fríggjadagur 17. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 17. desember 2004
15
venda innaftur á Klaksvík.
Soleiðis hevði skiparin ikki
vent skipinum, var tað ikki
tað, at hann í hesi somu
løtu bleiv so argur um, at
motorpassarin hevði verið
so gáloysin at gloyma logg-
ið. Hon vendi ikki nóg
skjótt, men fór larrandi á
land onkustaðni tætt við
bygdina Strond.
Bestimaðurin, Poul Jo-
hannes, fekk litið upp í
hendur at siga reiðaranum
frá. Hann fór ikki til Klaks-
víkar, men teir settu bátin
út og róðu yvir til Ha-
raldsunds. Haðani ringdi
hann til Jóan Jakku og bar
honum boðini. Jóan Jakku
var skjótur norður, og tá
var hann ikki illur, men
hevði heldur samkenslu
við skip-aranum, tí tað
fyrsta hann segði við
heimildarmann mín, sum
tók ímóti honum, var: Nú
er synd í Símuni.
Skipið fekk ikki stóran
skaða, og hendingin hevði
helst verið gloymd í dag,
um ikki skiparin gjørdi tað
"mistak" at lata tann hittin-
orðaða bestamannin bera
reiðaranum boðini.
Tann mynd, ið teknað verð-
ur í eini ævisøgu, er fyri
ein stóran part sett saman
av størri og smærri klípum,
sum høvundurin velur at
brúka av tí, hann hevur
funnið fram til, og tað kann
vera eitt sindur av tilvild,
hvat hann finnur. Sum
Jústines so rætt skrivar, er
hetta ikki søgan um Kaj,
men hansara søga um Kaj.
Og hendan søgan hjá Jústi-
nesi hevur fleiri dygdir.
Lýsingin, hann gevur av
honum, fyrstu ferð teir
hittast, er væl skrivað og
beinrakin. Hann er góður
við persónarnar, hann rósar
teimum, og erligur sum
hann er, gevur hann teim-
um ikki meira rós enn hann
heldur teir hava uppiborið.
Hann hevur verið nærlagd-
ur í sínum kanningarar-
beiði, og her er mangt bæði
stuttligt og forvitnisligt
grivið fram, men mær
hevði dámt bókina betur,
um hon var minni roksut.
Endurtøkurnar eru nógvar,
og viðhvørt verður sveim-
að heldur langt, uttan at
nakað av týdningi verður
lagt afturat.
Jústines dugir væl at siga
frá, fyri tað mesta er hann
sera greiður, frásøguhátt-
urin lættur og óhátíðarlig-
ur, og samstundis sum
bókin er ein áhugaverd lýs-
ing av nøkrum persónum,
ið hava skarað framúr á
sínum øki, er hon eisini eitt
gott íkast til okkara vinnu-
søgu.
Mellem kor og skib
Bókin Mellem kor og
skib. Jacob Dahls
færøske postiller
eftir Jákup Reinert
Hansen er útkomin
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Ritgerðin varpar ljós á eitt
týdningarmikið tíðarskeið
í føroyskari kirkju- og
mentanarsøgu.
Bæði
viðvíkjandi
bíbliutekst-
um, ritualum, sálmasangi
og prædiku hava vit mest
Jákup Dahl, prósti fyri at
takka, at føroyskt gjørdist
kirkjumál.
Í greining síni av præ-
dikum Dahls vísir Jákup
Reinert Hansen á, hvussu
gudfrøðilesnaðurin
í
Keypmannahavn fyrst í
20. øld rann saman við
eini boðan, sum natúrliga
tók føroysk viðurskifti til
viðgerðar. Greitt verður
haraftrat frá, hvussu upp-
runaprædikur vórðu skriv-
aðar um, so tær skuldu
hóska at verða lisnar sum
lestur.
Lestarbøkurnar
hjá
Jákupi Dahl gerast sostatt
ein fyrimynd fyri føroysk-
ari kristintrúgv.
Føroya Fróðskaparfelag
hevur útgivið bókina, sum
kostar 370 krónur.
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Soleiðis er heitið á nýggj-
ari bók, sum Elin Súsanna
Jacobsen hevur skrivað.
Í seinna parti av 18. øld
vaks ansurin fyri fólka-
heilsuni og sannkenning-
in av, at tað almenna átti at
taka størri ábyrgd av at
skipa fyri góðari heilsu-
tænastu. Soleiðis var víða
hvar í Norðurevropa, og
hetta var eisini galdandi í
Føroyum.
Bókin
lýsir,
hvørjar
heilsutænastur vóru í Før-
oyum í eldri tíðum. Ein
kapitul er um Argjahospi-
tal, ein annar um elstu
læknasøguna. Men mest
verður gjørt burturúr at
lýsa tær heilsutænastur,
sum vuksu fram í 19. øld í
Føroyum, og at viðgera
heilsupolitiskar tankar, ið
lógu til grund fyri teim
støðugu royndum at fáa
fleiri læknar, betri ljós-
møður, sjúkrahús og yms-
ar
heilsulógir.
Henda
søgan gevur samstundis
innlit í heilsulig og sosial
viðurskifti, og fortreytir og
vilja fólk-sins at taka undir
við at leggja støði undir
eitt nútímans heilsuverk.
Føroya Fróðskaparfelag
gevur út, og bókin kostar
270 kr í bókabúðunum.
Slóðir í heilsuverkssøguni
Hetlendingar sigast
vera til reiðar við 32
mió kr. Restina skulu
Framtaksgrunnurin,
Tryggingarfelagið og
ein søla av Hotel
Føroyum útvega
SMYRIL-LINE
Jákup Mørk
Hetta
vita
hetlendskir
miðlar at siga sambært
Útvarpinum.
Sambært miðlunum, so
hevur hetlendski menn-
ingargrunnurin gjørt av, at
teir vilja seta 3 mió pund
afturat í felagið. T.e. á leið
32 mió kr.
Hartil verður sagt, at
Framtaksgrunnurin
og
Tryggingarfelagið Føroyar
eisini vilja økja um sín
innskotspening, og saman-
lagt er sostatt ætlanin at út-
vega 65 mió kr. í nýggjum
innskotspeningi.
Áður hevur Smyril-Line
boðað frá, at ætlanin er fáa
eina samlaða kapitalinn-
spræning á 100 mió kr., og
skulu tær seinastu 35 av
hesum fáast til vega við
eini sølu av Hotel Føroy-
um, skilst í hetlendsku
miðlunum.
Eginpeningurin – ella
innara virði - hjá Hotel
Føroyum var við árslok
2003 knappar 12 mió kr.
Men vónir eru helst um, at
felagið kann seljast fyri
væl
meira
enn
hetta.
Avlopini
seinastu
trý
roknskaparárini hava verið
millum tvær og fimm mió
kr.,
og
við
hesum
útgangsstøði
er
ikki
óhugsandi, at felagið kann
forrenta ein keypsprís, sum
fer at tátta upp ímóti ætlaða
søluprísinum.
Smyril Line fær pengar
Tað bendir nú tann vegin, at Smyril-Line fær tilført neyðuga kapitalin, soleiðis at endalig avtala kann fáast í lag við lánsveitarar
felagsins