Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 TÍÐINDI Nú er málið loyst – Málið er í hvussu er partvíst loyst. Veitararnir hava fingið nakað av sínum pengum, og teir koma nú og gera restina av arbeiðinum, so at vit kunnu lata hin partin av fjósinum upp, sigur Nils Absalonsen, ein av bóndunum á Viðareiði Frants Jensen frants@sosialurin.fo Tað var í síðstu viku, at vit skrivaðu um, at tríggir bøndur á Viðareiði komu í eina knípu, tí at Búnaðargrunnurin ikki vildi flyta pengar til veitarar fyri rokningar vegna arbeiði, ið er gjørt í fjósinum eysturi á Heiðum á Viðareiði. Tað var í desember, at teir tríggir bøndurnir Esmar Sør­ en­sen, Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen lótu upp helvtina av nýggja fjósinum. Har hava teir í løtuni 59 neyt gangandi. Seinna helvt av fjós­ inum, har 60 neyt skulu ganga, var ætlanin at taka í nýtslu nú í januar. Men handverkarar og aðrir veitarar komu ikki til arbeiðis eftir nýggjár, tí at teir høvdu ikki fingið pengar fyri arbeiðið, teir høvdu gjørt. Skipanin er tann, at bøndurnir hava fingið játtað 20 milliónir krónur í lán frá Búnaðargrunninum, og at grunnurin so rindar fyri rokn­ ing­arnar, so hvørt tær koma inn. Veitarar og handverkarar í gongd aftur Í síðstu viku vóru starvsfólk frá Búnaðargrunninum norð­ ur­in á Viðareiði á fundi við bønd­urnar, og og síðani eru peng­ar fluttir í hvussu er fyri ein part av teimum rokn­ing­ un­um, ið lógu. – Teir koma frá MBM í morgin at seta seinnu mjólki­ mask­inuna upp, og norðmenn koma væntandi skjótt at seta fóðurskipanina upp. Hand­ verk­arar skulu eisini koma og gera ymiskt arbeiði, men í dag er tað veðrið, ið tarnar teimum, sigur Nils Absalonsen. Ætlanin var, at seinni part­ urin av fjósinum skuldi takast í nýtslu í januar, men tað náa teir ikki. – Nú vóni eg, at arbeiðið verð­ur liðugt í februar, so at vit kunnu taka seinna partin av fjósinum í nýtslu, sigur Nils Absalonsen. Landsstýrismaðurin fer at tosa við Búnaðargrunnin Helgi Abrahamsen, ið umsitur land­bún­ aðarmál, fer at tosa við Búnaðargrunnin Frants Jensen frants@sosialurin.fo Tað var í síðstu viku, at Hákun Seingrímsson, stjóri í MBM, kom vit atfinningum móti Bún­aðragrunninum og segði, at stovnurin spældi hund við bóndum. Hann vísti eisini á, at Bún­ aðargrunnurin hevur nógvar pengar á bók, men at hesir pengarnir ikki koma bónd­un­ um til góðar. – Um tær 300 milliónirnar hjá Búnaðargrunninum vórðu játtaðar og nýttar at end­ urnýggja fjósini í Føroyum, so vórðu øll fjósini end­ur­ nýggjað eftir nøkrum heilt fá­ um árum, og vit høvdu bara nýmótans fjós í Før­oy­um. Men tíverri gongur tað sera trekt við tí, segði Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM. Politiska skipanin má uppí Sosialurin hevur fleiri ferðir tosað við Búnaðargrunnin, men teir hava ikki vilja gjørt nakra viðmerking til málið. Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, helt, at polit­iska skipanini má hyggja nærri eftir, um skipanin rigg­ar sum hon skal. – Tað riggar tíverri illa í dag. Eg haldi, at politiska skip­ an­ini má hyggja eftir, um grunn­urin livir upp til enda­ málið, ella um tað má gerast á ann­an hátt, segði Hákun Stein­grímsson. Tosa við Búnaðargrunnin Helgi Abrahamsen, lands­ stýris­maður við umhvørvis- og vinnumálum, varar eisini av landbúnaðinum. – Eg kann ikki blanda meg upp eitt ítøkiligt mál. Tað má grunn­urin orðna, sigur Helgi Abrahamsen. Hann ætlar sær tó at tosa við Búnaðargrunnin. – Eg ætli mær tó at tosa við Búnaðargrunnin. Vit hava tó ikki nakra politiska ætlan á økinum sum nú er, sigur Helgi Abrahamsen. Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen, bøndur á Viðareiði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum