mánadagur 20. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
TÍÐINDI
EIN ATKVØÐA MANGAR Tað er nú
greitt, at einki verður burtur úr ætlanini
hjá IRF og Tórshavnar Kommunu um
at byggja eina felags brennistøð. Í
býráðnum í Havn manglar ein atkvøða
og tað koppar verkætlanini
Áki Bertholdsen
– Eg haldi, at vit hava ov fáar
upplýsingar, og tí kann eg ikki
taka undir við ætlanini.
Tað sigur Bergun Kass, bý
ráðslimur í Havn fyri Fram
sókn.
Hon sigur sostatt, at sum
støðan er nú, tekur hon ikki
undir við ætlanini hjá IRF og
býráðnum í Havn um at gera
eina felags brennistøð fyri alt
landið.
Bæði Brennistøðin hjá IRF í
Leirvík, og brennistøðin hjá
Tórshavnar
Kommuna
á
Hjalla, eru uppslitnar, og mugu
skiftast út.
Tískil hava IRF og Tórs
havnar býráð leingi samráðst
um at byggja eina felags brenni
støð heldur enn at byggja hvør
sína.
Leysliga mett fer tað at
kosta einar 500 milliónir at
byggja eina felags brennistøð.
Men skulu IRF og Tórshavnar
Kommuna byggja hvør sína
brennistøð, verður kortini tal
an um eina íløgu upp á næstan
500 milliónir – í part.
Fáa ikki meiriluta
Tórshavnar Býráð og IRF hava
samráðst um ætlanina og tey
eru komin ásamt um, hvussu
tann felags Brennistøðin skal
skipast.
Tey í IRF hava góðtikið ætl
anina, men hinvegin hevur tað
gingið meiri strilti hjá Tórs
havnar Býráð at taka støðu til
málið.
Og tað er eisini greitt, at
sum støðan er nú, er tað als
ikki meiriluti í býráðnum fyri
ætlanini.
Heðin Mortensen, býráðs
limur fyri Javnaðarflokkin, og
Annfinn Brekkstein, býráðs
limir fyri Sambandsflokkin,
hava longu gjørt greitt, at
teirra flokkar fara aldrin at
taka undir við, at IRF og brenn
støðin í Havn, leggja saman.
Sostatt eru seks av teimum
13 býráðslimunum í Havn eru
ímóti ætlanini.
Tað merkir, at skal ætlanin
verða til veruleika, verða tað
teir sjey býráðslimirnir í sam
gonguni í Tórshavnar Býráð,
sum verða einsasmallir um at
seta hana í verk.
Teir báðir býráðslimir hjá
Fólkaflokkinum, og teir fýra
býráðslimirnir hjá Tjóðveldi,
taka undir við ætlanini.
Men tað er eisini greitt, at
sjeyndi og avgerðandi býráðs
limurin í samgonguni, Bergun
Kass, tekur ikki undir við ætl
anini, soleiðis sum hon nú fyri
liggur.
Úrslitið av øllum hesum, er,
at tað er ikki meiriluti í Tórs
havnar Býráð fyri ætlanini.
Ein atkvøða manglar í fyri a
fáa tað samtykt, og sostatt
verður tað av ongum, at IRF og
Tórshavnar Kommunu byggja
eina felags brennistøð.
Vil hava fleiri kanningar
Bergun Kass heldur rætt og
slætt, at grundarlagið at byggja
eina støðutakan á, er ov grunt
og tí er hetta málið ikki búgvið
at taka støðu til.
– Tað, eg vil hava, áðrenn eg
taki støðu, er, at vit fáa eina
fjøllbroytta og óhefta kanning
um, hvat er best fyri skatta
borgaran í Tórshavnar Komm
unu í longdini, sigur hon.
Og tað skal vera ein kanning
í víðastu merking, har øll við
urskifti verða tikin við, leggur
hon afturat.
Hon sigur, at hetta hevur
hon kunnað hini í samgonguni
í býráðnum um, men enn
liggur einki í kortunum um at
gera eina slíka kanning.
– Eg eri fyrst og fremst vald
í býráðið til at røkja áhuga
málini hjá skattaborgarunum í
Tórshavnar Kommunu. Og tað
einasta, sum hevur týdning
fyri meg, er, at tann loysnin,
sum verður vald, er tann loysn
in, sum er bíligast fyri skatta
borgaran í Tórshavnar Komm
unu, ikki bara nú, men eisini í
longdini, sigur Bergun Kass.
Tað skal vera tann
bíligasta loysnin
Bergun Kass sigur, at íløgan í
eina brennistøð er afturgoldin
eftir einum 12 árum og tá er
fyrimunurin við at gera eina
felags brennistøð, longu burt
ur.
– Spurningurin er so, hvussu
raksturin sær út eftir tað, og
tað er serliga hetta, sum hevur
týdning fyri, fyri meg, sigur
Bergun Kass.
Hon vil nevniliga bara taka
undir við eini loysn, sum í
longdini verður tann bíligasta í
rakstri fyri skattaborgaran í
Havn, tá ið øll viðurskifti eru
tikin við.
Í hesum sambandi vil hon
hava kannað um tað loysir seg
betri at gera ein ovn afturat á
brennistøðini í Havn og hon
vil eisini hava kannað hvørjir
møguleikar verða fyri at skilja
og endurnýta burturkast í
framtíðini.
– Tær kanningar, sum eru
gjørdar, hava havt eitt einasta
endamál og tað er at lýsa fyri
munur og vansar við eini fel
ags brennistøð, sigur býráðs
limurin fyri Framsókn.
– Tað, eg vil hava, er ein
kanning, sum ikki hevur eitt
ávíst mál, men sum púra opið
kann meta um framtíðina og
meta um, hvat loysir seg best
fyri havnarborgarar í longdini.
– Tað hendur rættilig nógv á
hesum øki, bæði hvat skiljing,
endurnýtslu, og øðrum, viðvík
ur, og eg vil hava, at vit leggja
upp fyri øllum tí, áðrenn vit
taka støðu, sigur býráðslimur
in fyri Framsókn.
Ikki nøktandi
Í Danmark verður sagt, at tað
skulu 100.000 fólk til eina
brennistøð. Men har eru tey
100.000 fólkini innanfyri eitt
øki upp á nakrar fáa kilometr
HON HEVUR AVGERÐA
ORÐIÐ - OG HON SIGUR
Bergun Kass, býráðslimur í Havn fyri Framsókn, sigur, at málið er ikki
búgvið at taka støðu til, og tí sigur hon nei til fleiri kanningar eru gjørdar
Eg eri fyrst
og fremst
vard at verja
áhugamálini
hjá skatta
borgarunum
í Tórshavnar
Kommunu
Hon vil
nevniliga bara
taka undir við
teirri loysnini,
sum í longdini
verður tann
bíligasta í
rakstri fyri
skattaborgaran
í Havn