyggin saktans
kundi havt eina framtíð, um
rætt verður atborið.
- Nú nevndi eg í mínum status
møguleikan at geva Svínoynni
eitt ella annað slag av heima
stýri. Eg ivist onga løtu í, at
hevði eg lív og heilsu og slapp
at skipa viðurskiftini øðrvísi,
kundu 100 fólk búð í Svínoy um
15 ár. Tað ræður um at skaffa
kapital, og kapitalur er soleiðis,
at hann trívist, har hann hevur
tað gott. Tað er eingin sum helst
framdrift at hóma hjá okkara
politisku myndugleikum, tá
ræður um útoyggjar, staðfestir
Sjúrður Jacobsen.
Sosialurin kann leggja aftrat,
at tá løgtingsval varð hildið hin
31. august í fjør, høvdu 26 fólk
valrætt í Svínoy.
- Tú kennur typurnar, sum
vilja vera við, at einki ber til
í hesi verð, men tað er bara
ikki rætt, tí tað er nevniliga
nógv, sum ber til. Tað er
at síggja møguleikarnar,
men so sanniliga eisini
at skapa fyritreytirnar,
sigur Sjúrður Jacobsen