Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JANUAR 2020 SOSIALURIN 7 31 Fótbólturin er farin á rull aftur, nú fyrstu dyst­ir­nir í kappingini hjá Venjara­ felag­num eru spældir. Í summar komu sjónligar broyt­ingar í Fótbóltslógina, men tær eru ikki komnar í gildi í Føroyum fyrr enn nú. Saman við fyrrverandi al­ tjóða dómaranum, Peturi Reinert, hava vit hugt nærri at nøkrum av broytingunum. Her er eitt stutt yvirlit yvir nakrar av teimum broyt­ing­ um, sum eru gjørdar til Fót­ bólts­lógina. Hesar komu í gildi í Føroyum 1. Januar í ár. Patrik Johannesen venur í hes­um døgum við danska felag­num FC Fredericia, sum spælir í næstbestu deildini. Sum skilst leitar felagið eftir einum áleypara. Tvøramaðurin í Klaksvík hevur sáttmála við KÍ fyri 2020, men hevur eitt mál um at sleppa at royna seg uttan­ lands. Hann spældi eitt stutt tíðar­skeið við Florø í Norra. Hann kom í fjør aftur til Før­ oya, har hann vann FM við KÍ. - Eg skal venja við her til leygar­dagin. Vit skulu spæla móti Randers í morgin og so fáa vit at síggja hvat sker, sigur Patrik Johannesen. Patrik Johannesen hevur í 2019 vunnið sær pláss í lands­ liðs­hópinum. Miðvallari til KÍ Norðlýsið skrivar at KÍ hevur gjørt sáttmála við Alessio Hyseni. Talan er um ein sentralan miðvallara. Alessio Hyseni er 23 ára gamal og er frá Albania. Hann hevur síðstu árini spælt í bestu deildini í Albania, seinast við FK Partizani. Tað hevur verið nakað av útskifting í hópinum hjá KÍ síðani meistaraheitið kom í hús í oktobur í fjør. Vekk eru spælarar sum Simen Sand­ mæl, Semir Hadzibulic, Magn­ us Stamnestrø, Tor­bjørn Grytt­en og Darius Lewis Tilgongdin telur Odmar Færø, Ole Erik Midtskogen, Abu­bakar Ibrahim Aliyu og nú Alessio Hyseni. Norðlýsið skriv­ar, at avtalan við Alessio Hy­seni er galdandi fyri kapp­ ingar­árið 2020. Málsparkið Bólturin er í spæl, tá hann er sparkaður og týðiliga flytir seg! Tað er ikki longeur neyðugt at spæla hann út úr brotssparksteiginum. Mótspælarar skulu verða uttanfyri brotssparksteigin, inntil bólturin er í spæli. (Tað er ikki loyvt hjá eitt nú málmanninum at lyfta málsparkið upp til ein viðspælara, sum skallar bóltin aftur til málmannin, so hann kann taka hann í hondina). Múrurin Um verjandi liðið hevur tríggjar ella fleiri spælarar í múrinum, hevur áleypandi liðið ikki loyvi at seta spælarar í múrin. Hesir skulu vera í minsta lagi ein metur frá múrinum, inntil bólturin er í spæli. Uppkast Tá spælið verður tikið upp aftur við einum uppkasti, skal uppkastið gevast til tað liðið, sum seinast hevði bóltin. Allir mótspælarar skulu vera í minsta lagi fýra metrar vekk frá uppkastinum. Um bólturin var í 16-metrinum, tá spælið varð steðgaður, skal málmaðurin “fáa” uppkasti. “Hondbóltur” Um bólturin kemur í hondina á einum spælara, og eitt mál ella málmøguleiki kemur burturúr hesum, skal beinleiðis fríspark dømast. Tá er líkamikið, um hetta er tilvitað ella ikki, um hondin var “uppá pláss”, um bólturin varð sparkaðu í hondina og so framvegis. Útskifting Tá útskifting verður framd, skal spælarin, sum verður útskiftur, fara stytsta veg av vøllinum! Broytingar í Fót­ bólts­lógini 2020 Áleypari hjá KÍ venur við FC Fredericia