fríggjadagur 17. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 17. desember 2004
11
Solrun Kristensen
Argir
Nú hava vit hoyrt at Kári P.
Højgaard hevur lagt eitt
uppskot fyri tingið um at
lækka avgjaldið á motor-
súkklum, hetta ljóðar til at
vera eitt eymt punkt hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
og Jón Kragesteen. Tað
hava vit kunna lisið bæði í
Sosialinum og Dimmalætt-
ing.
Hetta vil eg fegin gera
onkrar viðmerkingar til, eg
eri ein kona fyrst í 40-inum
sum havi fingið koyrikort
til motorsúkklu fyri 11/2 ári
síðani; og tíbetur eigi eg
eina motorsúkklu. Mín
motorsúkkla er ikki nýggj,
hóast tað hevði veri ynski-
ligt at átt eina nýggja, men
tað loyvdi pengapungurin
ikki, so eg mátti keypa eina
brúkta motorsúkklu sum er
komin uttanlanda frá.
Jón Kragesteen tosar um
nullhugsjónina, tað er eisini
eitt gott mál at hava, tí
ongin hevur áhuga í at
nakar skal doyggja ella fáa
varandi mein í ferðsluni.
Jón skrivar eisini at tað
eru 27 fólk deyð í ferðsluni
og fleiri sum hava fingið
varandi mein. Tað sum Jón
skuldi lagt afturat var, at tað
í hesum tíðarskeiðið er ein
deyður á motorsúkklu og
ongin hevur fingið varandi
mein sum hevur koyrt
motorsúkklu.
Jón tosar eisini um at fáa
tryggari ferðslu og hvussu
kunnu vit fáa tað? Tað mest
vandamikla við at koyra
motorsúkklu úti á vegunum
í Føroyum, eru teir bilarnir
sum ikki virða hvørki
motorsúkklur ella prutl.
Bæði tey sum koyra prutl
og motorsúkklu kenna til
tað at bilar koyra beint út
fyri og eisini royna at trýsta
tey inn ímóti fortovskant-
um. Har eru tað bilførarnir
sum man skuldi lagt eftir
og ikki tey ið koyra á
motorsúkklu
og
prutli.
Hygg so eisini eftir hesum
stóru lastbilunum sum eru
fulllessaðir av t.d mold,
skervi og eisini gróti, tá teir
fara um eitt sving rennir ein
partur av lessinum niður
við síðuni, hetta sleppa teir
gott frá ongin sigur nakað
og ongin ger nakað. Hetta
er eitt tað mest vandamikla
man sum koyrari á eini og
hvørjari súkklu kann koma
út fyri. Fyri nøkrum áðrenn
síðani var júst eitt sovorðið
dømi um at ein ung genta
doyði og ein onnur fekk
stóran løst, tá tær ikki klár-
aðu at steðga við treyta-
leysa víkiskyldu orsakað av
skervi ella sandi sum lá á
vegnum. Mítt dagliga ar-
beiði er at koyra býbuss, eg
havi mangan sæð hvussu
nógv dettur aftuúr lastini á
lastbilum, eisini grót.
Eisini verður tosa nógv
um hvussu nógv talið á
motorsúkklum er økt tey
seinastu árini. Tað nyttar
onki at stinga høvdið niður
í sandin og halda at tá man
hyggur uppaftur eru allar
motorsúkklurnar
burtur,
soleiðis er og verður ikki;
motorsúkklurnar eru kom-
nar fyri at verða og fyrr enn
man góðtekur tað er ringt at
fáa eina skilagóða loysn.
Jón skrivar eisini at um
avgjaldið lækkar koma
helst fleiri motorsúkklur
inn í landi. Jón tær koma
sjálvt um avgjaldið ikki
lækkar, tá verða tað bara
tað eldri tær motorsúkkl-
urnar sum koma. Eg kann
eisini keypa eina motor-
súkklu sum er eldri enn 25
ár, eitt ellisakfar, hendan
kann eisini koyra 200 km/t
og trygdin er eisini hareftir,
eg sleppi undan at gjalda
fyri avgjald, tí hon er av-
gjaldsfrí. Ein persónur sum
vil hava eina motorsúkklu,
hann keypir eina óansað.
Hevur ein persónur t.d.
60.000 kr, tað fær viðkom-
andi ikki eina nýggja
motorsúkklu fyri, so verður
hugt eftir hvat fái eg fyri
60.000 kr, á jú har er ein
motorsúkkla frá t.d. 1990
ok so keypi eg hana, tað
mátti sagt seg sjálvt at tað
hevði veri betri um við-
komandi fekk eina nýggjari
motorsúkklu, serliga tá
hugsa verður um trygdina.
