hósdagur 16. januar 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020
SOSIALURIN 7
27
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið fram við endurminningum hjá
Kristjani Djurhuus, okkara næstfyrsti løgmaður. Seinastu partar av
hesi áhugverda frásøgn var í 2011.
Mellemtiden god Lejlighed til at
spekulere over den mærkelige
Idé Forbryderen har haft, at
benytte hans Navn.
Den Gaade har Patursson
dog ikke faaet løst endnu.
Sigert livir enn
Tað er framvegis ein Sigert
Patursson
í
Føroyum.
Hann er sonur Sølvu og
Páll og er uppkallaður eftir
oldurabbabeiggjanum. Hann
er giftur við Aleku úr Norður
grønlandi. Hon hevur eisini eina
spennandi ferðasøgu. Hennara
forfedrar komu fyri øldum
síðan til gongu úr Canada til
Qaanaq í Norðurgrønlandi.
Henda ferðin tók fleiri ár.
Henda
spennandi
og
forvitnisliga søgan hevur verið
í hesi røð. Teirra børn hava tískil
gott til at breðga, tá tey fáa hug
til at ferðast.
Ferðingin er av
Í 1931 doyði Sígert brádliga.
Hann hevði tá verið í Danmark
eina tíð.
Dimmalætting skrivar 23. og
26. september.
Sigurd Patursson er pludselg
død på Hulerød Badehotel
Han ankom til Hotellet Onsdag
Aften og blev i løbet af Natten
syg, hvorefter han var gået ned
i Vestibulen. Ved 4 tiden om
Morgenen telefonerede han
efter doktor Larsen i Hornbæk,
der hurtigt kom til stede og
gav den syge en Indsprøjtning.
Umiddelbart efter vilde Sigurd
Patursson begive sig op på
sit Værelse, men inden han
naaede dette, segnede han
pludseligt om og døde. Man
satte sig derefter i forbindelse
med Paturssons Brodersøn, der
er Elev på Landbohøjskolen,
og han afhentede den Afdøde.
Liget kommer hjem med Tjaldur
paa Mandag og begravelsen
foregaar på Tirsdag kl. 1.
Tann 23. september 1931 skrivar
Tingakrossur m.a.:
Seinasta hósdag bórust tey
tíðindi til oynnar, at Sigert
í Kirkjubø var deyður á
sjúkrahúsi við Oyrasund. Hann
hevði leingi verið sjúkligur men
kviknaði aftur og tyktist heilt
raskur, so komu deyðsboðini
knappliga og óvæntað.
Siggert var ferðamaðurin
mikli, hevði vitjað meginpartin
av heiminum og talaði fleiri
mál. Fyri mongum árum
síðani sendi hann út stóra og
forvitnisliga bók við hópin
av sjáldsomum myndum um
Siberia á okkara døgum, sum
ofta hevur verið tikin til. (Fleiri
av myndunum eru t.d. nýttar í
donskum skúlabókum). Hann
var eldhugaður nátúrdyrkari
og ótroyttandi talsmaður fyri
kroppsvenjing, vakurleika og
sunnum livimáta – og veraldar
friði. Føroyar lógu honum altíð
næst í huganum.
Tað vóru eisini fleiri sum
yrktu honum minnisyrkingar.
Ein teirra var Janus Djurhuus.
Tingakrossur skrivaði 30.
september:
Tá
Tjaldrið
kom
higar
mánadagin hevði tað líkið av
Sigert í Kirkjubø innanborða, og
í gjár var hann jarðaður í sínum
heimstað.
Har var stórt fylgi, hóast
veðrið var ótýdligt. Uttanfyri
húsini bað próstin eina stutta
bøn og dvøldi við tað hjartaliga
forhold, ið altíð hevði verið
millum hann og móður hans.
Inni í kirkjuni helt próstin
síðan eina frálíka góða talu, har
hann kom inn á Sigertsa ferðing
í útheiminum, sum kortini allar
dagar hevði havt sítt fasta
punkt: Kærleikan til Føroyar, til
heim og fosturjørð. Við grøvina
bar Jóannes,bóndi, fram nøkur
hjartalig orð um bróðurin við
heilsu frá hansara næstingum.
Ein serliga heimligan dám
løgdu tey gomlu hátíðarligu
Kingo løgini yvir jarðarferð Sig
erts, ferðamaðurin mikli, sum
nú var komin heim med alla.
Minningarorð í Sosialinum
Í oktober 1931 hevði Sosialurin
hesi minningarorð um Sigert:
”Hann var ferðamaður
mikli. Hann fór heiman, tá ið
hann var 18 ára gamal, og ikki
endaði hansara víðfevnandi
ferðalív, fyrr enn hann nú
gjørdi sína síðstu ferð aftur til
sítt heimland á 62 ára aldri.
