fríggjadagur 17. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 242 - 17. desember 2004
Nú nærkast jólum, og eg sakni teg
so nógv, góða mamma. Tú vart mín
sólstrála.
Tað var so gott at koma norð á
Kósina, har sum okkara barnaheim
stendur; tú vart altíð so glað, tá tú
sá okkum, og har var so fjálgt at
koma inn. Altíð komst tú við einum
drekkamunni beinanvegin, so fórt
tú at vísa okkum, hvat tú hevði
keypt og bundið til jólar.
Góða mamma, tú gloymdi ongan,
tað vóru nógvar hosur og skóleistar
bundnir til jólagávur, og tú vart so
gávumild. Tað síðsta árið áðrenn tú
bleivst sjúk, hevði tú bundið út
ímóti 40 pør av hosum og skóleist-
um til sjómenninar.
Eg hugsi mangan um, hvussu
stuttligt og hugnaligt tað var, tá
man kom norður á Kósina, tá tú
setti teg at lesa jólakortini, tú hevði
fingið.
Tú vart altíð klár at hjálpa. Tá eg
bleiv sjúk í 2002, vart tú altíð hjá
mær, og sjálvt um tú ikki var so væl
fyri sjálv, so komst tú heim at vitja
meg kortini. Eg minnist mangar
góðar løtur, sum tú vart hjá mær, og
takk skalt tú hava fyri tað.
So bleivst tú sjúk sjálv, góða,
men tú vart so tolin. Sjálvt um tú
ikki fekk gjørt so nógv, so vart tú
altíð í góðum lag. Eg plagdi at lesa
og syngja fyri tær, og so bóðu vit til
tann livandi Gud.
Góða mamma, tú vitsti eisini,
hvat tað var at missa. Tú misti
Gimma beiggja í 1969 og pápa í
1992. Eisini misti tú elsta ommu-
sonin, Pól Eyðfinn, í 1999, so tú
merkti eisini sorg, men lærdi at
leggja alt í Harrans hendur, sum tit
settu tykkara álit á.
Elskaða mamma, eg vil takka tær
fyri alt tú hevur verið fyri okkum.
Ein dag møtast vit aftur ,og tá
verður eingin sorg og eingin pína.
Hvíl í friði, góða mamma.
At enda vil eg takka Lis, Hansinu
og Bjarnhild fyri, at tit gjørdu tað
møguligt at mamma kundi verða í
heimi sínum til hon andaðist. Stóra
takk.
Thomina v. familju
Dagurin
17. desember. Albina, deyð umleið ár 250. Ung
kvinna, sum varð tikin av døgum, tá ið Decius
keisari ráddi.
Sárt kennist sakn um bygd og
oyggj,
Vinir, teir harmast um landið;
Sárt syrgja tey faðir, mann og son,
Hann íð lagnan nú rændi.
Styrki hin Hægsti, hvønn sum her
Misti ta størstu ogn í verð.
Signing við tínum minni !
Birgir kom eitt sindur óvæntað inn
í familjuna. Umdømi hansara leyp
framman fyri honum, og søgdu øll,
eg møtti, at tað var ein framúr
skilamaður, ið systirin hevði fing-
ið.
Óansæð við hvørjum fyrivarni
hetta bleiv móttikið, so skuldi tað
skjótt vísa seg, at Birgir vann álitið
og respekt frá allari familjuni
beinavegin. Serliga hansara atburð-
ur yvir fyri børnunun hjá Elisabeth
var fyrimyndarligur.
Tað var ein frøði at vera saman
við Birgiri. Hann var altið í góðum
lag. Hann var nærverandi, og hann
lærdi okkum at vera opin fyri sær
og okkum sjálvum. Hann var tolin
og góðlintur, tað var ongantíð eitt
øvugt orð frá honum. Fyrimyndar-
liga mansligur, samstundis sum
hann var kensluborin.
Birgir hevði listagávur og var
dugnaligur handverkari. Alt var so
snøgt og væl úr hondum greitt,
annaðhvørt tað var inni ella úti.
"Tað skal gerast ordiliga" segði
Birgir altíð. Hann var foreldrum
sínum ein góður sonur. Altíð klárur
at taka hond í hjá teimum, um
tørvur var á tí.
Tað var gott at síggja hvussu gott
Elisabeth og Birgir høvdu tað sam-
an Hann var Elisabeth ein góður
maður og øllum børnunum ein
góður pápi. Tað er óiva teim fægstu
unt at uppliva eitt sovorðið hjúna-
lag. Børnini hjá Birgir úr fyrru
giftu, og børnini hjá Elisabeth eru
sum systkin.
Birgir var so glaður tá hann, fyri
trimum árum fekk samband við
systkini í Klaksvík. Hann tosaði
altíð um hvussu gott tað var.
So ringt tað er at hava mist
Birgir. Vit vilja minnast hann við
tøkk fyri at hava fingið loyvi til at
liva so tætt uppat einum so stórum
menniskja.
Meinhild
Litmyndir av brúðarpørum
hvønn fríggjadag
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
blaðið hvønn fríggjadag í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsanir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er mikudag
kl. 12.00
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um mína elskaðu mammu,
Thurid Andreasen
f. 22.10.1919 d. 03.08.2004
Minningarorð um
Birgir Nónsgjógv
Tøkk
Familja, vinir og kenningar!
Eg vil við hesum takka hjartaliga fyri tykkara
vitjanir, fjarrit, samrøður, gávur og blómur
tann 25. november 2004. Dagurin, tit gjørdu
so hugnaligan og minnisríkan.
Gleðilig jól og eitt Harrans signað nýggjár.
Bestu heilsanir
Fredrik Jacobsen
Klaksvík
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintust meg
á 85 ára degnum, takki eg hjartaliga.
Dánjal Pauli Danielsen
í Búðini