fríggjadagur 17. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 242 - 17. desember 2004
Ferðslutrygd
fær somu
játtan
Fíggjarnevndin hjá løg-
tinginum mælir til, at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
næsta ár fær somu al-
mennu játtan, sum fe-
lagið hevði í 2004.
Uppskotið frá lands-
stýrinum var annars, at
Ferðslutrygd
skuldi
skerast á sama hátt sum
nógv onnur feløg, sum
fáa almenna játtan.
Fyri
Ferðslutrygd
snúði hetta seg um
90.000 krónur, sum
skuldi takast av teimum
900.000, sum felagið
fekk
seinast.
Hetta
svarar
til
generellu
lækkingina á 10 pro-
sent, sum landsstýrið
tók undir við.
Fíggjarnevndin
hjá
løgtinginum hevur í sín-
um áliti skotið upp, at
Ferðslutrygd
aftur
næsta ár fær 900.000
krónur. Eingin grund-
geving verður givin fyri
hesum, men sagt verður,
at meirilutin í fíggjar-
nevndini vil hava somu
játtan til Ferðslutrygd
næsta ár sum í ár.
ek
Taka fyrilit
fyri brekaðum
Feløgini hjá teimum
brekaðu skuldu næsta ár
fáa minni almenna játt-
an, enn tey hava fingið í
ár.
Landsstýrið
vildi
skerja øll feløg og
stovnar eins nógv, og
eingi fyrilit vóru tikin
fyri ávísum feløgum.
Hetta merkti, at eisini
feløgini hjá teimum
brekaðu skuldu skerast.
Hesum tekur fíggjar-
nevndin hjá løgtingin-
um ikki undir við, og í
sínum
áliti
mælir
nevndin til, at feløgini
hjá teimum brekaðu fáa
480.000 krónur afturat
teimum stívliga sjey
milliónunum, sum vóru
settar av á fíggjarlógar-
uppskotinum hjá lands-
stýrium.
Eisini stuðulin til
feløg hjá eldri skal
hækka samanborið við
uppskotið um fíggjar-
lóg. tey eldru fáa 25.000
krónur afturat teimum
225.00, sum stóðu í
uppskotinum.
Í báðum førum verður
sagt, at trivnaðarnevnd-
in hjá løgtinginum held-
ur, at hesi feløg gera eitt
munagott arbeiði, og tí
verður mælt til, at tey
fáa hægri játtan enn í
fíggjarlógaruppskotin-
um. Meirilutin í fíggjar-
nevndini tekur eisini
undir við hesum.
ek
– Tað er vónleyst at
stýra og hava eftirlit
við tí stóra floymi av
telduspølum, video-
filmum, parabolrás-
um og interneti, sum
kemur inn yvir land-
ið, men vit kunnu
ikki geva upp fyri tað,
sigur Jógvan á Lakj-
uni, landsstýrismað-
ur, sum nú fer at taka
stig til eitt nýtt slag av
eftirliti og ráðgeving
EFTIRLIT
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin
við
mentamálum tekur nú stig
til ein nýtt slag av eftirliti
og ráðgeving í sambandi
við filmar, telduspøl, inter-
net og parabolsjónvarp.
– Tíðin er so nógv broytt,
at vit mugu endurskoða
okkara Filmseftirlit, og
kanska skulu vit fara meira
frá eftirliti og til ráðgeving
og vegleiðing, sigur Jógvan
á Lakjuni, landsstýrismað-
ur við mentamálum.
Hann fer í fyrsta umfari
at taka ein fund við nevnd-
ina í Filmseftirlitinum, fyri
at taka hana við upp á ráð.
– Vit hava onga lidna
loysn klára, men vit fara nú
undir eitt arbeiði, har málið
er at gera tað, sum vit
kunnu gera fyri at verja
serliga børn og ungdóm
ímóti
harðskapsfilmum,
porno og øðrum.
Innihaldið meira
ógvusligt
Filmseftirlitið í Føroyum
hevur meira enn einaferð
hingið í einum klønum trái.
Onkur fyrrverandi lands-
stýrismaður við mentamál-
um mælti til at avtaka tað, tí
tað var vónleyst at hava
nakað veruligt eftirlit við
filmum, sum tíðirnar eru
blivnar við opnum inter-
neti, parabolrásum og øðr-
um.
