hósdagur 16. januar 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
4. partur
T
á ið ein fer undir eina
slíka søgu, sum hesa
hjá Sigert, er altíð
okkurt nýtt, sum
kemur undan kavi.
Tað er tað eisini í hesum
førinum. Nú ein dagin fann
ættarfólk hansara pass. Men
hetta er ikki eitt veruligt pass.
Tað er ein bók við blonkum
síðum í A5 stødd. Hetta er eitt
”heimsgjørt” pass, sum skuldi
prógva hansara ferðir.
Hetta minnir um eitt pass.
Her er ein mynd av Sigert
á fremstu síðu við hansara
undirskrift. Tað er dagfest
22. september í 1922 í Bern í
Schweits og við eini almennari
undirskrift.
Síðani eru á 130 síðum meira
enn 400 stempul umframt
hópin av átekningum frá
støðum, Sigert hevur vitjað.
Tað tykist sum at hann hev
ur gjørt sær ómak at fáa so
nógv stempul sum gjørligt frá
almennum stovnum, sum t.d.
konsulatir og átekningar frá
fólki við ávirkan.
Kanska hevur hann eisini
nýtt høvið til at agitera fyri síni
heimsstjórn og annars at gera
vart við seg sjálvan.
Tann fyrsta átekningin er í
Moknes í Marokko, dagfest 10.
apríl 1923. Tann, sum skrivar
undir, er Prins Aage, sum var
næstringur hjá Christian 10.
kongi. Hann búði og doyði í
Marokko. Hann hevði verið í
fronsku ”fremmedlegionini”, og
hevði nú búsett seg í Marokko,
sum tá var undir fronskum
ræði. Eisini sæst, at Sigert hevur
verið í fleiri býum í Marokko.
Tann seinasta dagfestingin
er 14. juli 1924 í Rotterdam
í Hollandi, har hann hevur
ferðast runt í landinum. Her
hevur hann fingið stempul í
hvørjum býi, hann hevur verið í.
Helst hevur hann samlað
stempul sum dokumentatión
fyri, hvar hann hevur verið.
Tað sæst eisini, at bókin er sera
nógv slitin, so hon hevur verið
nógv frammi. Tað tykist, sum at
hann hevur verið ínni í teimum
norðurlendsku konsulatunum í
hvørjum býi fyri at fáa átekning
og ella stempul.
Lond, har hann hevur verið,
eru umframt tey kendu t.d.
Gibraltar og Algier. Hann
hevur ferðast um í Spania, og
í Bilbao hevur hann vitjað ein
føroying og fingið eitt stempul
frá honum. Hetta var Theodor
Petersen, sum skrivar í passið
”Allar góðar heilsur til Før
oyar”. Theodor, ella Dori, sum
hann kallaðist, var sonur
Sámal P. Petersen í Fuglafirði,
vanliga nevndur ”gamli Sámal
Petersen”. Hann búði eitt skifti í
Spania sum umboðsmaður fyri
føroyskan saltfisk. Seinni kom
hann aftur til Fuglafjarðar, har
hann hevði bakaríið Tip Top.
Sigert hevur eisinu átekning
frá einum Chr. Paus. Sigert
skrivar, at hann er ”Kamerherre
hos Hs. Hellighed Pius XI”, t.v.s.
sjálvum pávanum, sum tá var
nýggjur í embætinum.
Hann hevur eisini verið á
sjómansheimum eins og hann
vitjaði norska Veritas í Rott
erdam. Eisini vitjaði hann løg
regluna.
Postkort
Sigert hevur verið óførur at
lata frætta frá sær.Tað eru
funnin fleiri postkort, sum
hann hevur sent heim til sína
gomlu mammu, Elin Katrinu.
Í dag verður postur sendur
aftur, um gøtunummarið ikki er
tilskilað. Hetta var meira einfalt
tá, sum tá móttakarin á einum
av postkortinum var skriv
aður ”góða mamma í Kirkjubø
í Føroyum, Iles de Faroes via
Leith”.
Hetta kort er skrivað í juni
1913 í Stockholm og ljóðar
soleiðis:
Góða mamma
…Eg fari í dag til Finlands
og síðan til Garðaríkið –
Pætursborg, og skal so brátt
aftur rita.
Blíðar heilsur til øll!!
Heil og happadygg! Sigert.
Sigert handtikin
av løgregluni
Tað finst eitt ótal av greinum
og greinastubbum um Sigert
um øll møgulig evni. Eisini í
russiskum bløðum, har tað var
sagt, at hann var tíðindamaður
hjá Kristeligt Dagblad og
Fuglaframa, sum beiggi hansara
Sverre gav út.
Ein serlig søga var í einum
donskum blaði vist í 1908. Hon
ljóðar soleiðis:
Forfatteren Sigurd
Patursson anholdt i
Landskrona
I Landskrona har den kendte
Færing, Forfatteren of Journal
isten Sigurd O. Patursson op
levet et ikke helt almindeligt
Rejseæventyr.
Patursson havde været paa
Besøg i Stockholm og var nu
paa Hjemrejsen til København.
I
Landskrona,
hvor
Toget
holdt,
mødte
to
Opdagelsesbetjente op paa
Banegaarden, og ikke saa snart
de havde faaet Øje paa Paturs
son og spurgt om hans Navn,
før de erklærede ham anholdt.
F o r b a u s e t
s p u r g t e
Patursson om Grunden til hans
Anholdelse.
Det skulle han nok faa at
vide, naar han kom op paa
Politikontoret. Under stor
Nysgerrighed og ledsaget af
et mægtigt Opløb, blev nu
Patursson puttet i en Vogn og
kørt paa Politistationen, hvor
Patursson straks blev taget i
skarpt Forhør af Politiassist
enten.
Det gode Landskronapoliti
havde nemlig fra Stochholmer
politiet faaet Meddelelse om, at
en finsk Statsborger, der havde
tilvendt (svikað) sig flere hundr
ede Tusinde Mark (finska gjald
oyra), var pa Vejen til Udlandet,
og at han vistnok ville lægge
Vejen over Landskrona.
Signalementet som Lands
kronapolitiet havde faaet, lød
på, at vedkommende var en
elegant klædt Herre med et
sydlandsk Udseende, og at han
rejste under Navnet Sigurd O.
Patursson.
Trods
den
mærkelige
Overensstemmelse i Navn og
Udseende lykkedes det dog
Patursson efter megen Omsvøb
og Telegrafering frem og
tilbage at faa sin Uskyldighed
konstateret.
Han blev løsladt med mange
Undskyldninger, men da var
Toget forlængst dampet videre.
Patursson maatte nu ligge
over i Landskrona og havde i
Eftir at hava ferðast í meira
enn 40 ár, endaði ferðin í 1931
í kirkjugarðinum í Kirkjubø.
Hann hevur framvegis
nógva søgu at greiða frá
SIÐSØGA
”Passið” hjá Sigert:
400 stempul í eitt gott ár
Passmyndin hjá Sigert og undirskriftin hjá Prins
Aage, sum fær eina heila síðu í ”passinum”.
Prins Aage