Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 TÍÐINDI ar, og har alt er landfast og tað verð­ur brúkt sum ein grund­ geving fyri at gera eina felags brennistøð í Føroyum. Bergun Kass heldur ikki at vit tað er nøktandi at brúka roynd­ir úr Danmark, tí Før­oy­ ar eru so nógv øðrvísi enn Dan­mark. –  Føroyar eru eitt oyggja­ land, har tað ikki er landfast fleiri staðni og tí kunnu um­ støð­urnar í Danmark og Før­ oy­um, ikki samanberast, held­ ur Bergun Kass. –  Nú Havnin hevur sína egnu brennistøð, er at kalla alt burt­urkastið innan fyri nakrar fáa kilometrar frá brenni­støð­ ini. Samstundis er alt landfast, burtursæð frá Nólsoy, Hesti, og Koltur, men tað er eisini trúligt, at tað hevur týdning í eini heildarmeting, sigur hon. – Skulu vit hava eina felags brennistøð, skal burturkast tak­ast úr øllum landinum, og tað kann saktans føra til, at rakst­urin verður so dýrur, at tað loysir seg betri hjá Tórs­ havn­ar Kommunu at hava sína egnu brennistøð, heldur hon. Ov lítið vald Ein atfinning ímóti ætlanini hevur annars verið, at verður ein felags brennistøð bygd fer Tórshavnar Býráð at hava alt ov lítla ávirkan, tí Havnin fær bara ein av teimum sjey nevnd­arlimunum. Bergun Kass sigur, at eisini tað er ein orsøk til, at hon ikki vil taka undir við ætlanini, tí hon sigur, at tað verður Havn­ in, sum verður nógv tann størsti parturin av brenni­støð­ ini, og sum fer at standa fyri nógv tí størsta partinum av um­setninginum. –  Og tað eigur at síggjast aftur nevndarbýtinum ímill­ um Havnina og restina av land­inum, at tað er Havnin, sum hevur nógv tað størstu fíggj­arligu ábyrgdina í verk­ ætl­anini, heldur hon. Ein skilaleys rokning upp á 500 milliónir til fólk í Havn AVOLDAÐ HUGSAN Tað kann ikki passa, at ein avoldaður hugsunarháttur skal kosta skattaborgarunum í Havn 500 milliónir, sigur býráðslimur í Havn Áki Bertholdsen – Tað er eingin ivi um at Tórs­ havnar Kommuna og IRF eiga at byggja eina felags brenni­ støð. Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn og for­ mað­ur í vinnunevndini hjá Tórs­havnar býráð. Bæði brennistøðin hjá IRF og brennistøðin í Havn eru so gamlar, at tær mugu end­ur­ nýggjast og í hesum sam­ bandi hava IRF og Tórshavnar Býráð tosað um at byggja eina felags brennistøð í Havn. Tað er upplýst, at ein felags brennistøð fyri alt landið, kostar einar 500 milliónir og tað hevur IRF tikið undir við. Men hjá Tórshavnar býráð knípur tað at taka støðu til málið, og sum sæst í aðrari grein er so stór mótstøða í bý­ ráðnum ímóti ætlanini, at tað verður ikki samtykt. Annars er tað eisini víst á, at skal Tórshavnar Býráð byggja sína egnu brennistøð, fer hon at kosta líka nógv sum tað kostar eina felags brenni­støð. Avoldað hugsan Ein av fremstu grund­gev­ing­ un­um hjá teimum, í Tórs­ havn­ar Býráð, sum eru ímóti ætl­anini, er, at Havnin fær bara ein av sjey nevnd­ar­lim­ um í IRF, og sostatt fer Tórs­ havn­ar Býráð at missa alla ávirkan á, hvussu brenni­støð­ in verður rikin. –  Hetta er ein avoldaður hugsunnarháttur, men tað kann ikki passa, at slíkur hugs­ unarháttur skal kosta skatta­ borgarunum í Tórs­havn­ar Komm­unu eina eyka­rokn­ing upp á eina hálva milli­ard, sig­ ur ein bersøgin Bogi Andrea­ sen. Hann heldur, at stúranin fyri at Havnin skal missa valdið á brennistøðini, stavar frá eini farnari tíð. –  Hetta er eitt sjónarmið, sum er litað av einum goml­ um hugsunarhátti um at Havn­in skal ráða, og tað skal eing­in av bygd fortelja okkum nakað. Hann heldur, at hetta kanska stavar frá gamlari tíð í SEV, har bygdirnar onkuntíð at­ kvøddu ímóti Havnini. Hann hevur sjálvur sitið í SEV, men hann leggur dent á, sjálvur hevur hann aldrin upplivað, at økini kring landið hava havt nakran illvilja ímóti Havn­ini. Hann sigur, at hóast hetta kanska hevur verið veruleikin eina ferð, er hetta í hvussu so er ein farin tíð, tí tað ber væl til at samstarva. –  Hetta snýr seg um ein felagsskap sum hevur til enda­máls at halda Føroyar rein­ar. Vit eru bara 52.000 fólk í Føroyum, og tað er óskilj­andi fyri meg, at vit ikki skulu kunna samstarva um eina brennistøð, sigur for­ mað­urin í Vinnunevndini í Tórs­havnar Býráð.   –  Tað er óbúgvið, og ikki serliga uppbyggjandi at sópa ætl­anina av borðinum. Men er tað ein trupulleiki, at Havn­ in bara hevur ein nevndarlim av sjey, ivist eg ikki í, at tað ber til at samráðast við IRF um tað, soleiðis at býtið verð­ ur øðrvísi. Hinvegin heldur hann, at tað er burturvið at krevja, at Havnin skal hava meirilutan í einum slíkum felag. –  Tað er púra vitleyst at skatta­borgarin í Havn skal fáa eina óneyðuga rokning upp á 500 milliónir um hálsin tí at býráðslimir ikki vilja sleppa eini avoldaðari hugsan um at Havnin fer at missa vald, heldur hann. Tað er eisini burtur úr vón og viti, at hetta skal forða fyri allari menning og øllum fram­ burði á økinum, leggur hann aft­urat. –  Skulu vit í Tórshavnar Kommunu byggja eina brenni­ støð fyri Havnina, fer hetta at kosta eina hálva milli­ard sum vit ístaðin kundu brúkt upp á vælferð og trivnað, tí vit eru ikki so rík, at vit hava ráð til bæði, sigur Bogi Andreasen. ANDI R NEI Skal Havnin hava sína egnu brennistøð, fer hetta at kosta eina hálva milliard sum vit ístaðin kundu brúkt upp á vælferð og trivnað. Vit eru ikki so rík, at vit hava ráð til bæði, sigur Bogi Andreasen Tað er óbúgvið, og ikki serliga uppbyggjandi at sópa ætlanina av borðinum