Fíggjarnevndin hjá løg-
tinginum hevur aftur í ár
viðgjørt játtanina, sum
stendur til Filmseftirlitið á
fíggjarlógaruppskotinum.
Tær 345.000 krónurnar
verða tó standandi, eftir at
fíggjarnevndin hevur tosað
við landsstýrismannin um
hesa játtan, og hann hevur
boðað frá, at hann fer at
arbeiða fyri at broyta
Filmseftirlitið.
– Innihaldið í telduspøl-
um, videofilmum, parabol-
rásum og interneti hevur
fingið nógva umrøðu í eitt
nú samstarvinum millum
norðurlendsku mentamála-
ráðharrarnar. Semja er um,
at stórur tørvur er á ráð-
geving og vegleiðing til
foreldur, børn, ung og til
skúlan, tí innihaldið í hes-
um miðlum gerst alt meira
harðligt og ógvusligt og
harvið beinleiðis skaðiligt
fyri børn og ung, sigur
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður.
Ráðgeving heldur
enn eftirlit
Jógvan á Lakjuni ætlar at
varðveita
lógina
um
filmseftirlit, men hann fer
nú undir arbeiðið at broyta
lógina.
– Tað er vónleyst at stýra
og hava eftirlit við tí stóra
floymi av telduspølum,
videofilmum, parabolrás-
um og interneti, sum kemur
inn yvir landið, men vit
kunnu ikki geva upp fyri
tað, sigur Jógvan á Lakjuni
Hann kundi hugsað sær,
at lógin varð broytt soleið-
is, at arbeiðið hjá Films-
eftirlitinum ikki bara snúði
seg um at hyggja eftir film-
um og seta aldursmark á
teir, men at talan eisini
gjørdist um ráðgeving og
vegleiðing fyri at minka um
tey skaðiligu árinini av
filmum og telduspølum.
– Nevndin í Filmseftir-
litinum
hevur
nógvan
kunnleika um hetta evni, og
tí fari eg fyrst og fremst at
tosa við tey um hetta.
Hvussu vit skulu skipað
eftirlitið frameftir, veit eg
ikki, men tað skulu vit
finna út av næstu tíðina,
sigur landsstýrismaðurin.
– Vit skulu gera tað, sum
vit kunnu fyri at hava eftir-
lit og fyri at ráðgeva og
vegleiða um hetta, sigur
hann.
Prix Føroyar hevur
fingið nýggja heima-
síðu, sum hevur til
endamáls at føra
føroyskan tónleik
fram bæði heima og
úti
PRIX
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sætta Prix Føroyar tón-
leikakappingin nærkast, og
aftur hesaferð skal Prixið
gera vart við seg á inter-
netinum.
Nýggj
heimasíða
er
gjørd, sum skal verða eitt
forum fyri kappingini hesa-
ferð.
– Dentur verður lagdur á
at hyggja frameftir, at
marknaðarføra føroyskan
tónleik, at kjakast um tón-
leik og at leggja inn alt
søguligt tilfar so við og við,
sigur Fróði Vestergaard,
sum samskipar kappingina
fyri Norðurlandahúsið, Út-
varpið og Sjónvarpið.
Á heimasíðuni fáa allir
bólkarnir, sum skulu verða
við í kappingini næsta ár,
sítt pláss. Samrøður skulu
gerast við tónleikarar, hent-
ar upplýsingar skulu kunna
finnast fram, og tónleikur
skal eisini kunna hoyrast á
síðuni.
Enn eru bólkarnir ikki
lagdir út á heimasíðuna, og
orsøkin til tað er sera ein-
føld. Tilmeldingin til kapp-
ingina fer fram í hesum
døgum, og frestin at tekna
til er ikki úti fyrr enn 3.
januar næsta ár. Tá verður
tað greitt, hvørjir teir í
mesta lagi 24 bólkarnir
verða, sum skulu kappast
hesaferð.
Bólkarnir
fáa
eisini
møguleikan
at
brúka
heimasíðuna hjá Prixnum
við sínum egna tilfari.
Prix Føroyar eisini á netinum
Ráðgeving heldur enn bara
eftirlit við porno og harðskapi
Tann nýggi heimurin við interneti, parabolsjónvarpi og øðrum
ger tað vónleyst at hava veruligt eftirlit við filmum og
telduspølum. Tí vil landsstýrismaðurin við mentamálum eisini
hava ráðgeving og vegleiðing til foreldur og børn um hetta