fríggjadagur 17. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 17. desember 2004
9
Nýggja samgongan
hevur brotið upp um
ermar, og tey hava
stungið út í kortið
hvat tey ætla sær.
Høgt raðfest ímillum
ætlanirnar er, at um
foreldur hava fleiri
børn í barnaansing,
fara tey at fáa 25% í
avsláttri av bíligara
barninum. Hetta
kemur í gildi longu
komandi ár
BARNAANSING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin
– Tað er ein púra samd
samgonga, ið stendur aftan-
fyri hesa ætlanina. Hetta fer
at gera ein stóran mun hjá
barnafamiljum, sum hava
tvey ella fleiri børn í ans-
ing, og vit ætla at uppskotið
skal koma í gildi skjótast
gjørligt,
greiðir
Elin
Lindenskov, býráðslimur
frá.
6000 kr árliga
Hon sigur, at tá seinasta
fíggjarætlan varð løgd,
hevði andstøðan hetta sama
uppskotið, men samgongan
var ikki fyri tí tá.
– Tá fall uppskotið við
teirri grundgeving, at tey
heldur vildu hækka barna-
frádráttin við 200 kr. árliga
fyri barnið. Men 200 kr um
árið ger jú ikki serliga stór-
an mun, hjá teimum allar
flestu foreldrum, staðfestir
Elin.
Við hesum avsláttrartil-
boðnum, kann tað koma at
merkja heilar 500 kr um
mánaðin ella 6000 kr
árliga, alt eftir hvar børnini
verða ansað.
– Tá vit til seinastu fíggj-
arlógarviðger løgdu upp-
skotið fram, høvdu vit
roknað okkum fram til, at
hetta fór at kosta kommun-
uni 1,8 milliónir um árið,
og hetta fór at merkjast
munandi betur á penga-
punginm hjá foreldrunum,
enn barnafrádrátturin, sigur
Elin.
Hon sigur, at samgongan
er samd um hetta uppskot-
ið, og at tað kemur í gildi
longu í komandi ári.
– Avsláttarskipanin kem-
ur í gildi skjótast gjørligt.
Tað verður nokk neyvan
beinanvegin í januar, men í
2005 verður tað, tað er heilt
sikkurt, staðfestir hon.
Spurd, um so verandi
barnafrádráttur fer at fella
burtur aftur, svarar hon, at
tað væntar hon ikki.
– Eg síggi onga orsøk at
fara at pilka við tað aftur.
Hatta ger eisini so lítlan
mun allíkavæl, at eg vænti,
at hasar 200 kr. vera stand-
andi, sigur Elin.
Eldraøkið
Greitt er, at nýggja sam-
gongan
hevur
raðfest
barnafamiljuna sera høgt.
– Barnafamiljan er heilt
avgjørt eitt av okkara týdn-
ingarmestu málum. Øll
skulu kunna trívast her,
eisini tey smáu. Hølistrup-
ulleikarnir eru loystir, men
tað merkir ikki, at tað ikki
eru aðrir trupulleikar, sum
vit kunnu fara í holt við,
sigur Elin. – Tað verður
eingin slingur í valsinum á
hesum økinum, slær hon
fast.
Spurd, um ikki børnini
hava havt sítt tørn, og um
ikki tey eldru áttu at verði
raðfest nakað høgri nú,
svarar hon, at tað ikki er
sum at siga tað.
– Barnaansingin er løgd
út á kommunurnar, og tí er
tað økið lætt at arbeiða við.
Men eldaøkið liggur fram-
vegis hjá landinum, og tí
skulu teir geva játtan til
hvørt røktarheim, ið skal
byggjast. Men sjálvandi
fara vit at gera alt, vit
kunna, sigur hon.
Hon vísir á, at nýggja
samgongan fer at seta eitt
eldraráð at vegleiða og
ráðgeva býráðnum á eldra-
økinum. Hetta verður eftir
ynski og áheitan frá eldru
borgarunum í Havnini.
