Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rættilgt rok hevur tikið seg upp í bretska kongshúsinum, eftir at Harry prinsur, yngsti sonur Dianu prin­sessu og Charles prins, ikki long­ ur tím­ir sínar kongaliga skyldur og vil liva at eitt lív sum eitt vanligt menn­iskja saman við konu síni og syni sín­um. Partvís í Bretlandi og part­vís í Norðuramerika. Og so er tað, at vit kunnu spyrja: Hví gera so nógv burtur úr tí? Hevur tað nakr­an týdning, um tann sætti í arv­a­rekkjuni til bretsku trúnuna vel­ur aðrar leiðir? Tað er løgið, at demokratisk lond í okk­ara heimsparti framvegis velja at hava nøkur fólk, sum eru fødd til sín­ar uppgávur, og soleiðis arva rætt­in av vera ein týðandi partur av okkara ann­ars so fólka­ræð­is­ligu skipan. Men so er. Fleiri lond á ev­ rop­iska meg­i­n­land­inum ­hava av­ tik­ið alt kongs- og keisaraveldi fyri nógv­um árum síðani. Summi fyri fleiri 100 árum síðani. Men ikki Bretland, og ikki kong­ a­rík­ini Danmark, Noreg og Svøríki. Hesi lond hava framvegis fólk, sum eru fødd til at standa á odda fyri okk­ara fólk­a­ræði. Ein beinleiðis dem­o­krat­isk mótsøgn. So kunnu vit halda tey vera so fitt og ófør og røsk og sjarmerandi. Men tað hev­ur einki við fólkaræði at gera, at Fríðrikur prinsur veit, at hann skal arva kongaríkið Grønland, Før­oy­ar og Danmark, tá mamma hans­ara doyr. Men vit mugu samstundis við­ ganga, at samfeløg sum tey skand­i­ nav­isku og tey bretsku ikki eru kom­ in har til enn, at alt arvað vald ikki er í tráð við fólkaræði. Høvdu vit skipað okkara sam­fel­ ag sum full­veldi, so hevði tað ikki ver­ið sum eitt konga­ríki, hóast Tjóð­ veldi mælti til tað, tá tey saman við Fólka­flokk­i­num ætlaðu at slíta frá Dan­mark um aldarskiftið. Tað man utt­an iva hava verið av beráddum huga, tí tey hildu, at kanska fleiri før­ oy­ing­ar fór at atkvøða fyri loys­ing, um vit sluppu at varðveita drotn­ing­ i­na. Men tað er ein undirmeting av før­oy­ing­i­num. Alt vald í Føroyum er nát­úr­liga bygt á fólkaræðisliga grund. Kongshús áttu sjálvandi at ver­ið loyst frá politiska valdinum og eiga sjálv­andi ikki at vera fíggjað við skatta­krón­um frá hart kroystum skatt­gjald­ar­um. Skulu tey kongaligu liva í sús og dús, so mugu tey sjálvi fíggja sít virksemi. Tað sigur seg sjálvt. Í skjótt 70 ár hevur Elisabet drotn­ing av Bretlandi sitið við vald­ ið. Og í skjótt 50 ár hevur Margreta drotn­ing sitið við valdið í okkara kong­aríki. Tær finna ikki upp á at leggja frá sær sjálvbodnar. Tær skulu ber­ast út. Soleiðis er kongsvald – ei und­ur í, at onkur meldar seg út. Tey kongaligu eiga sjálvi at fíggja sítt sús og dús Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin EIN AVOLDAÐ SKIPAN Umhugsa at fáa kvinnur at eiga fyrr Danskir føði­lækn­ar vilja kanna, um tað ber til at seta føð­ingar í gongd, um ein kvinna við barn gong­ur eina vikur yvir termin Tá kvinnur við barn hava ging­ið tvær vikur yvir tíð­ina, verð­ur mælt til, at føðingin verð­ur sett í gongd, men í fram­tíðini kann tað gerast longu eftir eina viku. Danskir føðilæknar ætla at kanna, um ein vika fram­ yvi­r skal vera markið. Tað er felagið hjá donsk­ um føði­l­ækn­um – Dansk Sel­ skab for Obsterik og Gyn­æ­k­ o­logi – sum hevur sett bólkin. – Tann vitan, vit hava nú, haldi eg bendir á, at vit skulu broyta vegleiðing okk­ara, sig­ ur Hanne Brix Vestergaard, sum er forkvinna í felagnum, við DR. Hon vísir millum annað á svenska gransking, sum í fjør var avbrotin, tí seks børn doyðu, eftir at mamma teirra var farin fleiri enn tvær vikur yvir tíðinda. Í Svøríki er tilmælið longu broytt, so mælt verður til at kvinn­ur fara í gongd við føð­ ing­ina, tá tær eru farnar eina viku yvir tíðina. Í Danmark verða umleið 15.000 kvinnur við harn sett­ ar í gongd um árið. Um mark­ ið verður sett niður til eina viku, fer talið at hækka við um­leið 4.500. Tveir granskarar frá Aarhus Universitet – Rikke Damkjær Maimburg og Eva Rydahl – halda ikki, at rætt er at stytta hesa tíðina. Tær meta ikki, at tað verða færri deyðfødd og siga við DR, at tað kann geva trup­ul­leikar fyri bæði móður og barn, tí fleiri hjáárin av heil­i­vági, sum tikin verður í dag fyri at seta føðingina í gongd. Dansk Selskab for Obst­ er­ik og Gynækologi skal nú søkja Heilsustrýið um at seta ar­beiðs­bólk­in. Síðst í árinum verð­ur eitt møguligt nýtt til­ mæli klárt. /ritzau/ Væl størri burð­ar­tal enn miðal TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Fiski­ vinnuný­ skip­an­in feldi meg TÍÐINDI SÍÐA 7 Vága Floghavn hevði størsta lutfalsligan vøkstur í fjør Hóast talið av ferðafólkum um danska floghavnir ikki veksur, so er øðrvísi í Føroyum. Fyri fyrstu ferði í tíggju ár vaks talið av ferðandi um danskar flogvallir ikki í fjør. Talið av ferðafólkum í teimum seks størstu flogvøllunum í Danmark var at kalla óbroytt. Samlaða talið av ferðandi um flogvallir í Danmark var á umleið 36,5 milliónir, sum at kalla er tað sama sum árið fyri. Her er yvirlit yvir gongdi í teimum størstu donsku floghavnunum í 2019. Talið í klombrum er munurin frá 2018. Vit hava sett tølini fyri Vága Floghavn inn á fimta plássið: 1. Københavns Lufthavn: 30,26 millioner (-41.828) 2. Billund Lufthavn: 3,72 millioner (+212.666) 3. Aalborg Lufthavn: 1,46 millioner (-147.458) 4. Aarhus Lufthavn: 500.490 (+14.324) 5. Vága Floghavn 424.281 (+46.468) 6. Bornholms Lufthavn: 234.241 (-39.031) 7. Midtjyllands Lufthavn: 114.159 (-19.677) 8. Sønderborg Lufthavn: 68.828 (+1337) 9. Esbjerg Lufthavn: 77.422 (+5531) Keldur: Flogvallirnir, Trafikstyrelsen, Dan­marks Statistik. Bert flogvallir við yv­ir 50.000 ferðandi eru við. Vága Floghavn nr. 5 í ríkinum Vøksturin av ferðafólki um flogvølliní Vágum í fjør var 46.468 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin