Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 30 TRÓNDUR ARGE F yri fyrstu ferð síðani ár 2000 skal føroysa A-lands­liðið spæla móti Dan­mark. Tá taptu Før­ oyar 2-0 í mjørkanum á Tórs­ vølli í NM-kapping. Hesa ferð verður talan um venjingardyst í Herning 27. mars. Síðani spæla Føroyar móti Andorra tríggjar dagar seinni. Í juni verður farið til Íslands at spæla, umframt at ein venj­ ingarlandsdystur verður afturat, men tað er ikki greitt hvørjum tað verður ímóti enn. Á papírinum eru hetta spenn­ andi dystir. Tað er altíð spenn­ andi at spæla móti Danmark og Íslandi, meðan vit hava okkurt at hevna í Andorra, eftir umstrídda málleysa javnleikin í 2017. Fjórða mótstøðuliðið fáa vit ikki at vita enn. Her kemur millum annað lutakastið í Nations League at spæla. Håkan gleðir seg Fyrsti dysturin hjá nýggja før­ oyska A-lands­liðs­venjar­an­um, Håkan Ericson, verður á MCH Arena í Herning, har Danmark tekur ímóti fríggjadagin 27. mars. - Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum báðum dystunum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Før­ oyar. - Áðrenn dystin móti Dan­ mark, sum skal til EM í summar, hevur føroyski hópurin bara havt møguleika at vant fýra ferð­ir saman, so tað verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Men mær dámar hesar avbjóðingar, og tær kunnu vónandi lyfta okkum, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF. 20 ár síðani seinast Tað er skjótt 20 ár síðani at før­oyska landsliðið seinast spælt móti Danmark. Tað var á Tórsvølli í samband við NM- kapp­ingina, sum tá var. Hon var eitt gott íkast fyri føroyskan fót­ bólt, men bleiv avtikin eftir eina roynd. Tað var nógv fólk á Tórsvølli til venjingarlandsdystin móti Dan­mark í 2000. Morten Olsen var landsliðsvenjari og nýggjur hjálparvenjari var ongin annar enn Michael Laudrup. Danmark vann 2-0 við mál­um frá Ebbe Sand og Brian Steen Nielsen í seinna hálvleiki. Før­ oyska liðið hevði eisini onkran stóran málmøguleika, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Peter Schmeichel. Vit skulu heili 30 ár aftur til fyrstu uppgerðirnar millum Før­oyar og Danmark. Tað var í fyrstu undankappingini nakran­ tíð hjá Føroyum. 11. oktober 1990 taptu vit 4-1 í Parkini, eftir at Allan Mørkøre hevði javnað fyri Føroyar í fyrra hálvleiki. Returdysturin bleiv spældur í Landskrona, har Danmark vann 4-0. Tíggju dystir Sambært landsliðsskránni fyri 2020 skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla tíggju dystir í hes­um árinum. UEFA Nations League verður spælt í heyst, men áðrenn tað skulu Føroyar spæla fýra venjingardystir – tveir í mars og tveir í juni mánað. Dystirnir í mars mánað verða á útivølli ímóti Danmark og Andorra. Fríggjadagin 27. mars spæla Danmark og Føroyar á MCH Arena í Herning, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 30. mars tekur Andorra ímóti á Estadio Nacional í Andorra. Tíðliga í juni mánað skal før­ oyska liðið aftur í vøllin í tveim­ um venjingardystum. Fyrri dysturin verður tann 3. juni, tá Ísland og Føroyar fara at dyst­ast á Laugardalsvøllinum í Reykja­ vík. Bíðað verður við at finna mótstøðulið til seinna venjingardystin í juni til lutakastið til UEFA Nations League hevur verið. Kennir lítið til Andorra Føroya vóru í bólki saman við Andorra til HM 2018 undan­ kapp­ingina. Í Andorra spældu vi tein umstríddan javnleik. Tað endaði 0-0, eftir at Jóan Símun Edmundsson bleiv útvístur í kulda­num á Estadio Nacional í Andorra. Vit vunnu heimadystin 1-0, men tað var ikki við vøkrum spæli. Gilli Rólantsson skoraði málið. Tað merkti báðar dyst­ ir­nar, at tað bleiv heitt mill­um spælararnar. Millum annað vildi Atli Gregersen ikki taka í hondina liðskiparanum hjá Andorra, Ildefons Lima. Um­ stríddi miðverjin hjá Andorra gjørdi millum annað eitt greitt brots­spark, sum tó endaði við at Jóan Símun Edmundsson fekk gult kort fyri film. - Andorra kenni eg ikki so nógv til í løtuni, men tað verður spenn­andi at møta einum landi, sum er í sama styrkisbólki sum vit. Eg vænti nakrar góðar og læruríkar venjingardystir, sum samstundis skulu tryggja, at vit eru so væl fyrireikaðir sum tilber til avbjóðingarnar í Nations League í heyst, sigur Håkan Ericson. Í komandi UEFA Nations League kappingini eru Føroyar í Deild D saman við Gibraltar, Lettlandi, Liktinstein, Andorra, Malta og San Marino. Hesi sjey lond­ini skulu síðani býtast í tveir bólkar – ein bólk við fýra lond­um og ein bólk við trimum lond­um. Lutakastið til UEFA Nations League verður í Amsterdam í Hollandi týsdagin 3. mars. Dyst­ ir­nir verða spældir í september, oktober og november. 20 ár síðani seinast: Fótbóltssambandið boðaði í vikuni frá, at føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla venjingardystir móti Danmark, Íslandi og Andorra í ár HÅKAN: HÅKAN: SERLIGT AT SERLIGT AT SPÆLA MÓTI SPÆLA MÓTI DANMARK DANMARK