– Vit eru rættiliga av-
markað, tá tað kemur til
eldraøkið. Tað, vit fáa gjørt
nakað við, eru børnini og
barnafamiljurnar, og har er
eisini nógv, ið treingist til at
gerast. Vit hava ímillum tey
dýrastu ansingarplássini í
landinum, og tað er uppá
sítt pláss, at foreldrini
verða stuðlað har tað
veruliga munar, sigur Elin
at enda.
Nú eru bara 7 dagar eftir til
jólaaftan, og jólamenninir
nærkast Havnini. Teir hava
sent boð eftir jólaskipinum
og sagt, at tað skal vera klárt
leygardagin at sigla teir
seinasta strekkið, so teir
klára at vera í Vágs-botni,
leygardagin 18. kl. 15.
Jólamenninir gleða seg
nógv til aftur at vera í Havn.
Teir er at kalla lidnir við
allar jólagávurnar, so nú er
bara eftir hjá teimum smáu
vættr-unum at pakka tær
seinastu inn. Tí kunnu teir
nú taka sær av løttum nakrar
tímar.
Jólamenn í Vágsbotni
Jólamaðurin, sum tendraði
jólatræið í Havn, hevur sagt
teimum, hvussu vakurt alt
er. Hann hevði eitt einastan-
dandi útsýni frá stiga-
bilinum og sá stjørnurnar og
tey reyðu hjørtini og ikki at
gloyma øll tey fittu børnini,
sum hann heilsaði uppá.
Frá
jólamanshellunum
uppi á Kirkjubøreyni og úti í
Nólsoy síggja teir ikki bara
Havnina, men næstan allar
Føroyar.
Jólamaðurin hevur bjóðað
beiggjunum hjá sær og
onkrum systkinabarni við
jólaskipinum, so teir eisini
fáa heilsað uppá fólkini í
Havn, bæði ung og gomul,
og munnu vit ikki eisini fara
at síggja teir koma oman í
býin at lurta eftir øllum tón-
leikinum, sum verður hvønn
dag fram til jóla? Verða teir
svangir og tystir, so eru
nógv ungfólk í gongugøtuni
og selja kakao, gløgg, bollar
og vaflur.
Jólahúsið í Grasagarði
Jólahúsið í Grasagarði er
pyntað og gjørt til at hýsa
móðum jólamonnum. Tað
verður eisini sjónleikur í
Grasagarði, so teir fara ikki
at keða seg. Mikudagin hava
teir lænt nøkur ross, so teir
kunnu vitja niðri á Konga-
brúnni eisini.
Jú, her er hugnaligt í
Havn, og úr miðbýnum fara
vit at bjóða øllum væl-
komnum. Vit vóna, at tit fáa
eina hugnaliga løtu saman
við okkum og tíð at steðga á,
heilsa uppá vinir og kenn-
ingar og kenna jólagleðina
og jólafriðin fella yvir okk-
um.
Gleðilig jól.
eys
Nýggja býráðssamgongan í Havn, hevur brotið upp um ermur, og ætlar sær at stuðla barnafamiljum, har tað veriuliga munar.
Systkinaavsláttur verður latin av anskinarkostnaðinum. Býráðið fer framyvir at rinda 25% av kostnaðinum av bíligasta barninum
í ansing
Umleið 6000 kr árliga til foreldini
– Uppskotið hjá samgonguni er fest á samgongu-
skjalið, og er ein ítøkilig ætlan, ið fer at koma í
gildi í 2005.
– Talan er um avsláttur til barnafamiljur, ið hava
fleiri børn í ansing.
– 25% verða latin í avsláttri av tí bíligasta
barninum. Hendan kostnað fer kommunan at
gjalda.
– Avslátturin kann gerast umleið 500 kr um
mánaðin, tað er 6000 kr. árliga. Men tað veldst
sjálvandi um, hvussu dýr ansingarplássini eru.
eys
25% í avsláttri av barnaansing í Havn
Jólaskipið á Havnina