Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 242 - 17. desember 2004 Næsta ár minkar skattatrýstið, tí løgtingið samtykti miku- dagin ein skattalætta. Tey flestu munnu ásanna, at skatta- trýsið í Føroyum er høgt, hóast tað neyvan er hægri enn í grannalondunum. Tí fegnast tey flestu óivað um, at skatturin lækkar, hóast nøkur MEN kunnu setast við hesa samtykt. Tað mesta áleypandi er, at skattalættin fyrst og fremst kemur teimum hægru meðalinntøkunum og háinntøkun- um til góða. Ein føroyingur, sum forvinnur einar 400.000 krónur, skal gjalda umleið 6000 krónur minni í skatti komandi ár. Øvugt skal ein meðal arbeiðaraløn gjalda 800 krónur minni í skatti. Við øðrum orðum rakar skattalættin sosialt skeivt. Tað hava arbeiðarafeløgini gjørt vart við fleiri ferðir. Har- afturat gjørdu tey eitt annað uppskot, sum var sosialt rætt- vísari, og sum búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss, segði vera betri enn tað hjá Bárði Nielsen, landsstýris- manni í fíggjarmálum. Grundgevingin hjá fíggjarmálaráðnum fyri tí samtykta uppskotinum er, at tað eru tey, sum rinda nógv í marginalskatti - skatturin av teimum seinast forvunnu krónunum - skulu sleppa lættari. Hetta, fyri at tey skulu fáa betri hug at arbeiða. Øvugt, hevur landsstýrið sagt, at tey, sum forvinna minni enn 170.000 krónur gjalda lítið í landsskatti. Tey, sum forvinna eina arbeiðarainntøku, gjalda næstan bara kommunuskatt. Á pappírinum er hetta óivað rætt, men henda grundgevingin heldur ikki, tá hugsað verður um sosialu og arbeiðsligu støðuna. Fyri tað fyrsta er ein vanlig arbeiðarainntøka so lá, tá hugsað verður um kostnaðarstigið í samfelagnum, at livi- korini eru avmarkað, og tey kunnu ikki tilláta sær nakað marglæti. Harafturat hava nógv tímalønt ongan møguleika at forvinna sær nakað eyka, um tey hava hug, tí arbeiðið er avmarkað. Afturímóti tykjast hægru meðalinntøkurnar og háinn- tøkurnar ikki hava avmarkingar, tá tað snýr seg um nýtslu og livihátt, sum lívið í høvuðsstaðnum í nógvum førum speglar. Tveir av samgonguflokkunum, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, kunnu uttan trupulleikar verja skatta- lættan, men tað er verri hjá Javnaðarflokkinum við atliti til hansara sosialpolitisku støðu. Men tá hetta er sagt, so skal havast í huga, at samstundis sum skattalætti verður latin, hækkar gjaldið til samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Tey, sum forvinna mest, gjalda mest í Samhaldsfasta, meðan øll fáa tey sama úr grunninum, so í hesum sosial- politiska høpi er hetta ein sigur fyri løntakarar við eini vanligari løn og fyri Javnaðarflokkinum og tann sam- haldsfasta politikkin. Næsta stigið i skattapolitikinum má vera ein sosialt rættari skattalætti. Nakað annað er, um vit hava rað til skattalætta, tá hall er á fíggjarlógini. Men hesin spurningurin skal ikki viðgerast á hesum sinni. DAGSINS MEINING Sosialurin Skattalætti og samhaldsfesti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Arnstein Niclasen Gamli stríðsmaðurin í Norðoyggjum, bæði sum havnarfúti, sjómansskúla- lærari og partisanførari undir læknastríðnum, Fischer Heinesen, og sum enn eigur á, at fáa eitt virðiligt eftirmæli, plagdi at siga: " (Boyggi), tú mást taka menniskjuni, sum tey eru, og ikki sum tey áttu at verið". Havi hugsað um hetta í sambandi við umrøðuna av tvídráttinum í frælsisfylk- ingini seinastu tíðina. Nógv verður prátað. Fjølmiðlar- nir skulu hava nakað at liva av. Bløðini eisini. Og uttan fyri fylkingina er fagnaður og gott lag um støðuna. Meðan vit vanligu lesarar vita lítið og einki. Tó vita vit av royndum, at er illstøða komin í, og sárini hava tikið ilt fyri seg, so tekur búningin longri tíð. Serliga innanflokka. Tí, stiknið uttanflokka - mill- um teir politisku flokkarnar - tað broytist til sátt og semju eftir einari nátt. Mong dømi eru um hetta. Og ørgrynna av dømum er eisini um órógv á sjálv- stýrisleiðini seinastu øld- ina. Nokk um tað. Tí kjálk- að hevur hóast alt verið rættað vegin. Samanum- tikið. Hittinorð eru góð, men kunnu ikki altíð linna líka nógv, og kunnu ofta brúkast báðar vegir eisini. So sum:" Skil má vera í. Ordnung muss sein. Prinsippir eru alneyðug." Men hinvegin má ein ikki vera heilt "prinsipp-pippaður", verð- ur eisini sagt." Høgni Hoydal Høgni kom sum eitt fok inn í føroyskan politikk eftir eina merkisverda sending um bankamálið, sum fólk tóku til sín og fagnaðu. Men Høgni er eitt problem. Hann er orðkringur, og hann tosar um politikk. Og tað má ein politikari ikki gera. Hann skal arga, spilla hinar út, tvætla og undir- halda. Sum í skúlagarðin- um. Tí tað gera rættir stats- menn í smáformati. Og tað vilja fólk hava. Sjálvt fyri Óla P., sum karikaturteknari og pa- lúnskur-psyko-filosoff- úrmælingur, er Høgni eitt problem. Tí Óli má, sum sambandsgrev (sorry, sorry Óli), tekna Høgna ljótan. "Og tað er hann ikki," sum ein kona segði nú ein dagin "- og kona Høgna sær eisini "óforskammað" gott út," legði hon afturat (!). Í ættarslóðini hjá Høgna rennur ein skaldslig lind, sum bara sílar í viðkvæm- um sálum, og tá er tað mangan sárt at vera politik- ari. Men hann læt seg tó eyðmýkja, ferð eftir ferð, av fyrrverandi ótrúgvum samgongufeløgum - við aðalmáli sínum fyri eyga. Mál samgongunar? Um "gomlu" samgongu er tó stutt at siga, at hon - hóast feilir og føll - vildi nakað. Men vildi dastið av hesari samgonguni helst sæð, at undirskotið á fíggj- arlógini verður líka stórt, sum blokkurin minkaði undir seinastu samgongu, so alt fór aftur undir heilt í mismótsins mýrulendi? Tí tá bar til at siga: "Síggið nú úrslitið!" Ella fari eg skeivur - ? Vit van- ligu veljarar – langt frá teim bonaðu gólvunum – kunnu bara spyrja. Tí, hóast alt, fanst fyrr ein neisti av áræði í øllum teim politisku flokkunum á tingi. Torbjørn Jacobsen Torbjørn er eisini eitt pro- blem, (tó ikki fyri Óla P.). Hann orkar ikki fyri smá- um og veikum lýsingarorð- um. Honum dámar har- afturímóti metaforar og superlativir. Hann dugir væl at tala, kanska ikki so væl at tiga og heldur ikki at teska, (og tað dugdu fólka- talarnir miklu: Jóhan Niel- sen og Petur Reinert heldur ikki). Orðaval toruraddar Tor- bjarnar, sum eisini bera boð um eitt belisið og skalda- borið sinni, er ofta í astro- nomiskum klingandi heimsveldisklassa. Og við hvørt heilt úti í tí "sjálv- destruktiva". Og tað treingja vit vist eisini til á útskerum í hesum tíðum á ørmundarleið. Ivaleyst er Torbjørn inspireraður av teim hetju- fegnu høvundunum ( tað var vinurin Magnus Dam Jacobsen eisini – men tað er ein onnur søga) so sum Jack London, við "Ulf Larsen", Yukon, Klondike og ódnar- og frostnætur undir ísbrúnni við Umanak og Hudson Bay - - . Uppdragið Longu sum 17 ára gamal drongur kvað Janus, meginskaldið, hesi orð: "Sást tú ikki kappar ríða, treystligt mót tyrannum stríða, hoyrdi tú ei hildarleik?" "Ja, men, Arnstein, hvat vilt tú við hesum vavstr- inum", spyr helst tann tolni og uppaftur meiri frustre- raði lesarin? Jú, svarið er einfalt: "At onkur heiðursmaður ella - kvinna tekur um kastið og vindur tann illa hostandi og hálvkoksaða sjálvræðis- motorin í gongd aftur." Bara tað. Og at ynska øll- um eini gleðilig jól. Og eydnast uppdragið ikki, so kann ein sangur um jólatræið (saman við "De syngende husmødre") líka so væl verða: " Da sa’ den tapre, sidste mohikaner: Vilde Vesten er ikke som før - - (!)" Hoyrdi tú ei hildarleik?