Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sunnudagin 19. desember 2004 hava hjúnini Thomas- ia og Alfred Haraldsen, Elduvík, krúndiamantbrúd- leyp. Alfred er føddur í Eldu- vík í 1916, foreldrini vóru Sofus Haraldsen úr Elduvík og Andrea Dahl úr Oynd- arfirði. Thomasia er fødd í Funningsfirði í 1918, for- eldrini vóru Marius Joen- sen úr Funningsfirði, og Anna Maria Gøte úr Norðragøtu. Thomasia og Alfed eiga trý børn: Sigrid, Amaliar og Henry, sum øll búgva í Havn. Alfred var til sjós, frá tí at hann var 16 ára gamal til mitt í fimmtiárunum, tá hann legðist uppi og fór til Havnar at arbeiða hjá byggifelagnum Danberg & Joensen. Seinni, tá ið Fjarðaveg- urin byrjaði, fekk hann arbeiði har, síðan á Eldu- víkarvegnum og á Funn- ingsvegnum. Nevnast skal eisini, at hann frá 1960 røkti starvið sum linjumaður fyri Tele- fonverkið, til hesar vórðu tiknar niður. Aftaná stórkavan í 1947 tók hann við sum seyða- maður "Undir Egg", sum hann røktaði til mitt í sekstiárunum, og tók við aftur í Ognarpartinum á Múlanum, sum hann røkti til fyri fáum árum síðan. Sum 88 ára gamal passar hann seyðin enn. Thomasia fór sum ung út at tæna eitt nú á Syðradali, hjá Mariusi, seinni fór hon at arbeiða fisk í Klaksvík. Eftir at vera gift og búsett í Elduvík, tók hon sær av húsarhaldinum og tí sum har til hoyrdi, eitt nú kúgv, seyði, torvi, hoygging og tøting, sum gav eitt fitt íkast til húsarhaldið. Dagurin verður hildin fyri innbodnum hjá dóttrini í Brøttulíð 20, Tórshavn. Nr. 242 - 17. desember 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Thomasia og Alfred Haraldsen krúndiamantbrúdleyp Okkara elskaða kona, mamma, omma, dóttir, systir og vermamma Kára Djurhuus andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 14. desember, 55 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á landssjúkrahúsinum fríggjadagin 17. desember kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin 18. desember kl. 13.00. Familjunar vegna Sigmund, Bjørg, Jákup, Sheila og Uni Tey ið ynskja at minnast Káru kunnu lata eina peningagávu til Fríðrikskirkjuna – konto í peningastovnunum. Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum øll ið hava verið, og eru um okkum í djúpu sorg okkara, nú vit hava mist høgt elskaða mann, pápa, son, bróðir, svág og verson Birgir Nónsgjógv Innan Glyvur Takk fyri alla hjálp í samband við jarðarferðina og ervið. Takk fyri blómur og peningagávur. Takk fyri vakran sang og vøkur orð í kirkjuni. Takk til Jógvan prest fyri allan stuðul. Takk øll tit, ið bera sorgina við okkum. Høgt elskaður og dýrabarur var hann okkum. Vegna tey avvarðandi Elisabeth, Bárður, Jógvan Páll,Teitur, Jákup Andrias, Drós, Ester og Døgg Gleðilig jól øll somul Tað er ikki á hvørjum sinni, at tað eru fimm ættarlið í eini familju, men tað kemur meira enn so fyri. Á hesi myndini síggja vit fimm ættarlið, har tað yngsta er tveir mánaðir – og tað elsta er 91 ár. Lítli Aron liggur tryggur í fanginum á oldurommuni, Sannu, sum bæði er klár og byrg. Hon er ættað úr Rytu- vík, men hevur búð hjá børnum sínum, síðan mað- ur hennara, Hans, ættaður úr Lamba, doyði fyri seks árum síðan, 88 ára gamal. Undir liðini á Sannu situr dóttirin, Margit Olsen, sum er 60 ára gomul. Hon er gift við Páll Olsen; tey búgva í Saltnesi. Aftanfyri Margit stendur dóttirin, Joanita Jacobsen (38), sum býr í Saltangará og er gift Jan Jacobsen, sum er av Strondum. Undir liðini á henni stendur son- urin, Páll (19), sum saman við Heidi N. Jacobsen, eigur lítla Aron. Aron, Páll og Heidi búgva á Glyvrum. -v. Fimm ættarlið á Skálafjørðinum