Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

UMMÆLI Árni Absalonsen Tá núverandi Enniberg kom til Føroya í 1990, gekk Kaj Johannesen á 80. ári. Í røðuni, hann helt umborð á framsýningartúrinum, nam hann við ta broyting, sum var hend, síðani hann fyrstu ferð fór til skips. Um tey, sum hoyrdu hann, nú vænt- aðu at fáa eina lýsing av viðurskiftunum umborð á føroyskum fiskiskipum fyri 65 árum síðani, so fóru tey skeiv. Honum líkt, dugdi hann at siga tað stutt og øðrvísi, og tí man tað vera, at eg enn minnist hesi orð- ini: "Eg tími ikki at snakka um tað, tit forstanda tað ikki alíkavæl." So var ikki meira sagt um tað. Men undirmetti hann ikki tey, sum sótu í messuni á Ennibergi henda dagin? Vistu vit ikki alt um slupp- lívið? Høvdu vit ikki hoyrt alt hetta hundrað ferðir um menn, sum vóru trunkaðir saman í einum trongligum lugari uttan elektrisitet, um saltkjøt og vaðbein og lippukassar, um at repa segl í stormi og leypa undan brotasjógvum. Høvdu vit ikki bæði hoyrt og lisið um viðurskiftini umborð á sluppunum, so vit næstan kundu havt upplivað tað sjálvi? – Jú, sigur Kaj, tá vit seinni sótu og prátaðu, men hevur tú veruliga hugsað um korini umborð? Hugsa tær tey hygieinisku viður- skiftini, tað er ikki minst tað, eg hugsi um, hvat ið menn ofta máttu líða, tí umstøðurnar vóru so ring- ar. Vatn var altíð ein mang- ulvara, og tað sum var var ofta vánaligt. Hann nevndi, at einaferð – minnist meg rætt, royndu teir tá uppi við Svalbard – var meira enn helvtin av manningini hjá honum ikki arbeiðsfør, tí teir svullu so illa. Menninir vóru sjúkir, teir høvdu tað ógvuliga ringt, og har var snøgt sagt einki at gera fyri at lætta um hjá teimum, umstøðurnar vóru ikki til tað. Tá segði hann fyri mær, at ikki fyrr enn hann í 1956 kom umborð á Skálaberg nr. 2, kundu hesi viðurskifti sigast at vera so toluliga góð. Og tá hevði Kaj balst á sjónum í meira enn 30 ár. Hetta rennur fram fyri meg aftur, nú eg siti við bókini hjá Jústines Eidesgaard um Kaj hjá Mortani, og tað má sigast, at hugarenslini eru mong, sum eg lesi bókina. Og øðrvísi kann tað ikki vera, tí tað er ikki minni enn einki eg veit um evnið og umhvørvið, ið lýst verð- ur, og eg havi vitað um og partvís kent fleiri av per- sónunum, sum nevndir eru í bókini. Tí er hetta ein bók, sum eg lesi við áhuga, næstan uttan mun til hvussu høvundurin hevur loyst uppgávuna, ið hann hevur sett sær. Og uppgávan er at lýsa ein av okkara kendu fiski- skiparum í farnu øld, og hví hansara lív lagaði seg sum tað gjørdi. Hetta ger Jústi- nes við at fara aftur um mannin, og hann styðjar seg til skrivligar og munn- ligar keldur. Tað er eingin ivi um, at Jústines ger rætt, tá hann velur at fara aftur í tíðina, væl áðrenn høvuðs- persónurin var føddur, fyri at lýsa umhvørvið. Ein partur av hesi lýsing er so- statt viðgerðin av undan- farnum ættarliðum, serliga pápanum og abbanum á Toftum. Hvønn týdning, mangt av tí, ið verður drigið fram, hevur havt fyri Kaj, kann eingin vita, men jørðildi er sjálvandi við til at mynda mannin. Tað eru skjótt níti ár síðani abbi Kaj, Hans Pauli á Toft- um, doyði. Søgan, vit her fáa um Hans Paula, er ikki keðilig, og Jústines ger hana ikki minni spennandi enn hon er. Hann kann ikki bara sær at geva henni eina tonn afturat. Vit fáa t.d. at vita um eina unga eiðisgentu, sum er við barn, og pápin er ein giftur maður í bóndahús- unum í Depli, har hon tæn- ir. Hetta gevur einum fanta- siríkum høvundi møgu- leikar at hugleiða - og her verður hugleitt, t.d. um eina dópsferð um fjallið til Klaksvíkar í okt. 1885, um hvør ið man hava verið við, og hvat ið tey munnu hava vitað og hugsað um støð- una hjá eiðisgentuni. Her førir høvundurin við vilja lesaran inn á eitt síðuspor, tí tá vit lesa longur, fríkenn- ir hann depilsbóndan púra fyri ákæruna. Við øðrum orðum var ikki hald í tí, hann skrivaði framman- undan. Var so nøkur grund til at skriva tað? Hetta er ein søga, ið byggir á gamalt slatur, og aðrar keldur eru ikki at styðja seg til. Eg havi hug at leggja aftur at, at sjálvt um niðurstøðan hjá Jústinesi er røtt, so er tað ikki neyðturviliga við hans- ara grundgevingum. Handilsbøkurnar á Oyr- ini og í Bug vátta, at Hans Pauli á Toftum var óførur útróðrarmaður, og Jústines ger nógv burturúr her. Sjálvt um hetta gevur eina mynd av útróðrinum í bygdunum við Hvannasund fyri meira enn 100 árum síðani, so tykir mær, at hes- in parturin er nakað lang- røkin. Hetta kundi verið lýst líka væl og greiðari við færri orðum, men í staðin við talvum. Frásøgnin um Mortan í Hvannasundi er ikki minni áhugaverd, og her eru betri keldur at styðja seg til, bæði skrivligar og munn- ligar. Hon kann bæði lesast sum ein tíðarmynd og sum ein spennandi søga um eitt hendingaríkt lív. Mortan var ein kendur maður í síni samtíð, og tað má sigast, at synirnir hava gjørt sítt til, at navnið enn er væl kent millum manna, og søgan hjá Kaj verður tíðliga knýtt at pápanum, sum hann er nógv saman við. Bókin er fyrra bind av tveimum, so meginpartin av søguni um Kaj eiga vit á. Onkur brot í bókini kundu verið betur frágingin. Ein vandin gjøgnumgongd aft- urat hevði tí ikki verið av leið. Umframt stavivillur- nar kann eg sum dømi nevna: Einastaðni verður skriv- að, at presturin Folkvard í fyrstu útgávu av Norðlýs- inum í 1918 sissar sóknar- børnini, tí hóast friður var undirskrivaður í Versailles um summarið o.s.fr... Sum Jústines væl veit og eisini skrivar aðrastaðni, var Ver- sailles-friðurin undirskriv- aður á sumri í 1919. Tí helt eg, at árstalið bara var ein prentvilla, men úr sama Norðlýsið verður endurgiv- ið um sundabátin, sum sakk á veg aftur av útróðri. Sam- bært Norðlýsinum skal hetta vera hent tollaks- messudag (tað skuldi so verið í 1917), men aðrar heimildir siga, at hetta hendi í torranum 23. januar 1918. Á síðu 158 umtalar Jústines somu hending, og tá skrivar hann, at hetta hendi í januar 1918, sum eisini er tað rætta. Tað er eingin grund til at endur- geva Norðlýsið, um tað er haðani feilurin stavar, tí mótstríðandi upplýsingar av hesum slag ørkymla les- aran og tæna ongum enda- máli. Tá ið skrivað verður um konfirmeringina á Viðar- eiði á heysti 1924, verður sagt, at Kaj búði uppi á Laði hjá Elsbu Malenu - tað rætta man vera hjá Siggu, elsta dóttirin, Elsba Malena, var tá langt síðani farin av garði – og at yngsti sonurin í húsinum, Esmar Fuglø, eisini konfirmer- aðist tá. Seinni verður hann varur við, at hesin Esmar Fuglø, ið konfirmeraðist saman við Kaj, er ikki tann Esmar, sum høvundurin hevur hildið, men eitt systkinabarn hansara. Tá hann veit, at bland er komið ímillum tveir persónar, og at nakað av tí, sum framm- anfyri er skrivað, harvið er misvísandi, skuldi tað verið so sjálvsagt, at hetta brotið varð skrivað um. Tá ið sagt verður frá um ta tiltiknu hendingina á Kappanum í 1935, har Coralia bjargaði mann- ingini á Blithsome, rættar Jústines dagfestingarnar, sum Kaj í 1986 hevur nevnt í útvarpssamrøðu, tí hann kemur fram til, at Kaj minnist skeivt, bæði dagin tá teir fóru úr Føroyinga- havnini, og dagin tá Blith- some sakk. Hetta verður so rættað til, at Blithsome sakk tann 7. sept., men heldur ikki rættingin er røtt, tí aðrastaðni skrivar hann frá Arna Klein, sum var við Coraliu, og frá sjóforhoyr- inum, at hetta hendi tann 8. sept. (í samrøðu við undir- ritaða, tá 40 ár vóru liðin eftir hendingina, hevði Kaj somu dagfestingar sum Arni Klein). Jústines hevur blaðað í bíbliuni hjá Kaj og nevnir 17. kap. í Jóhannesar evan- gelium, sum hann sigur Victor kallar „Bøn Jesusar fyri Símuni" og sum kirkj- an kallar høvuðspresta- bønin. Her má vera lisið skeivt, tí Victor skrivar „Bøn Jesusar fyri Sínum". Í myndatekstini á s. 366 er farið nakað lætt um, tí har eru nøvnini á fýra monnum gloppin burturúr. Eg haldi, at tað eru fleiri dømir um, at fólk, ið gera rannsóknarabeiði av slíkum slagi, hava lyndi til at leggja í so nógv í okkurt av tí tey koma fram á, og onkur dømi eru um tað í hesi bók. Tá ið tann 17 ára gamli Kaj í brævi til systrina skrivar, at hann av 10.000 fiskum hevur drigið 600, og at bert fimm eru betri, so eri eg ikki samdur í, at hetta nýtist at verða útlagt sum reyp. Tað er heilt natúrligt, at hann fortelur teimum heima, hvat hann hevur drigið sjálvur, og tað kundi hann væl havt gjørt uttan mun til, um hann var bestur ella ringastur. Málið er nakað fyri seg. Meg nervar tað ikki, at hann leggur seg nær talu- málinum og brúkar orð, sum vit vanliga ikki síggja á skrift og serliga ikki í bókamáli, men mær tykir, at viðhvørt verður tikið merkiliga til. Hvør hevur sín stíl, og hjá Jústinesi er hann altíð lættur og ótil- gjørdur, men mær hevði dámt líka væl, um tann óhátíðarligi málburðurin var meira tamdur. Eg havi huga at nema við hendingina, tá ið Fugl- oyggin fór á land norðuri á Strond. Her vóru hvørki Mortan ella Kaj við, men Jústines hevur søguna við í bókini, tí Poul Johannes, bróður Mortans, var við, og hann gjørdi hana ódeyði- liga við orðunum hann skuldi brúka, tá hann for- taldi reiðaranum, at teir vóru farnir á land. Hendan søgan verður ofta søgd, og versiónirnar eru fleiri. Eg havi so mangan hoyrt um hesa hending frá mannin- um, ið stóð til róðurs, tá ið Fugloyggin henda dagin fyri meira enn sjeyti árum síðani fór av Klaksvík. Hann er allarhelst tann ein- asti, ið enn er á lívi av teim- um, sum við vóru, og hetta kann vera eitt hóskandi høvi at fortelja, hvat tað var sum gjørdi, at skipið fór á land. Teir vóru á veg til Íslands og skuldu norður gjøgnum Haraldssund. Tá teir vóru komnir út á Poll, bað skip- arin róðursmannin fara niður í kahúttina og spyrja Ova, um hann hevði minst til loggið. Ímeðan skuldi skiparin halda róðrinum. Ovi Niclasen var motor- passari, og skiparin hevði álagt honum at fáa loggið umborð. Róðursmaðurin kemur aftur og sigur, at Ovi hevur gloymt loggið. Skip- arin ilskast, tá hann hoyrir hetta og snarar í somu løtu skipinum á stýriborð fyri at 14 Nr. 242 - 17. desember 2004 Søgan hjá Jústinusi um Kaj