Kári P. Højgaard sigur at
lækkar avgjaldi koma held-
ur nýggjar enn gamlar
motorsúkklur, hetta eri eg
samd í, tí tá fært tú betri
súkklur fyri sami pengar,
t.d. hasin við teimum
60.000 kr. Viðkomandi vil
fáa eina nógv nýggjari
motorsúkklu og harvið
eisini tryggari. Eisini vil
tað blíva ein náttúrlig út-
skifting av motorsúkklum,
tí sum tað er í dag, fært tú
altíð okkurt fyri eina gamla
motorsúkklu. Men um av-
gjaldi lækkar, vilja tær
gomlu
motorsúkklunar
fella í virðið og av tí at tær
nýggju blíva bíligari verður
tað trupult at sleppa av við
eina gamla motorsúkklu.
So Jón Kragesteen hetta
skuldi verði tikið við tá
hugsa verður um null-hug-
sjónina. Eg vil enn einaferð
gera greitt at eg takið undir
við at ongin skal doyggja
og fáa varandi mein í
ferðsluni, men vit vita øll
tað
at
forboðin
frugt
smakkar ofta best.
Gleðilig Jól, vónandi var
hetta okkurt at hugsa um til
RFF, Jón Kragesteen og
landsins kosnu menn og
kvinnur.
VIÐMERKINGAR
Uppskotið um avgjaldslækking av motorsúkklum
TÍðINDASKRIV
frá Fiskimálaráðnum
Føroyar og Noreg hava eftir
tingingar í tveir dagar
skrivað undir nýggja fiski-
veiðuavtalu
fyri
2005.
Avtalan er ein víðariføring
av avtaluni fyri 2004 við
nøkrum broytingum, sum
eru grundaðar á, hvussu
einstakir fiskastovnar eru
fyri.
- Avtalan ger tað møgu-
ligt hjá føroysku skipunum
at halda fram við teirra
fiskiskapi í norskum sjógvi
á um leið sama støði sum í
ár. Tá hugsað verður um
tær trongu umstøðurnar,
sum hava merkt hesar sam-
ráðingarnar, kann eg stað-
festa, at eg eri nøgdur við
samráðingarúrslitið. Við
serligu viðurskiftunum hjá
ídnaðartrolararunum
í
huga eri eg serliga nøgdur
við, at tað bar til at finna
eina loysn, sum ger tað
møguligt hjá ídnaðartrol-
ararunum framhaldandi at
fiska í norskum sjógv, sigur
Bjørn Kalsø, lands-stýris-
maður.
- Eisini leggi eg dent á, at
niðurskurðurin í føroysku
toska- og hýsukvotunum í
Barentshavinum sæst aftur
í lægri botnfiskakvotu hjá
norskum skipum í føroysk-
um sjógvi, og at dagatalið
hjá norskum línuskipum er
skorið á Føroya Banka eins
og fyri føroysk línuskip,
sigur landsstýrismaðurin.
Grundað á sera vánaligu
støðuna í stovnunum av
hvítingsbróður og nebba-
sild hava ES og Noreg sum
strandarlond avtalað, at
ongin
fiskiskapur
skal
verða eftir hvítingsbróðir í
2005, og royndin eftir
nebbasild
skal
skerjast
niður í at kalla onki. Henda
støðan setti sín dám á ting-
ingarnar millum Føroyar og
Noreg, tí júst hesir stovn-
arnir hava verið ein týðandi
partur av grundarlagnum
undir fiskiskapinum hjá
ídnaðartrolararunum.
Men tað eydnaðist at
finna eina loysn, so tað
verður møguligt hjá ídnað-
artrolararunum at halda
fram við fiskiskapi í norsk-
um sjógvi í 2005, við at
føroyska svartkjaftakvotan
í Norðsjónum verður økt úr
8.000 tonsum upp í 16.800
tons. Samstundis verður
eisini føroyska upsakvotan
í Norðsjónum hækkað úr
1.100 tonsum upp í 1.1415
tons.
Í apríl verður avgerð tikin
um, hvørt fiskiskapur eftir
nebbasild verður loyvdur í
2005. Verður fiskiskapur
loyvdur, verða tingingar
millum føroyskar og norsk-
ar myndugleikar um at-
gongd at fiska nebbasild
ístaðin fyri ein part av
svartkjaftakvotuni.