Í øll hesi 41 ár, sum hann ferð
aðist land úr landi, veraldarpart
úr veraldarparti, gjøgnum
kongaríkir, republikkir og
keisararíkir, livdi hann lívið
saman við villmonnum, var
á fundi saman við teimum
hægstu í heimsins mentun
armætastu tjóðum – loyvdu
sær einans stundir til at vitja
tríggjar ferðir heim, tó at
heimið altið var miðdepil í
lívi hansara. Hann var jú á
sínu ungu árum ein hin fyrsti
undangongumaður fyri gamla
Føringafelag.
Úr vestri í eystan, heilt
eystur í Tibet, til hin heilaga
býin Lhasa, har annars eingin
fremmandur fekk loyvi til at
koma inn, úr norðan í sunnan,
heilt frá tí polarkalda Sibiriu,
har hann át ráan frystan fisk
hjá Samojedum og Ostjakum,
og suður í hitt steikjandi heita
Marokko, har hinir villu Rif
menninir førdu sín blóðuga bar
daga móti Spaniólunum – lógu
ferðaleiðir hansara.
Hansara tráðan eftir at kanna
verøldina, londini og tjóðirnar,
hoyra og síggja sjálvur, kom at
geva honum eina lívsskoðan,
sum ikki hóskaði við okkara
gomlu borgarligu lívssjón.
Tað vóru tí ikki øll, sum
skiltu hendan mannin, sum
gekk sínar egnu leiðir, soleiðis
sum tær høvda lagað seg av
øllum tí, sum hann hevði hoyrt
og roynt.
Sigert var vist heldur ikki
klárur yvir tað endamál, hann
hevði sett sær – og tað kann vera,
at tað bæði var ófullfíggjað og
gagnleyst og ikki til til at royn
ast – men leitan hansara eftir
einum lívsformi, sum kundi
endurnýggja menniskjuni og
bjarga henni frá mongum av
teimum vomm (vandamálum),
sum hongur við okkara gomlu
og spiltu mannaætt, bar hann
upp yvir alt, hann møtti av
mótburði.
Í greinum í nógvum útlendsk
um bløðum hevur hann sagt frá
mongum av sínum ferðaviður
skiftum.
Í mong ár og heilt til tað síðsta
gav hann út Veraldarskriftið,
hvar hann leggur sína áskoðan
fram um nýggjar leiðir fyri
mannaættina.
Blaðið kom ymsastaðni út,
í Svøríki, Noregi,Týsklandi og
Danmark og aðrastaðni, men
tíðum kundi vera langur støðgur
millum hvørt blaðið – eftir sum
líkindini vóru at kosta prenting
ina. Millum tey mál, sum nógv
vóru havd á lofti í blaðnum, í al
fall í byrjanini, var stovnanin av
einum veraldarparlamenti, eitt
ting fyri øllum heimsins fólki
til varveitan av friði og semju
tjóðanna millum. Hetta mál
varð seinni útloyst í stovnan
av Folkeforbundet.
Hitt langa og mangan
strævna ferðalívið í øll hesi
nógvu ár í illum og góðum,
gjørdi at Sigert ikki umbar seg
fyri malariasjúkuni.
Og var tað henda sjúkan,
sum nú var honum at bana,
meðan hann var staddur í
Danmark. Men hansara ynski
um at gravast í Føroyum gekk
tó út. Hann doyði haldandi sítt
lívsideal høgt á lofti og var fegin
uppi yvir tí, og betri deyða kann
maður neyvan fáa”.
Eigur at verða mintur
Henda greinarøðin byrjaði
6. desember, tá ið vit kundu
greiða frá russisku týðingini
av bókini hjá Sigert um hansara
Sibiriuferð. Tað hevur víst seg
at vera stórur áhugi fyri hesi
frásøgn, og vónandi fer meira at
verða gjørt fyri at lýsa hansara
ævintýrliga lív.
Tað er eingin ivi um, at
ein slíkur maður er verdur
at minnast. Tað kundi verið
upplagt at reist honum ein
minnisvarða. Hann kundi verið
í kirkjugarðinum í Kirkjubø, har
hann endaði sína ferð.
Hr. Bar-fod-ho´ed
Ser De en Mand uden Hat og Sko
er det han den muntre Bar-fod-ho´ed.
Folk griner og hvisker, sikken en Fyr,
paa Marken brøler den røde Tyr.
En gammel Kone besvimer Skræk,
og Drengene løber paa Gaden væk.
Hvem er han da, den underlige Rad,
som bærer til Tiden et glødende Had?
Fra Færø han kom, Journalist in Spe,
han lader sig nu i Jylland se.
Til Skagen han vil, der er Luft, min Tro
og til Fodbade er der en herlig Ro.
Hvem ved, maaske bli’r han gift deroppe.
Damer holder meget af den Slags Kroppe.
Farvel, Hr. Patursson, kom snart igen,
Og se saa ind til din gamle Ven.
Jeronimus
Yrking í donskum blaði
Veraldarritið kom út á fleiri málum, har Sigert lýsti
sínar hugsjónir. Hetta er ein svensk útgáva
Soleiðis skuldi ein rættur
maður vera ílætin, hann
skuldi eisini vera berføddur