Føroyar, ES og Noreg eru
í heyst sum strandarlond
vorðin samd um at lækka
heildarkvotuna av makreli
við 23%. Makrelur er ein
týðandi partur av síná-
millum avtaluni millum
Føroyar og Noreg. Tí setti
henda avgerðin frá í heyst
sín dám á broytingarnar í
sínámillum fiskimøguleik-
arnar
í
2005.
Norska
makrelkvotan í føroyskum
sjógvi og føroyska makrel-
kvotan í norskum sjógvi og
atgongdin hjá føroyskum
skipum at fiska ein part av
føroysku
strandarlanda-
kvotuni lækka við 23%.
Samanlagt kunnu føroysk
skip í 2005 fiskað 8.514
tons av makreli í norskum
sjógvi, og norsk skip kunnu
fiska 4.321 tons í før-
oyskum sjógvi.
Botnfiskurin í Barents-
havinum - mest toskur - er
ein týðandi partur av av-
taluni millum Føroyar og
Noreg. Føroyar hava í 2004
eina
botnfiskakvotu
í
norskm sjógvi upp á 3.627
tons. Henda verður í 2005
3.743 tons. Toskur og hýsa
minkað við 144 tonsum,
men upsakvotan verður 892
tons ímóti 632 tonsum í
2004. Minkingin í toska- og
hýsukvotuni
stavar
frá
lægri heildarkvotum, sum
Noreg og Russland sum
strandarlond fyrr í heyst
eru vorðin samd um.
Umframt at hava kvotur
frá Noreg kunnu føroysk
skip fiska ein part av
russisku botnfiskakvotuni í
norskum sjógvi. Henda
atgongdin verður í 2005
3.000 tons ímóti 3.400
tonsum í 2004.
Norska botnfiskakvotan í
føroyskum sjógvi lækkar
við 160 tonsum niður í
5.310 tons. Kvotan er býtt
soleiðis: Longa/blálonga
2.200 tons, brosma 1.800
tons, upsi 400 tons og
onnur botnfiskasløg 910
tons.
Norska svartkjaftakvotan
í føroyskum sjógvi verður
óbroytt í 2005 - 36.200
tons.
Grundarlagið undir før-
oyska fiskiskapinum eftir
toski við Svalbard var undir
tingingum, sum endaðu í
1996, sett til at vera
0,2071% av heildarkvotuni
av toski í norskum og
russiskum sjógvi. Kvotan
av øðrum botnfiskasløgum
við Svalbard varð ásett at
verða 24,1% av toska-
kvotuni. Heildarkvotan av
toski í Barentshavinum í
2005 er eftir semju millum
Noreg og Russland sett at
verða 471.000 tons. Sam-
svarandi hesum verður
føroyska toskakvotan við
Svalbard 975 tons og kvot-
an av øðrum botnfiskasløg-
um 235 tons.
Fiskiskapurin eftir rækj-
um við Svalbard
hevur
verið og er eitt standandi
stríðsevni millum Føroyar
og Noreg. Síðani í 1983 og
fram til 1996 átóku Føroyar
sær
avmarkingar,
sum
Noreg og Føroyar komu
ásamt um undir sínámillum
tingingum, men frá mai
1997 setti Noreg uttan ting-
ingar í verk eina skipan við
fiskidøgum
grundað
á
royndina 1990-1995. Før-
oyingar høvdu sum teir
einastu átikið sær avmark-
ingar hóast onnur lond ikki
vóru undir avmarkingum.
Føroyingar hava ført fram,
at soleiðis sum valið av
tilvísingartíðarskeiði
er
valt, og tí at føroyingar
høvdu verið undirlagdir
avmarkingum, hava norð-
menn diskriminerað føroy-
ingar.
Føroyingar hava við fleiri
høvi umframt undir teim-
um árligu tingingunum
mótmælt
norsku
fram-
ferðini. Men Noreg hevur
ikki latið við seg komið.
Grundað á hesi viður-
skiftini hava Føroyar eitt
skjal við í avtalutekstinum,
har Føroyar leggja síni
sjónarmið fram.
Hóast ikki samdir við
norsku avgerðina hava Før-
oyar sagt seg sinnaðar at
halda royndina eftir rækj-
um við Svalbard innan fyri
tær norsku ásetingarnar um
dagatal.
Umframt at viðgera og
semjast um sínámillum
veiðumøguleikar fyri kom-
andi ár viðgjørdu partarnir
eisini veiðuhagtøl, teknisk
reguleringstiltøk, fiskiloyv-
isskipan og hondhevjing av
lógarreglum um fiskiskap.
Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Noreg